Í hesi koronatíð, har heilsumyndugleikarnir hava tikið leiðsluna, meðan sosiala samfelagsfunktiónin er sett á standby, er at finna sær okkurt at ganga upp í.
Nærliggjandi er Weekendavísin. Nýkomin á telduni.
Hana helt eg í pappírsformi meðan postútbering enn var leygardag.
Fyrr var tað soleiðis at týsdagur var Dimmudagur og so gekk vikan, mikudagur við ymsum temabløðum, sum ikki riggaðu, og so kom Sosialurin eisini fyri seg, modernaður, við fleiri útgávum og eini framúr vikuskiftisútgávu.
Tað blaðið hevur enn ein góðan redaktionellan standard, kann henda við subtilum yvirskriftum á síðu tvey.
Temablaðið hjá Dimmu, haldi tað æt Punktum alla tíðina, kanska Krydd ella Skái eina tíð, var eisini framúr, hvat subtiliteti viðvíkti. Bloggurnar vóru stuttligar inntil tær púra mistu jørðforbindilsi og blivu lallandi fjollutar. Eisini tekningarnar, gjørdar spesifikt til ávísu útgávuna, vóru framúr í eitt stutt tíðarbil.
Tá var zenith í føroyskari blaðútgávu.
Hetta afturhorvandi innlit, flash back, fekk eg í morgun nú eg blaðaði gjøgnum Weekendavísina á netinum. Hon er donsk og á nútíðarføroyskum merkir danskt tað sama sum útlendskt.
Vit lesa, síggja og hoyra einki uttan úr heimi, sum ikki er danskt. Skalt tú fáa ein bara nøkurlunda harmoniskan aldurdóm, so er at sláa teg til tols við tað. Útlendskt er danskt. Eisin tá tú fert á skeið í samskifti. So er skeiðshaldarin útlendingur í aðurnevnda týdningi. Og tá vit skulu læra okkum at lesa millum reglurnar, ja tá er skeiðshaldarin eisini útlendingur. Soleiðis er tað bara, og ikki nyttar at blíva við at fara upp at kokkalarakóla um tað. Koronakrókurin í høsnagarðinum er so innsnørdur, at tað er, so segði hann, sum at fara í útlendska kirkju og kenna á sær, at ein situr aftanfyri og beint nú ætlar at prika teg í ryggin. Ikki lækna-korona-prika, men bara prika, soleiðis mann til mann við fremstafingri, tá boð skulu gevast, sum til dømis, at tú hevur fingið ein útlendskan skvøtt í nakkan innan tú fór í markleysa Gudshúsið.
Tað er tann totala paranoia.
Mest elvd av samfelagsliga innistongslinum, har læknafrøðin, kanska av røttum kanska ikki, hevur fingið myndugleika at bestemma, seta dagsordanin, og sleppir at bróta niður allar sosialar viðtøkur og fyriskipanir, sum mannasøgan higartil hevur kent og savnast um alt síðan fyrsti eldur varð kyndur.
Kanska eru tað bara óítøkiligu heimsmálini hjá ST, tey seytjan, sum limalondini samdust um, ið ikki bara spøkja, men nú føra pennin og stoypa alt plottið, og nú ganga vit í endadagsfilminum heima í túninum.
Tey samdust ikki um tungumál og átrúnað, men um onnur gerandislig viðurskifti, sum øll benda á stættarsamfelagið, tey ríku og tey fátøku, og hvussu hesi bæði parametur laga tilveruna og samstundis framtíðina hjá klótuni.
Tey ríku eru tey bestu, og er nakar sum ivast, so hava vit útbúgvingarskipanina, sum hond í hond við kirkjuni er dyggasti stuðul, framhaldandi at halda stættarsamfelagið í hevd, so øll, ið fyrst hava verið á skeið í mentanarligari fríseting og síðan á framhaldsskeiði um refleksiva mentanarhugtakið kunnu halda teirra turra kjaft og bara hyggja upp úr bókunum og fyrihalda seg til gerandisdegin her og nú. Eg blívi svakur, fyri at sitera Símun Kunoy. Men ímeðan blíva tey sterku sterkari og tey veiku veikari, hvar tú so hyggur.
Í hesi føroysku innilastu-á-botni-støðu er tað en lise, sum útlendska orðabókin sigur, at lesa Weekendavísina. En vederkvægelse.
Útlendsku yvirskriftirnar bjóða mær innum, kveikjandi vitbornar, vitalt vibrerandi.
Hóast hon ikki er hin mest innbjóðandi í mínum morgunlestri í júst hesi útgávu, er forsíðan rímiligvís fyrst fyri, so "Fagre nye færden" er sjónligasta yvirskriftin.
Hon skal lesast umaftur, ikki ov skjótt, og krevur vitan um onnur bókaverk og intertekstuellan førleika.
So hava tey tað fyri á redaktiónini, at finna eitt stikkorð, eitt høvuðsorð, sum einsamælt sipar til innihaldið í greinini. "Panoptikon". Tað er einsamalla stikkorðið.
Síðan stendur, sum etikett á hondspritti frá Apotekinum: "Kortlægning af personlig mobildata på et hidtil uset niveau kan blive konsekvensen, hvis Danmark skal åbnes på en måde, hvor virussen holdes under kontrol." Og orsaka at spesifikka landið varð nevnt í desinifiserandi vegleiðingini, sum er til fjarskiftisbrúk.
Besta yvirskriftin er goymd á síðu trettan í partinum um bøkur, har hon sigur: Faktahygiejne i pandemiens tid. Høvuðsorðið er: Magtkritik. Brúkaravegleiðingin, innan tú svølgir sjálvsprittandi innihaldið er: Forfatteren Max Brooks skyder al coronaskyld på Kina og Donald Trump, som han mener skal faktatjekkes for alt. Men alle borgere har et ansvar.
So koma yvirskriftirnar, teig av teigi, við einum høvuðsorði og eini brúkaravegleiðing. Vit taka trý dømi at enda, nú heimaveðrið bleiv so illsligt við vátaslettingini:
Skattesvindler, slaveskib, smittebærer. Coronacruise. Krydstogtskibet er et symbol på alt det, der var galt med verden før krisen. 2020 skulle ellers have sat ny rekord i danske havne. Burde vi have set det komme?
Svenskerne er fredsskadede. Krise. Folk i Sverige tror ikke, at noget farligt kan hænde dem. Derfor er vi passive i mødet med corona.
Sult. Kommentar. Coronakrisen afslører, hvor stedmoderligt forfatterne behandles af staten.