Skip to main content

Tíðartekin

Helst var tað eitt algoritmiskt tíðartekin, tá Fernando Pessoa stakk upp á Facebook henda seinasta arbeiðsdagin fyri feriuna: “It’s been a long time since I’ve been me”. 

Umframt at vera ein av mest spennandi yrkjarum í Evropa í rímuliga nýggjari tíð, var hann tiltikin fyri at skapa sær ymisk nøvn, fimmoghálvfjerðs sigur onkur, ið hann dyrkaði, sum vóru tey livandi persónar á ymsum málum við ymsum motivum. Ikki sum dulnevni men heteronym, segði hann áminnandi. 

Jú, tað var eitt tíðartekin, nú seinasta árið fyri at pensjónsaldurin byrjar, arbeiðsskeiðið fer at verða runnið, ellisbyrðan stendur fyri durum og Bob Dylan rungar harðari enn nakrantíð “There must be some way out of here”. 

Og í svenska morgunsjónvarpinum siga tey, at rockpoeturin Håkan Hellström er farin at spæla aldrandi fótbóltsspælari í yrkisdeildini í nýggjastu videoútgávuni úr savninum Poetiska försök, har hann - tvey ár eldri enn Pessoa, tá hann fór úr tíðini - spyr: “Vem vill vara din vän när du har tappat glansen”. 

Arbeiðið er just tað aldurstreytaða forbannilsið, sum gamli Móses longu minti á í fyrstu bókini, har hann skrivaði, at “Í sveitta andlits tíns skalt tú eta breyð títt”. 

Tí er tað so vælsignað, at nútíðarsamfelagið tryggjar okkum at halda feriu, burtur frá tí, sum er so ótolandi fremmant, og vit kortini kalla arbeiði, og brúka so nógva lívstíð uppá, at vit lata tað definera okkum sjálvi, bara fyri at gøða og lívga fyrisitarar uppi í fílabeinstorninum, har eingin kennir adressuna ella lagið. 

Jú, Pessoa er ein sveittaventilur og eitt tíðarbært tíðartekin. Júst í dag.