Skip to main content

Prestur vitjar

Norski rokkpresturin, Bjørn Eidsvåg, vitjar Páll Patursson í Kirkjubø í 1990, tá Norrøna Felagið skipaði fyri konsertum við Bjørn og orkestri, fyrst í Norðurlandahúsinum saman við Cantabile og Paula í Sandagerði, síðan í Losjuni í Gøtu, og so eitt framúr akustiskt sett, tá elektronikkurin sveik í skúlanum á Toftum. Sjáldsama góð konsert eins og tær fyrru. 

Tá vit júst ta kvøldið komu aftur til Havnar, vildu teir kenna angan í Kagganum, møttu Mass Inga og tosaðu um Jaco Pastorius, sum norski bassisturin, Ketil Saunes, var upptikin av. 

- So var ein minni at kappast við, helt føroyski bassspælarin fyri, og førdi okkum allar oman í Jazzfelagið, har konsert var í kjallarahølunum hjá Marner Simonsen í smoguni aftanfyri LFÚ, har Hotel Havn er í dag. 

Ørminnist, at Jan hjá Simma, sum las í Bergen, gjørdist stórliga bilsin at møta Bjørn Eidsvåg og hansara monnum í hesum náttartronganum mitt í Havn. Eftir lítlari løtu víktu heimligu tónleikararnir sess, og buðu norðmonnunum at taka yvir. 

Spæligleðin glógvaði í eygunum og teir skipaðu eitt impromptu sjov, sum ikki bara tók teir sjálvar, men eisini øll tey lokalu á bóli við ertandi rútmikki og undirfundigum teksti, har serliga sangirnir Du tok ikkje auene dine fra meg og Føtter på fjell glógvaðu í myrkrinum. 

Nú eg aftur sá Elvis filmin hjá Baz Luhrmann, kann eg hugsa mær, at grannalagið hevur upplivað løtuna sum eina togtogan eins og lítlingurin á heimrustini í Tupelo millum holuta blikkhjallin, har tey dyrkaðu kjøtið og spældu eggjandi blús, og stóra prædikutjaldið, sum stóð til viks, har tey høvdu vekingarmøti og fóru í ekstasu undir prestsins svørtu hond, sum signaði hvíta Evis og beyð honum innum, tí hann var innblástur av anda, røttum anda.

Teir fýra í 1990 vóru frá vinstru Stein Inge Brækhus, trummur, Eivind Aarset, gittar, Bjørn Eidsvåg, sum sang og Kjetil Saunes, sum spæli bass. Allir kendir og við nógvum uppsløgum í Norsk Pop & Rock Leksikon.

Stein Inge hevur sent mær myndirnar til bloggin, nú hann frætti, at Bjørn kemur til Føroya við nýggjum bólki, og hevur konsert í Løkshøll hin 27. apríl. Óneyðugt at siga var eg millum tey fyrstu at keypa atgongumerki. 

Og tá eg keypti mær nýggjar háttalarar hetta sama árið, var talgilda avriksfløgan hjá Bjørn frá konsert í Det Åpne Teater í Oslo, Alt du vil ha (1990), referansa og benchmark, tá veljast skuldi millum amerikansku Snell og donsku Dali. Eg valdi teir seinnu. Tað var í Keypmannahavn og formaðurin í Norrøna Felagnum, Demmus, og skrivarin, tað var eg sjálvur, knossaðu hátalararnar til Føroya.

Bjørn spældi eisini á fimtanda Jazzfestivalinum hjá Brandi Øssursyni í Norðurlandahúsinum í 1998.

Í 1990 búðu teir fýra í hølunum hjá Norrøna Felagnum úti í Jóanes Patursonar gøtu 24, Jákupsstovu, har teir morgunin eftir skemtaðu sær við føroyska orðinum morgunbreyð, meðan Cantabile vitjaðu.

Vit koyrdu í stóra Opel Omega bilinum hjá verfaðir, Olaf Hansen, Bjørn undir liðini frammanfyri, og hinir tríggir aftafyri. Undir hvørjum setri ein diskret norsk konjakk eftir hvørja konsert. Stuttligast var at koyra til Gøtu, tí Bjørn seyg allar upplýsingar um Gøtuskeggjar og Trónd, ið var hin seinasti at lata seg kristna undir fyrstu norsku innrásini, til sín. Nú kom hann aftur, rokkefår presturin, við jarmandi tónleikarum, Saunes og Brækhus. Fleiri eru samd um, at hetta er besta konsertin, tey hava upplivað.

- Inderlig gode minner fra besøket på Færøyene i 1990, hjertelig takk, sigur trummusláarin Stein Inge Brækhus, sum er føddur í Tróndheimi og er virkin trummusláari á Stavanger leiðini, men eisini leggur til rættis upptøkur hjá kendastu norsku nøvnum og í øðrum londum við.

- Jeg vet, dere har fått et kanonflott studio Tórshavn, gratulerer! Jeg spilte med Eivør & Vamp i slutten av november på releaseturnéen for innspillingen de gjorde i studio til Jonas Bloch Danielsen. Jeg spilte masse med Vamp, det var fra 2000 til 2006, sjov å være tilbake, og Eivør er fantastisk god! Minnes godt turen, vi hadde med Bjørn Eidsvåg til Føroyar i 90, det var morro! Det hadde vært flott å tatt turen tilbake snart, på høy tid, sigur Stein Inge, sum ikki er við í orkestrinum hjá Bjørn, men hevur verið við honum á onkrari konsertferð í Danmark.

Bjørn, sum er føddur í lítla býnum Sauda, norðast í Rogalandi, hevur síðan 1971 skrivað seg inn í norska tónleikasøgu, higartil við 28 plátum, og telist millum mest seljandi norsku sangarar. Hann fór at lesa teologi á Menighetsfakultetet í Oslo og gjørdist prestur í 1980. 

Norska alfrøðin á netinum, Store Norske Leksikon, sigur um Bjørn: 

- Musikkforma og tekstane til Eidsvåg strid mot forventningane til den tradisjonelle kyrkjelege musikken, og han fekk raskt tilnamnet «rockepresten». Tekstane hans er prega av sterke bodskapar, ærlege og modige spørsmål om tvil og tru og kritikk av både kristelege og ikkje-kristelege miljø. Musikken har viseform, men Eidsvåg kombinerer viseforma med element frå til dømes rock, pop, gospel og jazz.

Útselt er til konsertina við væl samanspælda nýggja bólkinum hjá Bjørn Eidsvåg, sum kemur higar at verða høvuðsnavnið á árligu mentanarvikuni í Runavík.

Eg gleði meg!