Skip to main content

Varskó: Handaverk og list skal á breddan nú!

Katrin Bech, verkætlanarleiðari, og Eyðun Gaard, stjóri í Námi 
(foto: Árni Øregaard)

Fyri Nám hevur Katrin Bech, verkætlanarleiðari, síðan ársbyrjan kannað og kortlagt lærugreinina handaverk og list og borið saman við støðuna í øðrum londum. Støðan er ikki góð, men nógv kann gerast 


Orsøkin til kanningina er at finna í samgonguskjalinum, har sagt verður, at neyðugt er at styrkja kreativu og handaligu lærugreinarnar.

- Tað var júst hendan arbeiðssetningin, eg fekk frá Eyðuni Gaard, stjóra í Námi, og síðan at gera eina roynd at finna fram til átøk, hugskot og loysnir, ið kunnu styrkja handaligu lærugreinarnar, sigur Katrin.

- Fleiri orsøkir eru til, at fakið ikki hevur ta rúmd, ið tað eigur, sigur Eyðun og vísir á, at í kjalarvørrinum á Pisa-kanningunum hevur stórt fokus verið á lestrarfakligu lærugreinarnar í hádeild, sum helst hava skúgvað handaligu lærugreinarnar til viks.

Pisa-sjokkið


- Í Noregi hava tey tosað um ”Pisa-sjokkið”, og rákið hjá okkum, sum er, at flestu næmingar skulu víðari til gymnasialt miðnám, førir eisini við sær, at næmingar í hádeild velja fak eftir hesum fortreytum. Tá tykist ikki, sum um handaligu og listarligu lærugreinirnar fáa nakra rúmd, sum aftur er við til at skerja okkara handaliga og listaliga hugflog, og ikki minst okkara dannilsisfatan, sigur Eyðun álvarsamur, nú Katrin hevur lagt fram fakligu kanningina.

- Tað er ilt at meta um, hvørt tað einans er Pisa-kanningin, ið er orsøkin til íkomnu støðuna, men tað er eingin ivi um, at føroyski fólkaskúlin er vorðin meira málstýrdur seinnu árini. Hetta er eftir míni meining ein stórur missur, heldur Tóra Joensen, ráðgevi í handaverki og list.

- Royndir fylla alsamt meira í yngru flokkunum, og tað ávirkar undirvísingina. Allir lærarar vilja, at eins egni flokkur stendur seg væl. Men um skúlin leggur seg ov nógv eftir úrslitum, sum bara kunnu mátast og vigast, so er skjótt, at vit fáa eina ov málstýrda undirvísing, sigur Tóra. 

Viknandi fakligur førleiki


Á Námsvísindadeildini velja tey lesandi heldur ikki handaligu lærugreinarnar sum linjugrein. Tí verða nýggir lærarar heldur ikki settir við úti í skúlunum. Tað avdúka hagtølini, sum Katrin hevur savnað.

- Fakta er, at tølini, sum hon hevur fingið frá okkum, tala fyri seg, sigur Noomi í Dali, námslektari í handaarbeiði á Námsvísindadeildini. Hóast avbjóðingin er í fleiri pørtum, sigur hon, at higartil hava sera fá tikið linjugrein innan handaligu lærugreinirnar, eftir at útbúgvingin varð løgd um í 2008.

- Her eru ongar kreativar grundlærugreinar longur, so tey lesandi møta ikki møguleikanum, og fara heldur ikki at hugsa um, hvørt tað kundi verið nakað fyri tey. Tey, sum raðfesta kreativa økið, eru bert tey, sum frammanundan hava eitt greitt ynski tann vegin, sigur Noomi og greiðir frá, at flestu undirvísarar, sum vóru á økinum undan broytingini, eru ikki longur á deildini.

- Fyrr vóru tvey størv í tónleiki, eitt í smíð, eitt í evning og myndlist, eitt í handarbeiði, eitt í heimkunnleika og eitt í drama. Tað eru sjey størv. Nú er eitt í handarbeiði og eitt hálvt í tónleiki. Hetta merkir, at skal ein linjugrein verða, so má fólk setast til tað, og har eru sera fá, sum hava bæði handverksliga og kreativa útbúgving og akademiskan førleika omaná, sum nú er eitt krav at fáa starv, tí vit nú eru partur av Fróðskaparsetrinum. Og um har var onkur, so er eitt fyribils starv, sum bert er tríkvartstíð, kanska ikki tað mest freistandi, heldur Noomi.

