Skip to main content

Góð nýggjársrøða hjá løgmanni


Gamlaárskvøld, meðan flestu eru savnað til ein betri bita, talaði løgmaður til okkum í trettan minuttir. Hóast hetta ikki er ein definerað tala, á linju við lógarásettu løgmansrøðuna á ólavsøku um komandi virksemið hjá samgonguni, so er nýggjársrøðan ein fólkslig hevd, ið skrivar seg aftur til fyrstu útvarpssendingar, bæði her í landinum og í øllum grannalondum okkara. Útvarp og seinni sjónvarp hava borðið nýggjárstaluna fram.

Nýggjársrøðan var góð og bar greitt boð um, at stóra føðiketan, ið bjóðar sær til og livir av politiskum retorikki til eitt og hvørt høvi, er ikki sloppin fram at fatinum í eins stóran stíl og fyrr.

Besta tekin um, at løgmaður í nýggjársrøðuni investerar seg sjálvan, og ikki dúvar uppá leysar setningar frá aðru hond, er, at hann í fyrsta lagi er engasjeraður við einum bjørtum og vaknum eygnabráði og síðan velur eg-formin, sum í setninginum ”Jólaaftan vitjaði eg í KFUK.”

So kemur søgan um Ukraina, og hvussu løgmaður fordømir ógrundaða kríggið hjá russiska áleyparanum, og síðan resonerar hann seg fram til, at vit mugu koma til eina niðurstøðu, sum yvirfyri umheiminum ber í sær ein felags boðskap, ið byggir á eina breiða semju.

Semjusøkjandi tráðurin hjá løgmanni var hugtakandi og byggir stig fyri stig eina nærverandi røðu, sum er úr kjøti og blóði. Einki roks við hugtøkum, sum ikki eru munnberandi hjá røðaranum. 

Sum ein rættur státsmaður, aftrar hann seg ikki at fara í hernað móti tjóðarskaldinum - skúlalæraranum, sum hevur rurað okkum í blund, við at billa okkum inn, at vit sum tjóð hvørki duga ella vilja standa saman - til at sleppa hesum innbillaða sundurlyndi, sum síðan vit gjørdust eitt valdømi hevur fingið nýggj døkk og menniskjafíggindalig livikor, serliga á sosialu miðlunum og í pørtum av teirri fátæksligu pressuni, sum í summum pørtum av landinum enn er við sítt anandi lív.

Løgmaður hevur sett sær eina stóra og verduga uppgávu fyri, sum hann hevur definerað betri og greiðari enn eg minnist, at nakar annar løgmaður hevur gjørt í eini nýggjársrøðu, sum gamaní er óforpliktandi, men eisini er fremsta fólksliga fortreyt fyri, at projektið hjá løgmanni skal eydnast og festa røtur í við og hjá fólkinum.

Við hesi røðu prógvaði Aksel í minum eygum og oyrum at hann í løtuni er fólksins rætti maður.

Takk fyri tað og gott nýggjár!