Skip to main content

Hundavald

 

Foto: Bjarni Árting Rubeksen

Sálmisturin minnir okkum á tað hundavald, sum kemur í, tá menn gerast sjúkir eftir makt og lata rot koma í atferð og yvirvøld. Tað sóu vit á tingi, tá fólkaræðisliga skipanin var í fríum falli, og landsins kosnu uttan avmarking í eins fríum vitnisburði kundu greiða frá um egnar upplivingar, tá teir kendu seg fjøtraðar í einum lgbt-reiðri har suðri á evropeiska meginlandinum. 

Um henda hallusinerandi royndin í bundinskapi var í kjalarvørrinum á Timothy Leary, varð ikki sagt, men landsmaðurin Thomas Savage kendi seg í hippieárinum sjeyogtrýss kallaðan at skriva søguna The Power of the Dog, ið ávarar menn um eitrandi hundavald. The Power of the Dog. 

Av somu ávum hevur nýsælendska Jane Campion gjørt søguna til film við sama heiti, sum Sálmisturin í fyrndini risti úr ermuni, tá hann ávaraði um rot, tí hann sá hundavald fyri sær. 

Einki er nýtt undir sólini. Og tí stendur tyktandi áminningin hjá Sálmistinum enn fyri okkum:

”Máttur Mín er tornaður upp sum pottabrot, tungan loðar føst í gómum Mínum, og Tú leggur Meg niður í dust deyðans. Tí hundar standa rundan um Meg, hinir óndu í hópatali sláa ring um Meg; teir hava stungið Meg ígjøgnum hendur og føtur. Eg fái talt øll bein Míni; teir hyggja at Mær og halda frægd at tí. Klæði Míni býta teir ímillum sín, um kyrtilin kasta teir lut. Men Tú HARRI, ver ikki langt burtur, styrki Mín, skunda Tær at koma Mær til hjálpar! Bjarga sál Míni undan svørðinum, hini einastu Míni undan hundavaldi!”

Hetta er hin reinasta maktpoesi. Frá guddómliga Sálmaskaldinum til fólkið. 

Hon hevur enn gildi, áminningin um at hundavaldið, The Power of the Dog, er til í hvørjari vrá, og at uppgávan hjá tí rætttrúgvandi er at sleppa okkum undan hesum eitrandi mansvaldi. 

Tað er missiónin, maktin og poesiin. Amen.