Skip to main content

Hvør sigur hvat um hvønn í sama húsi?

Nú var aftur eitt kjak, har tríggir sjurnalistar siga okkurt um tað, sum ein fjórði sjurnalistur hevur skrivað á eini avís, sum kemur einaferð um vikuna. Umframt teir fýra sjurnalistarnar, slapp Annika Olsen, sum varð ofrið í kjakinum, eisini til orðanna. Átta bein móti tveimum. Havi ilt við at taka hetta sjálvuppgjørda innanhýsis prátið millum sjurnalistar, sum ikki á nakran hátt kemur út um senukantin í almannavarpinum, sum kanska bara Annika hevði førleika til at síggja, fanga og skilja, í álvara. Hetta var avgjørt eitt mál fyri nevndarfund í felagnum hjá sjurnalistum, um tað er til. Kanska undir ymiskum ella innkomin mál. Haldi fyri vist, og havi hildi tað í áratíggju, at vitborna tilgongdin hjá skrivandi sjurnalistum til sjálvt tað at vinkla, skriva, ritstjórna, gera yvirskriftir, bíleggja myndir og skipa grafikk, er so ofta á einum so lágum støði, at nú eigur Setrið at seta skund á eina føroyskt innrættaða sjurnalistútbúgving.