Frelstir føroyingar velja Trump, russarar eru áhugaðir í Føroyum, klaksvíkingar kanna seg treyðugt fyri korona og vit vilja hava ópolitiska uppstilling til kommunuvalið. Annars stendur væl til í Føroyum.
Eftir einum tíma hava 200 fólk lisið fleiri enn 3000 síður í nýggja talgilda blaðum hjá Portalinum, Blaðið Vikuskifti, har lýsingar eru niðast á hvørjari síðu. Klokkan níggju hava 420 fólk lisið. Tað er fyrstu ferð at eg hava sæð hesar upplýsingar kunngjørdar, sum pressan annars hevur hildið inni við seg sjálva.
Blaðið er ljóst og lagaligt at lesa á skerminum, sum er pallurin, heldur enn pappírið. Eyðkennið er lagaligi teksturin. Enn kostar Blaðið einki, men skilligt er at lesarin skal rinda fyri framhaldandi at sleppa at lesa. Veit ikki, hvussu villigur lesarin er at gera tað.
Pappírsbløðini fækka, vikuskiftisblaðið hjá Sosialinum hevur javnt ein høgan standard, sum enn ger tað verdugt at taka upp í hondina, meðan Dimma er ov misjøvn, seinast við eini fínari grein, sum er prentað uppaftur, tí alt kom ikki við í fyrru vikuni, og upprunaliga hevur høvundurin skrivað somu grein í donskum blaði í juni. Man undrast um redaktionellu viðurskiftini á blaðnum, sum í seinastuni hevur skrúvað upp fyri eini nýggjari webredaktión, eins og Portalurin nú ger.
Alt nýtt journalistiskt er vælkomið, bara tað er vælskrivað, fangar eitt rák og tykist væl skipað. Tað ger Blaðið Vikuskiftið. Um tað er nóg mikið og fer at skapa ein nýggjan lýsingamarknað, kann bara tíðin vísa.
Skilligt er at fótbóltur er fremsta sølumál hjá allari føroysku pressuni. Avbjóðingin er at fanga og halda fast í restini av lesarunum. Higartil sær tað gott út. Til lukku við tí!