Eins og onnur í hesum viðtali vísir hon á, at læraralesandi heldur velja lærugreinar, ið hava nógvar tímar á talvuni tá tey koma út í fólkaskúlan, so sum føroyskt, støddfrøði og enskt. Á Námsvísindadeildini rakar gongdin ikki bara handaligu og kreativu lærugreinarnar, men eisini aðrar, sum hava fáar tímar, vil Noomi vera við.

- Tað er umráðandi at tryggja, at allir næmingar fáa nøktandi undirvísing í handaligu lærugreinunum. Ein treyt er, at tað eru útbúnir lærarar. Í løtuni koma alt ov fáir, fyri ikki at siga eingin, lærari út við einum prógvi í handaligari lærugrein - undantikið smíð, har koma nakrir út í ár. Tað er sera óheppið, at so fá læraralesandi hava tær handaligu lærugreinarnar sum linjugrein. Her krevst ein broyting, sigur Tóra.

Katrin sigur, at hagtølini greitt benda á, at vit í løtuni ikki fáa nóg nógvar lærarar við linjugrein ella sergrein í handaligum lærugreinunum út í skúlan at undirvísa. Katrin sigur, at lærarar við kompetansu at undirvísa á fakøkinum fækkast og eldast, hóast somu lærarar greitt ynskja at styrkja førleikarnar við skeiðstilboðum.

Misjavnt úti um landið


Eyðun Gaard vísir á, at politiska skipanin hóast alt hevur roynt at gjørt munagóð átøk, sum í fyrrárið at seta námsráðgeva í handaverki og list, og at skúlaleiðslurnar í fjør fingu tveir tímar til hvønn flokkin at ráða yvir.

- Tímarnir kundu verið brúktir til handaverk og list, men teir fara í flestu førum aðrar vegir, staðfestir Eyðun.

Tóra er samd í at fakliga støðan kring landið er ikki góð.

- Tó, tað er ymist frá skúla til skúla, hvussu nógvar tímar næmingarnir hava í handaligu lærugreinunum, og tað er eisini ymist, hvørjar lærugreinar eru umboðaðar í handaverki og list. Tað er tó vist, at næmingar í fleiri skúlum fáa ikki ta undirvísing í handaligu lærugreinunum, sum tey eiga at fáa, sigur Tóra, sum eisini hevur skipað fyri skeiðum í Námi.

- Vit hava havt skeið fyri handarbeiðslærararum tvey ár á rað, har fjøruti møttu. Vit kunnu gleðast um, at vit hava so nógvar ágrýtnar handarbeiðslærarar, men samstundis mugu vit sanna, at umstøðurnar eru ikki nøktandi á øllum skúlum, sigur Tóra og vísur til P-fak skipanina, sum er ein trupulleiki.

P-fak skipanin endurskoðast


- Lærarar tykjast vera á einum máli um, at skipanin skal endurskoðast. Um næmingarnir skifta lærugrein sættu hvørja viku, er torført at fáa samanhangandi undirvísingargongdir. Eisini kunnu næmingarnir vera í ymiskum bólkum, sum ger tað torført at fylgja eini læriætlan. Í fleiri førum er skipanin ein forðing fyri at lærarar kunnu arbeiða við djúphugsni og áhaldni, ið júst er ein eftirlýstur førleiki hjá fleiri í dag.

Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Undirvísingar- og mentamáladeildini í Uttanríkis- og mentamálaráðnum sigur, at tað er umráðandi, at næmingarnir fáa høvi til at royna seg í øllum lærugreinunum, ið eru savnaðar undir heitinum handaverk og list. Tær eru sangur og tónleikur, tilevning, handarbeiði, smíð og  heimkunnleiki.

- Fólkaskúlalógin ásetur, at fyrstu sjey skúlaárini skulu allir næmingarnir hava allar lærugreinarnar, og tí er umráðandi, at skúlin ger eitt heildaryvirlit, nær undirvíst verður í hvørjari lærugrein, so ein skipan verður ment, har næmingarnir fáa møguleika at hugsavna seg sum mest um fakið. Skúlarnir eiga eisini at umhugsa at leggja evnisdagar og evnisvikur í skipanina, sum gevur næmingunum høvi at nýta síni kreativu evni í dagligu undirvísingini, har musisku og kreativu evnini eru ein viðkomandi partur og eitt hent læriamboð, sigur Jenny.

