Skip to main content

409 trappustig til Horisontin

Frá strondini eru 409 trappustig niðan til Horizon, sum er nýggjasta hotellið á ovasta heygnum í sólríka býnum Puerto Rico de Gran Canaria. Hotellið er fimmstjørnað og virtuelt, sum merkir, at ongin situr í móttøkuni, tí alt verður avgreitt um WhatsApp. 

Vit lenda nógv seinkað í Las Palmas og klokkan slær midnátt, tá vit eru á Horizon hotellinum. Við portrið hitta vit Jan og Duritu úr Klaksvík, sum eru á silvurbrúdleypsferð. Vit hava ikki møtst áður, men koma at fylgjast teir næstu dagarnar. Eitt frálíkt vinalag, sum tá Bogart sigur í endanum á Casablanca: ”I guess this is the beginning of a beautiful friendship!”

Hotellíbúðin, sum vit hava funnið á booking.com, skuldi fyri vist hava sea view og besta sólargang, men er í veruleikanum fjald handan ein sementsproytaðan klett, sum morgunmatartúnið er fest í. Eftir hampuliga parlamentering á midnátt fáa vit lyfti um nýggjá íbúð í morgin, an upgrade, tey kalla.

Og tað er ikki hissini. Hóast eitt meirgjald ráða vit nú yvir íbúð við egnum svimjihyli, køki inni og úti, og einum fjaldum urtagarðskróki við trappum niður til eina uttandura siti- ella skrivistovu, sum eingin sær. Ein sólkrókur, kanska A Man Cave. Uppiá er høvið at dekka upp til eitt heilt fótbóltslið. 

Jan, sum er svorin Liverpool fjeppari, er saman við Duritu framúr hegnigur at gera átuligar smakkbitar úr Spar handlinum í býnum, serliga tá hann stroyir hunangssirop og walnøtir omaná spansku serrano skinkuna afturvið grønum pesto. Sunnudagsdystin millum Liverpool og Manchester City síggja vit niðri í havnini í allar ytstu sportsbarrini, Charliez’s. 

Onkrar av íbúðunum á hotellinum eru til sølu, tí til ber at keypa ognir og búgva í eitt hálvt ár. - Men keyp gjøgnum banka, sigur ein taksasjafførur, og grundgevur fyri, hví og hvussu tað er nógv lættari og skjótari.

Hóast vit ongar ætlanir hava at keypa íbúð í Puerto Rico, er tað ikki bara upplýsandi, men beinleiðis hugtakandi, at hoyra sjafførin Mikheil siga frá um íbúðir, sum tykjast vera hotel, men eru ognir hjá heilt vanligum, men fremmandum, fólki. Eitt norskt par, hon vil gjarna verða countrysangarinna, takserar okkara íbúð fyri ikki minni enn 9 milliónir. Keyp og søla er eitt kjakevni á hesum leiðum, helst kemur tað av skjótt umsetiligu pengunum í ferðavinnuni.

Tað var í fjør, eftir at eg hevði sæð, Triangle of Sadness, hjá svenska Ruben Östlund, at eg fekk hug at ferðast til sólstøð og uppliva ferðavinnu uppá gott og ilt, nú vit sjálvi eru í somu støðu, at draga ferðafólk til okkara og samstundis byrja at fundera yvir, hvussu vit kanska kanska ikki skulu umhugsa at taka ímóti teimum. Tað er ikki bara sum at siga tað, at lata tann tankan seyra út um oyggjarnar og taka við festi harheima.

Her í Útsynningskanaria verður bygt niðan í allar líðir at skapa upplivingar fyri ferðafólk, sum vilja síggja sól og kenna hitan í myrkastu vetrarmánaðunum. Ein framúr loysn nú vetrarferia fer at verða hildin í viku sjey í føroyska skúlanum trý ár á rað.

Nakað seinni, í viku tíggju, tá eg havi keypt mær feriu frá gráa starvsdegnum í Havn, fari eg við einum fyltum flogfari úr Vágum ta beinu leið til Gran Canaria. 

Fimm tímar úr Vetrarføroyum, raka vit heita Afrika og eru kortini í Norðuratlantshavi. 

Í kortabókum finna vit konstrueraða felagsheitið, Makaronesia, ið sipar til fýra vulkanskar oyggjabólkar, sum eru portugisisku Asorurnar, sponsku Madeira og Kanariuoyggjar, og fjórði oyggjabólkurin er sjálvstøðuga republikkin, Kabo Verdi.

