- Gøturnar hetjur í dag er manningin hjá Reinhaldinum. Tað er tann manningin, ið hvønn dag ger býin presentablan, sum hvønn dag ger, at vit vakna upp til eina reina og deiliga Havn gerandis og heilagt.
Og serliga, nú tjóðarhátíðin verður hildin í høvuðsstaðnum, kunnu vit kenna okkum fullvís í, at tá vit fara út í býin ólavsøkumorgun, so eru gøtur, gonguteigar og uppihaldsøki fullkomiliga avblást.
Havnin skínur.
Gøtusóparamyndin er ein ætlan hjá starvsfólkum hjá kommununi, sum hava gjørt hugskotið, staðið modell og teknað, meðan Skipasmiðjan MEST hevur skorið gøtusóparan úr cortenstáli. Jann Kann hevur sett upp.
Gøtusóparin er ein gáva frá floksfelagnum Kára í Havnar Arbeiðarafelag, sum á henda hátt vil minnast okkara gomlu og verandi gøtusóparar, varðveita søguna og samstundis heiðra okkara vala liði í Reinhaldinum.
Og tí var onki meira nátúrligt enn at seta gøtusóparan her uttan fyri dyrnar til teirra gomlu arbeiðshøli í ráðhúskjallaranum.
Eg fari vegna býin at takka fyri gávuna og eg fegnist um, at vit á henda hátt varðveita ein týdningarmiklan part av havnar søgu.
Hjartans tøkk fyri - eg vóni at fólk fegnast um gávuna, og at gøtusóparin ikki fer í søguna sum eitt poppblað, men verður ein nátúrligur partur av mentanarpolitikkinum og umhvørvinum her omaná Vaglinum.
Hervið verður gøtusóparin avdúkaður.
25. juli 2022