Skip to main content

Suðuroyggin fingið biograf

Í samstarvi við Filmsfelagið er Saltbio farið undir regluligar sýningar mikukvøld og hóskvøld. Fyrsti filmur var Cannesvinnarin hjá Ruben Östlund Triangle of Sadness, sum varð vístur í Saltbio í gjárkvøldið. 

Bæði mynd og ljóð eru framúr, og góður møguleiki er at seta seg til borðs í forhøllini. Júst hesin partur, sum definerar nútíðarbiograf, ber ikki til í høvuðsstaðnum. 

Í Saltbio fegnaðust fólk um, at Suðuroyggin aftur hevur fingið biograf. 

Innan sjónvarpið gjørdi innrás, vóru fólk kring landið serstakliga íðin at ganga í biograf, og gott úrval var av filmi bæði í Vági og á Tvøroyri, har biografar vóru.

Búmerki fyri Saltbio varð kunngjørt og Grand opening, tey rópa, var hóskvøldið í farnu viku, tá Geytavinnarin hjá Eir í Ólavsstovu Sálarkvøl og hugvekjandi stuttfilmurin Tokskinnarin hjá Terja Mohr vórðu sýndir. 

Lív og Tróndur sungu á pallinum, boðin varð ein góður biti uppiá og greitt varð frá um búmerkið, sum tekur støði í ímyndini av Chaplin. Eisini varð greitt frá, hvussu Filmsfelagið, sum er virkið í Havnar Bio, velur filmar. Liðin eru 60 ár síðan Filmsfelagið varð stovnað í biografinum, sum tá var nýggjur og er hin einasti í landinum, ið er gjørdur til at vísa film. 

Avtalað er millum partarnar, at mikukvøld sýnir Saltbio nett somu filmar sum Filmsfelagið tá sýnir í Havn, og at Saltbio brúkar føroyska tilfarið hjá Filmsfelagnum, at lýsa og marknaðarføra filmarnar, so hvørt.

Her sæst skráin hjá Salt, og her sæst sýningarskráin hjá Filmsfelagnum, hetta til jóla.