Skip to main content

HALT FRÁSTØÐU


Eg ivist ikki í, at frástøða, og boðini um at halda frástøðu, fara at verða ársins orð, ikki bara her hjá okkum, men í øllum heiminum, frá Wuhan, til Havnar og heilt til Hollywood.

Var tað ikki fyri íkomna koronastongsilin, sum enn stendur við, so hevði franski filmurin um ein falskan Facebook-profil, Celle que vous croyez, (Who do you think I am) longu verið vístur her heima og í øllum okkara grannalondum.

Men korona og kovid hava stongt allar biografar í verðini, so miðaldrandi franska stjørnan, Juliette Binoche, aldri møtir unga mannliga mótleikaranum aðra staðni enn á Facebook.

Tað fekk ein av heimsins kendastu filmsummælarum, Peter Bradshaw á The Guardian, at knýta franska filmin frá í fjør, til dagsins veruleika í øllum heiminum í ár. Fyrsta orðið í ummælinum var: Social-distancing.


Koronakreppan stongdi biografin og nú bíða vit bara eftir, at latið verður upp og vit aftur sleppa at njóta film í felag.

Í Danmark hevur verið sagt at 8. juni kunnu biografar sleppa at vísa film aftur, men undir so strongum eftirlitið, at ivasamt er, um tað loysir seg, tí kravið um frástøðu er so stórt.

Ímeðan kunnu vit lesa um tvær komandi amerikanskar sjónvarpsrøðir, sum báðar spæla sær við íkomnu støðuna við at halda frástøðu, ella sum Wim Wenders segði Faraway, so close.


Tað er Jenji Kohan, sum fyrr hevur gjørt nýskapandi kvinnurøðirnar Weeds og Orange is the New Black, ið nú fer at gera Social Distance - The Series, har bæð innihald og framleiðsla eru í fjarstøðu. Røðin sæst á Netflix tá hon er liðug.


Ein onnur sjónvarpsrøð, sum longu sæst á Freeform hjá Disney í august, er Love in the Time of Corona, ið Joanna Johnson stendur fyri. Hon hevur fyrr gjørt Good Trouble og The Fosters.

Heitið Love in the Time of Corona er tikið frá skaldsøguni hjá kolumbianska Nobel-vinnaranum Gabriel García Márquez "El amor en los tiempos del cólera" (1985).

Tíðindatænastan hjá Golden Globe Awards er í dag í iva um, hvørt áskoðarin er til reiðar at síggja so sosialrealistiskar sjónvarpsrøðir sum hesar. Men kanska er best at sleppa at grína mitt í íkomnu heimsheilsukreppuni, sum ger frástøðu neyðuga:

"The big question about all of these projects is whether or not the public is ready to relive experiences that may hit too close to home and to laugh about this world-wide crisis yet. But possibly, laughing is the best we can do to heal."