Í dag er spanskur tjóðardagur, og helst er tað orsøkin til, at Dávur Poulsen í morgun varnaðist at hansara lag hevur verið spælt fyri hópin av fólki í Madrid í nátt. Dávur er av Strondum og býr í Fuglafirði.
- Richie Hawtin, 52, er helst tann størsti tekno dj, sigur Dávur, sum hevur havt samband við hann síðan í juli, tá Hawtin fór at brúka løg hjá Dáva, sum í hesum høpi kallar seg Playmo.
Síðan Hawtin, sum er úr Kanada, kom fram í 1990’unum, hevur hann verið fremstur at skapa stílin minimal techno, serliga undir listanavninum Plastikman. Í tímalongum heimildarfilmi frá 2006 verður søgan søgd um Richie Hawtin.
Dávur hevur fleiri ferðir verið í Grundini á G! - Eisini í 2019, tá tað gekk fínt, men sum vera man, rýmdu fólk til síðst at hoyra høvuðsnavnið á Sandinum, sum tað árið var Fat Boy Slim, sigur Dávur.
Á G! skránni lýsa tey Dáva við hesum ensku stílistisku frøðiorðum: "Dávur’s style can be described as heavy and pumping, with inspiration from Detroit and Berlin."
Í apríl í ár vann Dávur kappingina at remixa løg hjá pfirter í Barcelona. Umframt pfirter hevur Dávur remixa fyri Perceptive Records og nøvn sum Orka, Dánjal á Neystabø, Hús, Høgna Lisberg, Knút Háberg Eysturstein og Sander Van Doorn.