Nýggjasta dømið um hevdvunnið starv, sum ikki ber løn í sær, verður aftur almannakunngjørt á síðunum hjá Landstýrinum. Tað er ókeypis arbeiðið á bonaðu gólvunum á føroysku sendistovunum, sum tekur støði í tankanum stagiaire. At loysa ein annan av fyri einki. Tað kann vera ein ókendur kokkur í altjóða køkinum, ella ein amtørsúklari á professionellari kappsúklu í tí franska. Stagiaire. Ókeypis at loysa av.
Danska Rithøvundafelagið hevur beint nú gjørt kanning um tað sama, at arbeiða fyri einki, altso onga løn yvirhøvur, fyri tað víða og breiða samskiftisarbeiði, sum rithøvundar lata seg brúka til. Felagið hevur lýst vandamálið í 25 samrøðum millum limir.
Høvundurin Knud Romer sigur í Politiken, at hann er ikki fremmandur fyri at arbeiða ókeypis, og gevur dømi um tað í blaðnum. Turrisliga sigur hann um kanningina hjá Rithøvundafelagnum, at helst er tað bara tey, ið gjørdu kanningin, Kurana, ið fingu nakað burturúr kjakinum.
Minnist, at ein av okkara ídnastu høvundum, Marianna Debes Dahl, einaferð tók saman um egnar útgávur og spurdi retoriskt, hvør mundi fáa nakað burturúr. Tað fingu øll - uttan hon, ið var upphavið til virksemið.
Skilst, at soleiðis er enn. Rithøvundar eru nú staðfest dømi um orku, manpower, sum er tøk fyri einki.
Í Financial Times var í juni drúgv grein um lønarviðurskifti á matstovum, við teim fínastu í Keypmannahavn sum dømi. Tað vórðu ikki mjúkasta ostaflísar, ið fullu fyri dyrnar á Noma, sum eins og sendistovurnar hevur siðvenju at hava fólk í arbeiði fyri onga løn. Lakoniskt endar greinin í kenda fíggjarblaðnum við orðunum: ”Noma plans to begin paying its interns. It will do so beginning in 2023.”
Júvist er arbeiðarin løn sína verdur. Men hjá summum tekur tað longri tíð at sanna, at breyð og smør lækka ikki í prísi, um tú kemur til diskin og sigur, at tú í lønarsamfelagnum arbeiðir fyri einki. Tá verður tú ein paria. Tí so samhaldsfastar eru Føroyar ikki, hóast vælgøddir lønarflokkar eru á Tingi, sum siga seg vera samhaldsfastar.
Matteus spyr: ”Hvør er tann maður tykkara millum, sum vil geva syni sínum ein stein, tá ið hann biður um breyð?”
Hondina á hjartað. Vit eiga at fáa eitt javnari samfelag, har einki umbiðið arbeiði er til, ið verður skrásett sum ólønt. Í hvussu er ikki í almenna geiranum.
Livst, so spyrst.