- Tað er eisini ein spurningur, um vit ikki áttu at lagt øðrvísi til rættis, so at næmingarnir fyrstu fýra árini læra arbeiðshættir, fáa innlit í lærugreinina og møguleika at menna skaparnarevnini, og seinnu árini fáa møguleika at velja lærugrein eftir áhuga, heldur Jenny.

- Spurningurin er, hvussu vit á besta hátt gagnnýta bæði førleikan hjá læraranum og hølisviðurskiftini í handaligu lærugreinunum kring landið, sigur Katrin. Hon heldur, at á størru skúlunum eru hvørki læraraførleikarnir ella hølisviðurskifti størstu avbjóðingarnar, men á smærru skúlunum eru avbjóðingar bæði at fáa lærdar lærarar og at undirvísingin er í hóskandi hølum.

Kreativir vitanardeplar kring landið


Eyðun Gaard tekur undir við tankanum um at vitanardeplar kundu verið gjørdir úti um landið í samstarvi við skúlaleiðslurnar og í tøttum samstarvi við bæði Nám og Námsvísindadeildina.

- Innihaldsliga kunnu hesir vitanardeplar hava røtur í tí, sum gongur fyri seg á staðnum. Dømi kundi veri, at  í Klaksvík kundu Tekniski skúli og Skúlin á Skúlatrøð umframt Húsarhaldsskúlin, saman við mentanarøkinum í býnum skipað fyri og staði fyri menningini av lærugreinunum í handaverki og list. Við í hesum toyminum skulu Nám og Námsvísindadeildin vera, soleiðis at skilja, at tá tú vendir tær til vitanardepilin, fær tú inspiratión og skeið, við øllum tí, sum hevur við júst hetta fakøkið at gera. Annar vitanardepilin kundi verið í Sandoynni, har vit nú hava ein eftirskúla við jørð og mold, samstundis sum vinnulívið og landbúnaðurin roynir nýggjar leiðir við Veltuni. Soleiðis kundu vit eisini fari til Suðuroyar, har ítróttarháskúli, langhylur og innandurahøll geva bestu fortreytir fyri at byggja eina serstaka vitan upp, ið fólkaskúlin heilt vist kann gagnnýta, siga Katrin og Eyðun um vitanarøki, sum longu eru sjálvsøgd, meðan onnur skulu byggjast upp frá grundini.

- Ein tílíkur depil skal verða við til at tryggja, at allir lærarar í øllum undirvísingarverkinum fáa atgongd til nýggjastu vitanina, nýggjar læru- og undirvísingargongdir og virka fyri at skapa fortreytir, soleiðis at vit fáa eitt fakligt netverk sett á stovn, sum á ymiskan hátt arbeiðir fyri at styrkja og at varpa ljós á allar tær handaligu lærugreinarnar, sigur Katrin og sipar til Anne Bamford, sum var her í landinum og kannaði listaliga fakøkið í skúlum og barnagørðum í 2012.
 - Tað ræður um at skapa karmar, sum gera, at fólk innan ymsu økini í handaligu lærugreinunum koma í samband við hvørt annað. Bamford vísir á, at allastaðni síggja vit miðstøð, deplar, og hon mælir til, at vit eisini eiga at gera hetta møguligt í Føroyum.

Í niðurstøðuni vísir Anne Bamford á sjey høvuðstilmæli. Í einum tilmæli verður víst á, at samstarv má setast í verk millum skúlarnar og ymisku feløgini og stovnarnar, sum arbeiða innan list og mentan.

Listin blómar - men ikki í skúlanum


Umframt kanningina hjá Anne Bamford, “List í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum”, tekur Katrin eisini fram álitið “Føroyskur førleiki”, sum Mentamálaráðið tók stig til í 1999.

- At breiða út vitan og at skapa fortreytir fyri samstarvi, so vitanardeplar spyrjast burturúr, er ikki nakað nýtt fyribrigdi hjá okkum. Arbeitt varð við slíkari tankagongd í álitinum “Føroyskur førleiki“, sum viðger framtíðar útbúgving og granskingarpolitikk. Har verður mælt til at undirvísingarverkið eisini skipar vitanardeplar.

Katrin sigur, at óansæð hvønn leiklut vit hava í skúlaverkinum, kunnu vit øll hava eina varhuga av, at tær handaligu lærugreinarnar seinnu árini hava verið nógv niðurraðfestar.

- Tað kann kennast løgið at hava slíkar tankar ella sjónarmið í Føroyum anno 2020, tá listin í víðastu merking, uttanfyri skúlans gátt, tykist at verða í besta blóma í øllum samfelagnum, heldur Katrin fyri.

