Eitt sindur um hvussu vit elska er heitið á nýggja filminum hjá Anton Petersen, sum hevur lisið film hjá Béla Tarr í Sarajevo.
Eftir eina inniliga nátt við eymleika og nærleika í einum brennivínsrúsi, sigur ein kvinna søguna um, hvat hendi, innan hon kom á ákærubonkin fyri at hava dripið persónin, hon helt seg elska yvir alt.
- Hetta eru mest hugtakandi og longstu takes eg havi gjørt, sigur Kurt Ravn, og mátar við ørmum og fingrum, meðan vit saman við Sofíu Nolsøe tosa um, hvar á eini ál, sum byrjar í Hollywood og endar eystanfyri Moskva, vit eru, nú seinastu upptøkurnar eru lidnar.
- Her eru í hvussu ongar blinkstrandi biljagstranir, so vit eru langt frá Hollywood, kanska í eystasta parti av Evropa og nærkast Asia, hvat filmiskari frásagnarrútmu viðvíkur, siga Kurt og Sofía.
- Og stendur nakað og darrar í luftini millum okkum, so er tað har, sum ein partur av longu upptøkuni, sigur Sofía, og er av somu orsøk serstakliga spent at síggja filmin, tá hann er liðugt kliptur.
- Í mínum hugaheimi er tað ein eysturevropeiskur heldur enn ein føroyskur filmaður frásøgustílur, sigur hon.
Vit sita í Smæruni, har framleiðsluliðið hevur hildið til í skrivstovuhølunum hjá Nemlia og í gomlu sjónvarpskantinuni og nýggju stóru felagshøllini til upptøkurnar, sum í seinnu helvt av filminum er eitt intenst rættardrama, har Kurt, vit kenna sum Røde frá Matador, er ákærin Henriksen og Sofía Nolsøe er hin ákærda Agnas.
Fyrri partur av filminum, sum er tikin millum Horna fyri hálvum øðrum ári síðan, er eitt veitslukvøld, har kvinnuligu høvuðspersónarnir, Agnas og Laura (Noomi Kunoy Heradóttir) eru í fokus.
- Anton hevur skrivað, leikstjórnað og fer helst eisini at klippa, tað vil siga at velja takes, sigur Jón Hammer, sum saman við Pæturi Marjunarson Dahl, er framleiðari og hevur felagið Kykmyndir, ið stóð fyri føroyska partinum av Trom, sum nú verður vístur á BBC, og eisini stendur fyri nýggja filminum hjá Sakarisi Stórá.
Tað er illveður, tá tær báðar, Agnas og Laura, fara inn í húsini hjá Lauru. Hóast tað fyri okkum tykist vera fyrstu ferð tær møtast, opnar Agnas seg kærleiksfult fyri Lauru, sum hon í loyndum altíð hevur elskað. Laura svarar einki til óvæntaðu kærleiksváttanina, og eftir leyslátaðu brennivínsnáttina, fer Agnas at ivast og draga pínufult á bæði.
Nú fara einar dyr upp og vit eru í einum rættarsali, fullur av áskoðarum. Agnas, sum ikki vil hava verja, situr fyri dómaranum, ákærd fyri at hava dripið Lauru. Brennandi spurningurin frá ákæranum er: elskaði tú Lauru?
Filmurin er eitt stramt kamarspæl, ið við tveimum leikarum fer fram á tveimum støðum. Jón væntar, at filmslongdin verður út móti tveimum tímum, alt eftir hvussu klippingin fer at ganga, nú allar upptøkur eru lidnar.
- Siktið er, at filmurin verður liðugur, tá næstu filmstevnur byrja úti í heimi, beint eftir ársskiftið, og síðan verður filmurin frumsýndur í Filmsfelagnum og so í biografunum.
Afturat sær hevur Anton týska meistarafotografin Fred Kelemen, sum nýliga hevur filmað Esau fyri russiska leikstjóran Pavel Lungin við Lior Ashkenazi í høvuðsleiklutinum sum Esav, Mark Ivanir, ið var við í Schindler’s List, sum Jákup og Harvey Keitel sum Abraham. Umframt føroyingar eru teknikarar úr Ísrael og Ungarn við í filminum hjá Anton, sigur Jón.
At fylgja upptøkunum á monitorinum í dag vitnaði um ein spennandi fotograf, ið hevði Sofíu Nolsøe á innara eyganum sum eitt teletransporterað minnismerki av Jeanne d’Arc hjá Dreyer, ið brendi seg í mítt filmiska minni. Ein sterk filming av einu sterkari søgu.
- Vit hava brúkt seks upptøkudagar her, og níggju dagar í fyrra umfarinum, fyri hálvum øðrum ári síðan, meðan kvinnuligi høvuðspersónurin, Agnas, hevur verið varðhaldsfongslað, sigur Jón.
Enska heitið er Love Acts og á enskum sigur Anton Petersen sjálvur soleiðis um filmin:
Love bears all things, believes all things, hopes all things, endures all things. Yet love betrayed can strike you with an overwhelming anger and contempt. Being torn between the opposites of love and hate, is in my opinion the most torturous pain of all. An ambivalence which tears at the core of your being and leaves you in a state of constant emotional and mental unrest. How can you hate the one you love? Was it ever true love in the first place? Does one exclude the other?