Skip to main content

Heðin stillar ikki uppaftur

 


Eftir samskifti á Vaglinum í dag, eru borgarstjórin og bloggarin í høvuðsstaðnum, Heðin og Birgir, samdir um, at teir stilla ikki upp. 

Birgir, 65, fer ikki inn til Tobba og søkir ikki mentanarstarvið, hann hevur lýst leyst, og Heðin, 76, lovar, at hann stillar ikki upp til kommunvalið, sum verður um tvey ár, hin 12. novembur í 2024. 

Orsøkin er, sigur Heðin, at teir eru ov gamlir at átaka sær tílíkar uppgávur. 

Hevði Birgir verið yngri, so varð tað annarleiðis, sigur hann og leggur aldurin hjá báðum til grund í lesarabrævi til allar miðlar. 

Hetta er rætti holdningurin, at lata ungdómin sleppa framat, samtykkir bloggarin í.