Sakaris Stórá, sum er kendur fyri vælumtókta spælifilmin Dreymar við havið (2017) og virðislønta stuttfilmin Vetrarmorgun (2013) og fyrsta Geytavinnaran Summarnátt (2012), ferð nú undir upptøkurnar til næsta føroyska spælifilmin.
Tað upplýsir Filmshúsið.
Filmurin, sum skal takast upp i Suðuroynni í vár, hevur altjóða heitið THE LAST PARADISE ON EARTH.
Filmurin fylgir Kára, sum arbeiður á lítla flakavirkinum í heimbygdini, har hann býr saman við pápanum og yngru systrini, Silju.
Heimið hjá teimum hevur ikki verið tað sama síðan mamman doyði. Sorgarrakti pápin, ið er uppilagstur sjómaður, megnar ikki at taka sær av familjuni.
Meðan flestu javnaldrarnir hjá Kára langtsíðan eru fluttir av oynni, ynskir Kári at verða verandi. Men tá pápi Kára brádliga fer aftur til skips, stendur Kári eftir við ábyrgdini av heiminum og yngru systrini, ið stríðist við ein gerandisdag, ið setur alsamt hægri krøv.
Samstundis er lívsæðrin í bygdini í vanda, tí lítla flakavirkið er við at tapa bardagan móti marknaðarkreftunum og teimum broytingum, sum ávirka havið og tilverugrundarlagið í bygdini.
- Søgan tekur støði í einum verkafólkaumhvørvi, sum spakuliga er í ferð við at hvørva, uttan at fólk geva sær far um tað. Ikki bert í Føroyum, men alla aðrastaðni eisini. Og filmurin lýsir nakrar avbjóðingar, sum nógv heim og húski stríðast við. Men í kjarnuni býr ein sera menniskjalig søga, um okkum sum einstaklingar, sigur Sakaris í samrøðu í dag.
- Har er ikki nøkir filmisk fyrimynd, sum so. Sjálvt um hesin filmurin er ein munandi størri verkætlan enn, hvat eg áður havi arbeitt við, so er hetta uppá nógvar mátar ein meira persónlig søga, leggur Sakaris afturat.
Hvussu hevur gingið at funnið locations?
- Tað hevur gingið væl. Suðuroyggin er ein ómetaliga vøkur oyggj, og hon gevur nógv til huglagið í filminum. Fólk hava eisini veri fyrikomandi og hjálpsom, sigur Sakaris, sum hevur funnið flestu leikararnar gjøgnum upptøkuroyndir.
- Síðani havi eg arbeitt nógv saman við teimum. Tað hevur veri ein drúgv tilgongd. Men tað hevur veri sera gevandi. Høvuðsleiklutirnar hava Sámal Hildibjartson Hansen, Bjørg Brynhildardóttir Egholm og Esther á Fjallinum, sigur Sakaris at enda í stuttari samrøðu í dag.
Sakaris Stórá hevur sjálvur skrivað handritið til nýgga filmin saman við høvundunum Tommy Oksen og Mads Stegger, og aftur hesaferð er viðurkenda myndakvinna Virginie Surdej handan myndatólið.
Fíggingin til filmin kemur frá Mentamálaráðnum (filmsgrunninum), Dansk Film Institut, Creative Europe Media og fær 25% í afturbering av pengum, sum verða brúktir í Føroyum, ið er afturberingarskipanin. Filmurin er mentur í samstarv við filmsstevnuna í Berlin, har hann luttók á Berlinale Script Station í 2019 og Berlinale Talents Market í 2020, har hann vann VFF Talent Highlight Award fyri bestu verkætlan.
Kykmyndir framleiða filmin í samstarvi við Adomeit Film í Danmark.
Filmurin verður eftir ætlan frumsýndur í 2024.