Skip to main content

Til lukku, Eir!


Eir í Ólavsstovu vann bæði Geytan hjá Runavíkar kommunu og Áskoðaravirðislønina hjá Tórshavnar kommunu fyri heimildarfilmin Sálarkvøl, ið lýsir Elin Josefinu Smith í sjeyogtjúgu minuttir. Filmurin hevur verið vístur í Kringvarpinum fyrr, men Hugmynd hevur klipt filmin av nýggjum og strammað hann upp, so hann er innanfyri hálva tíman, sum er tíðarmarkið, ið Geytin ásetur. 

Til lukku, Eir, og til lukku allir filmshugaðir føroyingar við Geytanum, sum nú fór um fyrsta tíggjuárahvarvið. 


Haldi hetta er fyrstu ferð, at ein filmur í Geytakappingini hevur verið vístur í Kringvarpinum áðrenn sjálvt tiltakið, sum altíð hevur verið fyri fullum húsum í Norðurlandahúsinum. Men ikki í ár. Alt hevur sína tíð. Eisini Geytin, sum hann higartil hevur verið.  

Kringvarpið hevur nú valt at senda beinleiðis frá tiltakinum, og at bjóða einum av luttakarunum í endaumfarinum tveir tímar í studio um morgunin. 

Samstundis sum vit hátíðarhalda hundraðára skeiðið hjá BBC, smakkar tað mær illa, at Kringvarpið handfer púra einaráðandi miðlastøðuna so jánkasliga, at geva einum av luttakarunum henda klokkuklára fyrimun. 

Hóast tað í mínum hugaheimi tekur ófyrigeviliga nógv av fakliga førleikanum hjá Kringvarpinum at marknaðarføra og meta um, tekur tað ikki nakað petti frá heiðurinum hjá Eir og Hugmynd at vinna báðar virðislønirnar, sum vóru tøkar til film í øllum Føroyum hetta kvøldið. 

Nýggjasti Kringvarpsfilmurin hjá Finni Koba, Sofía og djórini, er ein greiður fylgjari, um hetta er nýggja strategiin hjá fyriskiparunum, Norðurlandahúsinum og Kringvarpinum. 

Men tá eru vit farin langt frá upprunatankanum um Geytan, einastu føroysku filmskappingina, sum er í opnari kapping, og har fólk fyrst og fremst møta fyri at síggja film í felag, og ikki fyri at aktivera eina app úti um landið. Men tað kann vera, at henda seinna leiðin við appini er hin avgerandi. Og kann tað seta eina filmsgerð í gongd innanhýsis í Kringvarpinum, so er tað frálíkt. Men tá verður kappingin við hini, sum ikki hava so mikið sum eitt budget ella kamera, so ójøvn, at Geytakappingin má hugsast og marknaðarførast av nýggjum. At øll eru stillað líka í opnu kappingini hevur higartil verið umráðandi. Tankin um fleiri og ymiskar Geytavirðislønir varð eisini nevndur, tá Pætur M. Dahl, umboðandi Klippfisk, grundgav soleiðis fyri trupla valinum hjá Geytadómsnevndini:

"Lat okkum sláa tað fast beinanvegin. Tað var sera torført at finna Geytavinnarin í ár. Dómsnevndin var bæði ósamd og samd samstundis, so løgið tað ljóðar. Tað var ein ørgrynna av grundgevingum fyri at fleiri av filmunum kundu fingið høvuðsvirðislønina í kvøld. Dómsnevndin hevði, í øllum førum, ynskt at havt fleiri virðslønir at handa í kvøld. Men ein vinnari bleiv tó funnin. 

Vinnarin av Geytanum 2022 er ikki bangin fyri at viðgera eitt viðkvæmt evni. Vinnarafilmurin smæðist somuleiðis heldur ikki burtur frá at fortelja eina torgreidda og tunga søgu. Og tað eru vit í dómsnevndini glað fyri. 

Við einari kaotiskari nærveru og reinlyntum trúðfesti skínur ein forteljaragleði ígjøgnum allan filmin, hóast evnini eru fløkjaslig og pínufull. Frásøguhátturin er sundurpettaður og spontanur, men tó allatíðina í tráð við seg sjálvan. Mynd og ljóð eru til tíðir ørkymlandi og klombrut, men enn einferð fullkomuliga í tráð við innihaldið og høvuðspersónin. Ein stórfingin hurlivasi. Og so skaðar tað ikki, at har er minst ein hittinorðaður setningur per hálvan minutt. 

