Hevur landsfelagið hjá Javnaðarflokkinum, Føroya so nógv best skipaða flokki - við Landsstevnu, Landsfundi, Floksleiðslu, Starvsnevnd og Floksstjórn - onga útmelding um førda javnaðarpolitikkin í høvuðsstaðnum, nú hann setur miðbýin, Mentanargøtuna og bygningarnar, sum har eru, til sølu?
Og hevur Javnaðarflokkurin eftirlit við, um allir valdir javnaðarpolitikarar halda grein tvey í landslóg fyri Javnaðarflokkin í allar verðini, sum sigur:
”Endamál Javnaðarfloksins er at upplýsa Føroya fólk um javnaðarhugsjónina og í samsvari við grundsjónarmið floksins at fylkja fólkið um at gera Føroyar til eitt sosialistiskt vælferðarsamfelag á fólkaræðisligari grund” -?
Nei, eg bara spyrji í stillari undran…úr Havn, um nakar skuldi ivast.