- Vit megna heilt vist at venda skútuni, bara vit vilja tað, sigur Tóra afturímóti. Tað krevur eina hugburðsbroyting, har tær handaligu lærugreinarnar fáa hægri raðfesting og tann ábyrgdin liggur hjá mynduleikunum, sum eru Mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og skúlaleiðslurnar, heldur hon.

Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum er samdur í, at tær skapandi lærugreinarnar eiga at fáa rúmd. Men samstundis heldur hann fyri, at eitt er, hvat mann kann ynskja sær, annað er hvussu veruleikin sær út júst nú.

- Havandi í huga alla okkara skipan, soleiðis sum hon er sett saman í løtuni, so kann eitthvørt gerast, til tess at eggja til betri nýtslu av skapandi læring. Skúlar kunnu eitt nú gera meira brúk av møguleikan við teimum tveimum ”umbýtistímunum”, sum broytingin í fólkaskúlalógini í fjør gevur møguleika til.

Hjalmar mælir eisini til at nýta hugflogið, og í størri mun at tora at bjóða lærugreinum sum føroyskum og støddfrøði av við eini skapandi tilgongd.

- Her kunnu leiðslurnar ganga á odda við at eggja til og geva møguleikar. At slept bókini ella undirvísingartilfarinum, ið vanliga verður nýtt í lærugreinini, og so byrja undirvísingina við spurningum sum “Hvussu náa vit málunum í lærugreinini við eini skapandi tilgongd?”

Dømið er ikki úr leysum lofti. Undir koronastongslinum hoyrdi Hjalmar ein pápa siga frá, at sonurin, sum gekk í níggjunda flokki, helt tað var bæði læruríkari og stuttligar at ganga í skúla, nú tey høvdu koronaundirvísing, tí tey sluppu at brúka aðrar hættir, og undirvísingin varð øðrvísi enn vanligt.

- Hetta varð gjørt við at dokumentera ítróttartíman hjá tær sjálvum við myndum og filmi. Genialt - fakligt og skapandi, sigur ein vælnøgdur stjóri í Undirvísingarstýrinum eftir framløguna hjá Katrini.

Eldsálir og gransking  


Samanumtikið er ilt at meta um framtíðarútlitini í handaverk og list. Tað heldur Tóra, sum ávarar um, at verður einki gjørt, so versnar álvarsliga støðan.

- Hinvegin eru góðir møguleikar at betra um viðurskiftini, tí vit hava eldsálir úti á skúlunum. Fáa hesar eldsálir góðar umstøður, og vit samstundis fáa nýútbúnar lærarar, so sær framtíðin ljós út, sigur Tóra.

Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari, vísir eftir framløguna á, at bæði land og kommunur noyðast at leggja áherðslu á økið, so at skúlarnir hava møguleika fyri at skipa eina fjøltáttaða undirvísing í handaverki og list.

- Vit hava nógvar góðar skúlar kring landið við fjølbroyttum hølismøguleikum, og eisini er náttúran dygst við dyrnar í nógvum støðum, men vit nýta ikki altíð teir møguleikarnar. Læraraførleikin er ein fortreyt, og leiðslan hevur eisini ein leiklut, tí er ráðlegging og fyriskipan umráðandi, so at musisku og kreativu lærugreinirnar fáa rúmd á talvuni og í ymsu lærugreinunum, sigur Jenny.

Katrin endar framløguna um aktuellu støðuna hjá handaverki og list í føroyska fólkaskúlanum við eini ásannan av, at eins og í grannalondum eru øll skúlafólk noydd til at seta sjøtul á kjakið og fara til verka alt fyri eitt.

- Verður bíðað ov leingi, kann væntast, at aðrir fakbólkar mugu takast inn í undirvísingarverkið at lesa tímarnir í teimum handaligu lærugreinunum, sigur hon.

Eyðun er eins ótolin og Katrin.

- Tá tað kemur til handaverk og list, mugu vit byrja beinanvegin, soleiðis at tað aftur gerst spennandi og virðiligt at vera lærari í fakinum. Námsvísindadeildin eigur eisini at fáa til vega játtan, sum gevur rúmd fyri fakligari gransking á økinum, tí einki hjálpir sum gransking at lyfta vitanarstøðið og síðan virðingina fyri fakinum, sigur Eyðun Gaard at enda.

Katrin Bech, verkætlanarleiðari (foto: Árni Øregaard)

Grein hjá Námi í Skúlablaðnum 2020