Nú verður boðið út í kapping um, hvar mest umrøddi bygningur í Føroya søgu, tað er Tjóðleikhúsið, skal vera, og hvussu hann skal síggja út, soleiðis arkitektoniskt og í funktiónum á staðnum.
Tað er Landsverk, sum í dag boðar frá útboði um undangóðkenning til nýggja Tjóðleikahúsið í - haldi tykkum fast - Tórshavn. Soleiðis ljóðar yvirskriftin. Í Tórshavn.
So nú er at verða við í tilgongdini at gera uppskot til nýtt tjóðleikhús til Tjóðpall Føroya fyri allar føroyingar. Uppgávan snýr seg um at koma við uppskoti til staðseting, umframt til luttøku í arkitektakapping av einum Tjóðleikhúsi í Tórshavn.
Til ber at lesa meir um útboðið her.