Skip to main content

Føroyskur filmur komin á Amazon


Í dag fæst filmurin hjá Sakaris Stórá Dreymar við havið á Amazon, sum ikki bara er bókahandil á netinum, men eisini stroymingartænasta, ið varpar og veitir film beint inn í stovuna, hvar tú so situr og hyggur og lurtar, ella bara slotar í eini koronakeddari kringlupausu frá Kina til Kolumbia og alla klótuna í kring.


Dreams by the sea er heitið á fyrstu føroysktmæltu filmsvøruni, sum í nýggjari tíð er gjørd til altjóða marknaðin í spælifilmslongd, ikki bara til gamla og viðurkenda biografin, har fólk møtast í felag, men nú eisini til heimabiografin, har tú sjálv situr. Eitt kærkomið høvið at stytta sær um stundir, nú koronasmittan hevur bundið okkum heima.

Hóast filmurin lýsir eitt evarska lítið samfelag, og er á einum máli, sum fey fæstu vita um og neyvan nakrantíð raka við, var tað ikki fyri talgildu tøknina, so er hann lættari enn nakrantíð at síggja. Fish&Film, sum framleiddi, er hervið fyrsta føroyska fyritøka, sum selur film á Amazon. Tað upplýsa filmsframleiðararnir Ingun í Skrivarastovu og Jón Hammer í dag.

Fyri 9.99 pund kann hann keypast í ein handavend, og fyri einans 4.49 pund kann hann lánast frá Amazon, fyrsti føroyski netsølufilmurin, Dreymar við havið, sum við enskum undirteksti ber heitið Dreams by the sea.

Tú skuldi roynt hann, so segði hann. Ella sent hann til ein tú kennir úti í heimi, og sum aldri hevur sæð ein føroysktmæltan film áður. Einki kann skapa søgur sum filmur. Og nú hevur hann fingið eitt nýtt flytbari, filmurin úr Føroyum, og út í heim.

Tá tænastan er talgild, ber eisini til at síggja, hvat viðskiftafólk, ið keypa føroyskan film, eisini hyggja eftir, og sum frálíður at geva eitt viðmæli við stjørnum. So langt er fyrsti føroyski netsølufilmur ikki komin enn. Men alt er ein byrjan. Her eru filmarnir, ið somu viðskiftafólk eisini hyggja eftir.