Undirtøkan bendir á, at farleiðin heilt vist hevur tiltalað aðrar føroyingar enn bara tey skúlabundnu, hesa myrku tíðina á árinum. Frá strond til strond eru býirnir týðuliga býttir upp í barnafamiljur, miðaldrandi, eldri og samkynd, sum savnast og síggjast aftur, hvørt á sínum stað. Segment, ella brúkarabólkar, sum tey siga. 

Øll vilja hava sól til sálarbót, eins og pensjonistarnir hjá Brixtofte úr Farum fyri fjórðingsøld síðan. Hóast teir kommunalu pengarnir fóru í skeivar lummar, stendur eftir, at sól er og verður sálarbót. Tað hevur Sólorka eisini sagt í langa tíð. At ferðast beina leið í felag og undir tryggum kørmum at njóta sólina. Tað er tað.

Saman við silvurbrúdleypsparinum, Duritu og Jan, eta vit á degnum døgurða í matstovuni á Horizon hotellinum, har prátingarsamir tænarar úr Rumenia borðreiða. Tunfiskasalt er forrættur og so lættsaltaður toskur. Framúr. Vit hava eina gin fløsku til gávus við úr Føroyum, og dagin eftir sæst hon á hillunum í barrini, Einar's Gin. Hetta er stuttligt.

Tvær havnir eru í Puerto Rico, onnur, hin norðara, við sandstrond og eini røð av smáum matstovum, sum eru opnar móti havinum. Serstakliga livandi og hugnaligt. Vit royna rækjur í brennandi hvítleyksolju í ytstu matstovuni, Fran’s. Afturat eru paneraðar rækjur og baccalao við føstum svitsaðum eplum undir smáum skeljum. Smakksterkt og putlut. 

Triða dagin eta vit á el Cenador, eitt lívligt og hugnaligt stað í býlinginum við sunnaru havnina, sum vit síggja beint niður á, tá vit eru á terrassuni, høgt uppi á okkara egna hotelli, omanfyri Marina Bayview. Men lendið er soleiðis bygt, grivið, lagað og tryggjað við veirum, hegni og boltum, at ikki ber til at koma beint oman, men eftir drúgvu síðutrappunum, brúnni um vegin, gjøgnum smáar tunnlar, og so eftir vegnum, at koma til hugtakandi fólksligu matstovuna el Cenador. Hon er allan túrin verd. Onkur velur rækjur sum forrætt og lambstjógv sum høvuðsrætt. 

So royna vit enn lívligari staðið, Tipsy Bee, í nýggju handilsmiðstøðini Mogan Mall í Puerto Rico. Rúmið er opið og tónleikurin er frá soul til house og r’n’b. Hart frá. Fyrst fáa vit variantar av Mule cocktails, eg velji ein chilikryddaðan Cuba Mule, og síðan velja vit eitt breitt fat, fyrr høvdu tey sagt eitt trog, at deila, við várrullum longst til vinstru og grillaðum svínarivum longst til høgru. Ein útrúliga stuttlig máltíð at arbeiða seg í gjøgnum, fyri ikki um at tala umhvørvið.

Seinasta kvøldið vitja vit lítlu matstovuna, Que Bien, sum Sofia og Christian reka við tíggju borðum fyri endanum á vegnum í líðini yvirav hotellinum. Her er fulsett hvørt kvøld, eins og í fjør. Dagsins lambsgrýta við heimagjørdum eplamorli er favoritturin hjá okkum øllum. Vit deila rættirnar, raspaðar rækjur, bringubitar av dunnu og saltfisk, bacalao, í ravioli. Afturvið er lokalt vín. Hevur tú hug at uppliva eina persónliga livandi matstovu og kenna organisku rútmuna heilt úr køkinum og upp á tallerkin, so er hetta staðið.

Í heyst fer Atlantsflog at víðka um sólferðirnar til Tenerife, sum er størsta og fólkaríkasta av Kanariuoyggjum. Tríggjar ferðir verða gjørdar tá skúlarnir hava heystfrí, so alt bendir á, at tað er skúlin og tær báðar feriurnar, heystfrítíðin í viku 42 og vetrarfrítíðin í viku sjey, sum elva til ferðing og skapa nýggjar upplivingar á nýggjum ferðamálum. Skúlin er ein ferðavinnudynamo.