Skip to main content

Annika Olsen - Ársins Brita

Raclip hevði eina fína sending úr Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld við heitinum "Konubrot og Britubrim."

Høvuðspunktið var, at Annika Olsen varð kosin Ársins Brita, sum er ein nýggjur heiður á kvinnudegnum 8. mars. 

Forkvinnan í javnstøðunevndini, Mai Laksáfoss, greiddi frá um gamla týdningin í heitinum brita, og tann týdning, sum nú verður lagdur í tað. At undirstrika nýggja týdningin, varð tað landsstýrismaðurin í javnstøðumálum, Sólvit E. Nolsøe, sum handaði Anniku heiðurin. 

Anniku fotograferaði eg á ólavsøku í 2017, tá hon varð heiðrað við borgarstjóraketu, seinni sama ár, tá hon setti ísraelskar filmsdagar í Filmsfelagnum, fyri jól tá matstovan Tarv lat upp í Vágsbotni og í januar 2018, tá hon saman við Grindamannafelagnum møtti borgarstjóranum í Taiji í Japan, Kazutaka Sangen. Við øll hesi høvi var Annika borgarstjóri í Havn. 

Við tiknu myndunum fari eg at ynskja tær til lukku við nýggja kvinnuheiðrinum, Annika!




Mín meining er, at Annika burdi verið kosin forkvinna í hennara politiska flokki, innan hann syndrast, og púra missir takið í høvðusstaðnum, flokkur hennara.

Gjøgnumgangandi evnið í tiltakinum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum vardi hálvan annan tíma og varð sent í Sjónvarpinum, var fráveran av kvinnum í avgerandi sessum í politikki, og tað faktum, at bert ein kvinna var forkvinna í einum politiskum flokki, Ruth Vang í Framsókn.

Skakandi var eisini at hoyra í sofapráti, at tær báðar løgtingskvinnurnar, Ingilín D. Strøm og Hervør Pálsdóttir, hava skrivað klagu til formansskapin í Føroya løgtingi um sexistiskan atburð, mentan og tosingarlag hjá meir enn einum løgtingslimi. Akkurát hvør og hvussu støðan var, sum klagað er um, hvørjir løgtingslimirnir vóru, og hvat teir gjørdu og søgdu, varð ikki upplýst, men fer helst at verða heitastu tíðindi í morgin. 

Men Ruth Vang kundi leggja afturat skakandi søguni um klaguna, at hon onga aðrastaðni hevði upplivað eitt so sexistiskt arbeiðspláss sum Føroya Løgting. Hetta er veruliga breaking news, sum kvøldsetan í Fuglafirði setti hol á. Eg øtist. Nú er upp til miðlarnar at kanna málið.

Spennandi verður at hoyra, hvørjir mannligir parlamentarikarir eru so alltráðir at føra hetta slag av atferð inn um Tingsins føroysku tignargátt. Sexualupplýsing í skúla er jú eitt heitt mál á tingi í løtuni, takkað verið framúr upplýsandi virkseminum hjá Kyn, sum aftur hevur fest í spurnarkrútið hjá einum limi í Miðflokkinum, so vit øll vita um málið og nú kunnu undrast, hvat tað er fyri subversiv undirgangsræðsla, sum býr í sexualupplýsing og á henda hátt fær útloysn í sexistiskari atferð.

Ímeðan kunnu vit hyggja eftir besta filmi á Netflix "The Power of the Dog" og blíva klókari.

Livst so spyrst.