Skyggen i mit øje er nýggjur filmur, sum Ole Bornedal hevur gjørt um hendingina fyri krígslok, tá Franski Skúlin á Frederiksberg varð bumbaður av einum mistaki.
Filmurin, sum er framúr til undirvísing í hádeild og á miðnámi, hevur ein føroyskan vinkul, sum Óli Jacobsen úr Gøtu fer at greiða frá um, tá hann innleiðir sýningina í Filmsfelagnum mikudagin 13. oktober, tvær vikur undan almennu frumsýningini í Biografklub Danmark.
Bumbað av misgávum
Um morgunin hin 21. mars í 1945 gera nunnurnar og skúlanæmingarnir Rigmor, Eva og Henry klárt at byrja dagin í Franska Skúlanum á Frederiksberg.
Langt burturi - hinumegin Norðsjógvin - gera bretskir flogskiparar hjá Royal Air Force klárt at hjálpa donsku mótstøðurørsluni í eini avgerandi atsókn. Teir hava sett kós móti Shellhúsinum mitt í Keypmannahavn har Gestapo hevur tikið sær høvuðssæti undir krígnum.
Men á ovastu hædd hava týskarar sett 26 danskar fangar sum livandi skjøldur.
Álopið eydnast, men stutt frá hesum staðnum hendur ein vanlukka.
Eitt flogfar, sum hevur borið við ein steyra, er dottið niður við Franska Skúlan. Eldur kemur í og í ringa sýninum fær roykurin hini bumbuflogførini at halda, at bumbumálið fjalir seg undir roykinum á Frederiksberg.
Føroyska gentan, Alice, abbadóttir Gøtu Anton úr Bartalstovu, rann allan vegin úr skúlanum og heim til mammuna í Herlev.
Ein rennandi genta, sum kundi verið tú og eg, er eitt av sterkastu brotunum í nýggja krígsfilminum hjá Ole Bornedal, sum er giftur Helle Fagralid.
Alice, abbadóttir Gøtu Anton
Føroyska Alice Carita Jacobsen var ein av gentunum, sum kom við lívinum frá hendingini. Hon andaðist í 1987 og er grivin í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin í Havn. Her er ein konfirmatiónsmynd av Alice.
Óli Jacobsen, sum fer at innleiða sýningina, hevur granskað familjusøguna og skrivar við Birgit Nøhr sum heimild, soleiðis í Sosialinum fríggjadagin um Alice:
Alice var fødd tann 1. januar í 1930 og hevur tískil verið 15 ár, tá umrødda hending fór fram.
Hon hevði saman við øðrum gentum fimleik í fimleikahøllini í skúlanum, tá ið bumburnar fullu. Hon varð ikki rakt, men hvøkkurin var so stórur, at hon rann allan vegin í fimleikaklæðum heim til mammu sína í Herlev. Hetta hevur verið ein fittliga langur teinur.
Mamman varð um hesa tíðina skorin fyri ein svull í heilanum. Viðgerðin eydnaðist ikki væl, og hon flutti á eitt røktarheim.
Alt hetta hevur verið hart hjá hesi ungu gentu, sum eisini hevði mist pápan, Poul Martin Jacobsen, av krígsávum tvey ár frammanundan.
Alice flutti heim til fastrina Mathildu og Anders, sum tóku sær væl av henni.
Men Alice kom ongantíð fyri seg aftaná hesa hending. Hon bleiv sálarliga illa fyri, og tær viðgerðir, sum hon fekk fyri hetta var ”en skrap kost dengang”, sum Birgit tekur til.
Seinni flutti Alice aftur í teirra íbúð í Herlev saman við eini kvinnu, sum tók sær væl av henni.
Aftur seinni flutti Alice í eina nýggja nútímans íbúð í Herlev. Har kom hon í eitt dagtilhald, har tey hjálptu henni við gerandisdegnum. Birgit skrivar:
”Vi havde hele tiden tæt kontakt til Alice, og vi elskede hende”, og hon skoytir upp í ”Æret være deres alles minde”.
Hetta er ein vøkur søga um familjusamanhald
Men Alice bleiv verri og verri fyri, og hon doyði í 1987. Hon varð jarðað í Føroyum saman við foreldrunum og ommuni og abbanum, skrivar Óli Jacobsen í Sosialinum fríggjadagin.
Í myndasavninum hjá Kongaliga Bókasavninum eru nakrar myndir frá hendingini, sum mest sum ikki er lýst í skúlabókum og almennum frásagnum. Her er mynd, sum pressufotografurin Søren Christian Henriksen tók 21. mars 1945 av nunnum, sum leita eftir yvirlivandi børnum í bumbaða skúlanum á Frederiksberg.
Fimtan ára aldursmark
Í sterka krígsfilminum, sum hevur fimtan ára aldursmark, fylgja vit børnunum Henry (Bertram Bisgaard), Eva (Ella Nilsson) og Rigmor (Ester Birch) og næstrafólkum teirra, nunnuni Teresu (Fanny Bornedal), danska HIPO manninum Frederik (Alex Høgh Andersen), bretsku flogskiparunum Peter (Alban Lendorf) og Andy (James Tarpey), og tveimum mótstøðumonnum, sum verða fangaðir. Teir eru Jens Sætter-Lassen og Joen Højerslev. Foreldur at børnunum eru m.a. Danica Curcic, Mads Riisom, Kristian Ibler, Malene Beltoft og Maria Rossing.
Filmurin er vælegnaður til undirvísing í søgu at varpa ljós á vinnarar og taparar í øllum kríggi, og serliga at hefta seg við, hvør skrivar søguna, tá lítið heroiskar hendingar fara fram - eisini á okkara leiðum.
Serliga áhugaverd og egnað til kjak í skúlaflokkinum er lýsingin av unga HIPO manninum, við kongaliga navninum Frederik, leiktur av Alex Høgh Andersen. Hvaðan er hann, hvussu hevur hann tað heima og hvør menning kann eygleiðst, sum filmurin gongur og søgan mennist til tað crescendo, sum vit nú kenna, hóast tað mest sum hevur verið hildið fjalt í tjóðarbyggjandi undirvísingartilfari.
Fimurin Skyggen i mit øje verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 13. oktober kl 20:00. Sýningin er almenn.
Her síggjast nunnur og bretskir RAF flogskiparar, sum í 1946 leggja krans við fyrrverandi Franska Skúlan, sum teir av misgávum bumbaðu, so alt er burtur.