Skip to main content

Ein strandarpromenada


Riviera Paradise við Stevie Ray Vaughan í oyrunum og einum Sea Breeze í hondini, tað verður lagið, tá tú í framtíðin skalt svala tær á ein heitan dag yviri við Strond. 

Tú hevur allan tann friðsæla fjørðin fyri tær, og ikki so mikið sum skuggan av hurrandi lastbilum og treylarum av havnarlagnum, sum fáa jørðina at skelva, senda sitringar í skallan og elva til ítøkiliga ótrygd, ikki bara fyri gangandi, men eisini fyri sjafførar.

Havnarútbyggingin hevur gjørt vegin yviri við Strond til eina latenta deyðsfellu. Tá einki er gjørt við vegin, ið skal svølgja allan framburin, hava býráðspolitikarar, ivaleyst við óvanliga ringari samvitsku, leitað aftur til eina gamla ætlan, ið er at gera gøtu fram við sjóvarmálanum, akkurát sum tey hava í øðrum londum og býum, har tey vilja fagna havinum og skapa upplivingar fyri tey, ið eru til gongu.

Altjóða móðurmálsdagin var eg niðri á Bukkvald, ikki fyri at loysa mær buksurnar, men fyri at royna útsiktina frá hesi ætlaðu strandarpromenaduni, sum nú er í ger. Spákingarvegur, sigur orðabókin fyri promenadu, og nevnir gongudekk, sum er serliga kent umborð á ferðamannaskipi, helst á ovasta dekki.

Og tað er ikki eitt fremmant sýni, ferðamannaskip, á hesum leiðum, bara koronan ikki gjørdi um seg. 

Hóast tað estetiskt ikki bendir á tað, hetta er hartkókað art brut í betong, er promenadan partur av varðveiting og miðling av søguslóðum í býnum.

Fyri jól segði kommunan í tíðindaskrivi, at seinasta fiskastykki í býnum verður nú “liður í ætlanunum um at varðveita og miðla søguligu slóðirnar, ið finnast fram við náttúruvakra strekkinum millum Boðanes og Skansan. Ætlanin er nú at skipa økið soleiðis, at tað bæði verður áhugavert og atkomuligt fyri almenningin at vitja. At umvæla og miðla søguna um Fiskastykkið Yviri við Strond er partur av yvirskipaðu ætlanini at gera gøtu kring Havnina við ymiskum eyðkennum og náttúruupplivingum fram við bygdum øki. Partur av ætlanini er eisini gøtan fram við Sandá, sum varð liðug í vár, gøtan í Villingardali, sum verður gjørd nú, umframt ein stutt royndargøta Yviri við Strond undir kampingplássinum, sum verður gjørd í vetur. Seinni er eisini ætlan at gera útsýnisstað á Bukkvald. Týdningarmikil partur í fyrireikingunum til verkætlanina er uppmátingar og náttúruskrásetingar í økinum. Fiskastykkið er parturin av hesi langtíðarætlan,” sigur Tórshavnar kommuna.

Hóst gott veður í løtum, hava seinastu dagarnir verið merktir av uppgangi, grimdarregni og illveðri.

Enn er promenadan ikki long, men til ber at síggja hana, stíga á hana og kenna strukturin, har hon liggur í lendinum, strandarpromenadan. 

Alt eg síggi hiðani, Ríkissalurin hjá Jehova Vitnum, Tórsbyrgi, Lágargarður og Boðanesheimið, er hugsað og bygt í lendið, ikki í oppositión við lendið. Tað er brúgvin ikki. 

Hinvegin, her brýtur hart og júst av teirri orsøk varð Bukkvald lagt her, so alt kundi fara til havs. Í dag er bara oljugrús eftir. Oljugrús, sum kommunan av onkrari orsøk stoytir oman av bakkanum, veit ikki hví. 

Her, aftanfyri kampingplássið og heim til fiskastykkið, er ein spennandi, fyri ikki at siga avbjóðandi samanstoytur av estetiskum royndum, frá art brut gongubrúnni, til betongblokkar og omanstoytta oljugrúsið. Sum skræddarseymað til eina útferð undir heitinum Syngjandi Grót

At bjóða tí torførasta av, tí, sum helst aldri fer at rigga. At royna tað, sum longu í føðingini er deyðadømt, og kortini blíva við. Tað er nakað hugtakandi í tí. Kanska fer grótið at syngja ein skjønnan dag, og øll fara at ganga hond í hond frá Skansanum, út á Boðanes og niðan í Hoydalar. Kanska.