Seinastu árini hevur exil-føroyingurin, Torfinn Hansen, tikist við at smíða eitt fýramannafar. Báturin er skaptur inni í skóginum við Lake Superior* í Kanada.
Nú er flotta farið endiliga flotað slakar 5.000 kilometrar úr Føroyum. Sum myndin vísir, flýtur báturin væl á verðins víðasta vatni. Hann hevur vakurt og harmoniskt spring.
Fýramannafarið hjá Torfinni er skitsað við íblástri frá fotomyndum og upplýsingum úr skipalistanum og bókini hjá Andras Mortensen um hin føroyska róðrarbátin.
Listarliga skapið er tó eisini tikið úr kensluríkum minnum. Í fimmtiárunum plagdu Torfinn og barndómsvinurin í Havn, Rógvi Holm, at meta, hvussu ymsir bátar bóru seg.
Fúrstaligt far
Á hesum nýggja farinum eru 19 føtur og 10 tummar millum stavna; tað er tveir tummar undir eitt fýramannafar.
Reisingarnar eru sum á røttum føroyskum báti, men stavnarnir standa tó nakað hægri fyri at gera bátin meira fúrstaligan.
Tollarnir lena væl út, men sjálvur báturin er ikki so væl útlagdur. Næstovasta remmuborðið kundi kanska verið spent longri út. Men nú gongur báturin betur ímóti, hóast hann harvið verður vátari.
Torfinn heldur, at føroyingar funnu tann besta mátan at smíða bát. Hann kundi kanska bygt upp á føroyskan manér við fjalum og naglum. Men nei. Báturin hjá Torfinni er bygdur holvdur í verkstaðnum í Michipicoten; við stavnunum niður og kjølinum upp.
Symfoni úr viði
Og alt annað er eisini egið. Eingin nagli er brúktur millum bond og borð; alt er límað saman við epoxy.
Borðini eru kvartan tumma tjúkk og evnað úr krossviði, sum er úr okoume-træi. Hesin viðurin er vakur og kann snarast og bendast uttan at brotna. Men hann rotnar lætt, og tí er báturin dýggjaður undir í epoxy, sum eisini tettir hesi fínu finérborðini heilt.
Bondini eru úr douglasgranni, og stokkurin er úr laglímaðari furu. Ytri stokskantur er tó úr ljósari eik eins og tollar, skeytar, reisingar og kjølur.
Bekkir og rengur eru úr hvítum sedristræi, sum er lættari og bleytari enn tað reyða sedrið.
Styrktur
Innan er báturin styrktur við glastrevjum, sum eru lagdir tjúkt yvir kjalarborð og kjøl. Torfinn bar ótta fyri, at kjalarborðini ikki skuldu tola flesjar og flúrar.
Eisini fyri styrki hevur báturin húnar til homlubond heldur enn hol í stokkin. Nokk so nógv alda er á Lake Superior, so stokkurin skal vera sterkur, um báturin skolar upp á land; hann skal ið hvussu er ikki signa undan egnari vekt.
Báturin hevur bara tríggjar bekkir. Fyri lærbekkin er sett kista til leysamotor, sum brúkar propan sum brennievni. At sigla ætlar 78 ára gamli Torfinn eisini; antin við føroyskari ella hetlendskari seglføring.
Í útvarpssendingum um Lake Superior greiðir Torfinn Hansen frá um m.a. hendan góða bát. Røðin verður endursend komandi vikurnar í Kringvarpi Føroya. Tann fyrsta kemur nú sunnudagin 23. august klokkan 15.00.
* Gitche Gumee á upprunamáli
Mynd: Roelof, Kanada
Tekstur: Høgni Mohr