Samstundis sum tað í dag eru 75 ár síðan krígslok, eru eisini 75 ár liðin síðan fyrstu eigarar fingu Norðlýsið handað frá Tórshavnar Skipasmiðju. Norðlýsið var upprunaliga slupp og fiskifar, bygt úr kanadiskari eik og fyrsta at brúka sildagørn. Myndin er tikin fyrrárið tá russiska skúlaskipið Kruzenštern við heimstaði í Kaliningrad vitjaði Faroe Ship.
Eisini á hesari myndin sæst støddarlutfallið millum Queen Victoria, Smyril og Norðlýsið.
Undir navninum Aurora Borealis varð Tróndur Patursson undangongumaður tá sluppin í áttatiárunum varð umvæld og riggað til sum skonnart at sigla við ferðafólki. Onkuntíð hevur Tróndur sagt, at hetta var hansara besta listaverk.
Til í fjør hevur Birgir Enni verið nautiska og gastronomiska orkukeldan undir- og omandeks, samstundis sum Birgir hevur lagt lunnar undir autentiskar upplivingar í Føroyum.
Nú er Frank Djurhuus Jakobsen útgerðarmaður og lovar eitt enn betri skip at tæna gestum og ferðafólki. We are proud to continue the mission, sum hann sigur á Facebookvanganum hjá Norðlýsinum.
Sum upplivingardepil fyri mínari linsu hevur Norlýsið verið sjónligast á Gøtuvík, tá G!Festivalur hevur verið.
Í besta veðri var gudstænasta umborð á Norðlysinum við tvørkirkjuligari bøn, altargongd - og kingosangi, longu við róðrarfólkunum, sum førdu okkum umborð. Men eisini sást Norðlýsið markant í regni og náttarmyrkri, meðan Travis sungu Why does it Always Rain on Me.
Seinni var amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, umborð og bjóðaði saman við Vinnumálaráðnum til spennandi prát um mentanarligt og vinnuligt samstarv millum Føroyar og USA. Alt út frá Norðlýsinum.
Hjartaliga til lukku við 75 ára degnum í dag, øll tit, sum vara av Norðlýsinum og hava borið tað fram til tað støðu og tign, ið skipið hevur sum upplivingarpallur í dag. Ikki hevur tað altíð verið so lætt og líkatil, ikki minst tá Norrøna felagið leigaði skipið til útferð til Sankta Kilda. So nógv høvdu teknað seg, at tveir túrar skuldu gerast. Men veðrið varð so ringt fyrra túrin, at hin seinni, har eg stóð á manningarlistanum, ongantíð varð sigldur. Ímeðan kunnu vit njóta sýnið av Norðlýsinum fram við landi og á nýpussaðu Mercedesgronini.