Hendan vangamyndin, sum talan er um, er bæði fløkjaslig og einføld í somu løtu. Leikstjórin megnar hegnisliga at lýsa pínuna og lívstreytirnar hjá høvuðspersóninum við ovurstórum empati. Hetta er ikki bert ein vangamynd av einum listarfólki, men samstundis ein vangamynd av einum makaleysum menniskja, sum nýtur sína list at skilja sína egnu líðing. Og tað er eisini henda fína raðfestingin ímillum menniskjað og listarfólkið, sum dómsnevndin er hugtikin av. 

At fara frá einum ráum hugskoti til veruleika er ofta ein drúgv tilgongd. At skapa ein tílíkan heimildarfilm krevur nógva orku, nógv dirvi og nógv tol. Og leikstjórin handan filmin hevur næstan verið ein einmansherur fyri at fáa søguna uppá tað stóra løriftið. Geytarvinnarin í ár er eitt dømi um, hvussu fantastiska nógv kann koma burturúr úr lítlum, so leingi søgan og forteljingin eru sterk nokk, og so leingi frásøgufólkið er trúðfast ímóti sær sjálvum og søguni. 

Geytavinnarin 2022 er Sálarkvøl eftir Eir í Ólavsstovu."

Umfram Pætur vóru í dómsnevndini Rannvá Jónsdóttir fyri Filmsfelagið, Hans Petur Hansen fyri Kringvarpið, Sakaris Stóra fyri Føroysk Filmsfólk, Tina Wagner fyri Filmshúsið og Valdimar Jóhannesson, sum var altjóða gestadómari.  

Meðan vaksnir politikarar fylla almenna rúmið, so vit bara bíða til teir eru lidnir at gera burtur av sær, var tað eitt vælsignilsi at verða boðin til Geytan, uttan nøkur forpliktilsi. Ikki minst at møta íslendska Valdimar Jóhannesson og konuni Hrönn Kristinsdóttir. Hann er í uppskoti at fáa norðurlendsku filmsvirðislønina fyri fyrsta filmin í fullari longd, Dýrið, sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio í januar. Valdimar hevur gingið á filmsskúla saman við Anton Petersen hjá Béla Tarr í Sarajevo, og Anton leggur í hesum døgum síðstu hond á filmin Love Acts, við føroyska heitinum Eitt sindur um hvussu vit elska.  Mest spennandi filmsætlan, eg veit um her í landinum beint nú. Ikki minst leikluturin hjá Noomi Kunoy Heradóttir, sum hevur hugtikið meg síðan Dreymar við havið hjá Sakaris Stórá.

Geytavinnarar eru higartil: Sakaris Stórá fyri Summarnátt í 2012, Dávur Djurhuus fyri Terminal í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Andrias Høgenni fyri Stina Karina í 2015, Andrias Høgenni í 2016 fyri Et knæk, Trygvi Danielsen fyri 111 góðir dagar í 2018, Andrias Høgenni fyri Ikki illa meint í 2019, Búi Dam og Dánjal á Neystabø fyri Hví eru vit her í 2020 Barbara Lervig fyri Handanland í 2021 og Eir í Ólavsstovu fyri Sálarkvøl í 2022.

Tey, ið hava vunnið Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu eru higartil: Annika á Lofti fyri Mist í 2012, Jónfinn Stenberg fyri Munch í 2013, Heiðrikur á Heygum fyri Skuld í 2014, Jónfinn Stenberg og Jóannes Lamhauge fyri Tunnan í 2015, Andrias Høgenni fyri Et knæk í 2016, Maria Tórgarð fyri Maðurin við blæuni í 2018, Julia í Kálvalíð fyri Omman í 2019, Gudmund Helmsdal fekk Áskoðaravirðislønina fyri Trøllabeiggi í 2020, Barbara Lervig fyri Handanland í 2021 og Eir í Ólavsstovu fyri Sálarkvøl í 2022.

Eins og øll tey undanfarnu árini var Finnur Koba Geytavertur í Norðurlandahúsinum.