Skip to main content

Klaustrofobiskt kamarspæl um kynsleiklutir

Hóast ikki altíð, er Netflix onkuntíð gott. Dømi um hetta seinna, ein framúr film, er Fair Play, sum 36 ára gamla Chloe Domont hevur leikstjórnað eftir egnum handriti. 

Framúr í báðum liðum, men eisini í fotografering, klipping og tónleiki. 

Ein ófrættakend nøtrisøga úr okkara tíð, um eitt ungt par, sum arbeiðir hjá einum íløgufelag, har mest sum bara menn arbeiða, og arbeiðslagið er, sum vit minnast tað í Wall Street filmunum við Michael Douglas. 

Men eisini eru filmiskar staðfestingar at finna í øðrum filmum hjá júst Michael Douglas, har tónin er enn meira djevulskur, enn millum giftigar menn í handilsskálafilmunum, tí nú er evnið heldur kapping millum kynini, har hvør sena er ein spurningur um lív ella deyð, og snúningsásurin eitir sex, kosta hvat tað kosta vil. 

Júst har tekur hesin filmurin við. 

Ein lýsing av tveimum ungum, sum í loyndum eru par, meðan tey arbeiða við virðisbrøvum og íløgum, so stórum upphæddum, at vit skilja tað ikki. 

Á hesum forkvaklaða arbeiðsplássi, fær ein maður fótin og smildrar glaskontórið við einum golfstavi. 

Hvør skal so koma í hansara stað at sleikja stjóranum? 

Jú, kvinnuligi høvuðsleikarin, Emily (Phoebe Dynevor frá Bridgerton), hevur hoyrt sum skriviborðsslatur, at loyniligi sjeikurin, Luke (Alden Ehrenreich, sum í einum føri var Han Solo), fær heiðurin. 

Men so hendir tað beint øvuta. 

Frá stjóranum, Campbell (Eddie Marsan), sum er hin einasti, ið er í maktjavnvág, og tí kann deila út av maktini til røttu undirsáttarnar at styrkja seg sjálvan í maktfulkominleika, fær Emily uppgávuna. 

Nú verður Luke ráðgevi ella alt, ið er undir henni. Í løtum við einum kvinki av einum eygnabráði frá Jack Nicholson.

Í byrjanini hava vit sæð, hvussu tey møtast á vesinum, tá beiggin skal giftast, og hvussu forlovilsisringurin, hann hevur keypt, dettur á gólvið, mitt í óvæntaða blóðinum, sum var ein høsnarungi slátraður, sum tey siga. 

Hetta er eitt filmiskt varsil, eg ikki havi sæð áður. 

Samlaða myndanýtslan ger, at søgan er óloysiliga bundin at visualiteti, onkuntíð enntá vulgerum visualiteti. Og harðkókað er tað, søgan um tey bæði, sum ikki hava loyvi at síggjast á henda hátt, skulu tey arbeiða her. 

Og so eru tað kynsleiklutirnir, ið verða spentir upp sum ein trumma teirra millum, og hvussu patetiskur annar parturin, eg skal ikki siga hvør, verður til endans. 

Ein framúr filmur, sum eg fari at viðmæla til eina seina kvøldarstund. 

Deiliga ófrættakendur sum Slaktarin hjá Chabrol. 

Filmslist av ovastu skuffu. 

Og so er hetta fyrsti filmur frá amerikansku Chloe Domont. 

Far og hygg. 

Kanska eftir midnátt.