Tá freistin var úti á midnátt í gjárkvøldið, vóru 12 filmar komnir inn til skúlakappingina hjá Námi at gera stuttfilm um Heimsmálini.
Hesuferð var úrvalda heimsmálið nummar 14: Lívið í havinum, á enskum Ocean Literacy.
Formaðurin í dómsnevndini, Árni Øregaard, sigur, at nú verður mett um úrslitini við tí í hyggju, at finna eina vinnara. Vinningurin í árligu stuttfilmskappingini hjá Námi er 30.000 krónur.
Sum nakað nýtt verða allir teir innkomnu filmarnir í stuttfilmskappingini hjá Námi vístir á stóra løriftinum í Havnar Bio.
Tað er fríggjakvøldið 11. desember kl 19:00. Øll tey, sum hava luttikið, hava ókeypis atgongd og fáa ókeypis poppkorn og kola afturvið.
Eyðun Gaard, stjóri í Námi, verður til staðar og fer at kunngera vinnaran við orðingini frá dómsnevndini.
Tiltakið varar ein góðan tíma.
Til at gera vart við filmskappingina hevur Nám fingið loyvi frá Haraldi Bjørgvin at brúka myndir, sum hann hevur tikið undir vatnskorpuni.