Alla hesa øldina hevur Mentanarnátt verið fyrsta junifríggjadag í Havn. So nógv tiltøk hava savnað so nógv fólk í miðbýnum, at dagurin verður kallaður lítla ólavsøka. Tað sæst aftur í ár í tíðindaskrivi frá fyriskiparanum, sum er Visit Tórshavn, ið fyrr kallaðist Kunningarstovan hjá felagnum Tórshavn.
Dagurin er rokaður við events, tiltøkum, har øll, í fólkaræðisliga medborgaraanda kunnu melda seg í kórið, tí tey halda seg hava nakað at vísa fram, ella gera vart við í býnum, her flestu búgva - og fleiri pendla til og frá fyri at arbeiða - lata dyrnar upp og fevna summarinum við virksemi. Eitt framúr høvið at lata stongar dyr upp og vísa, hvat tú fæst við, helst øllum at gagni, men vit vita tað ikki, tá virksemið verður hildið í tí dulda og ongantíð møtir almenninginum. Mentanarnáttin er høvið hjá afturlatnum stovnum at sýna social responsibility, grípa dagin, og leita til latínska hugtakið carpe diem.
Síðan byrjan hevur tað verið ein avbjóðing fyri skránna at upplýsa um innovativ tiltøk, og ikki bara at vísa til stovnar, sum allar dagar hava opið.
Seinasta árið hevur Snarskivan sett í verk ein tiltakskalendara, har øll feløg eru boðin við. Tímin er navnið á kalendaranum.
Vilt tú hava eitt greitt yvirlit yvir, hvat hendir á Mentanarnáttini so ber til at fara inn á https://www.timin.fo/ og set flugubein við Mentanarnátt.
So fært tú skránna skipaða eftir klokkuni og kanst alla tíðina fylgja við í, nær og hvar næsta tiltakið er. Til ber eisini at leggja tiltøkini í kalendaran á telefonini. Í okkara fragmenteraðu tíð er tað gott, at til ber at fara á ein brúkaravinarligan stað, at finna og síggja, hvat hendir í býnum. Gott og brúkaravinarligt.
Og hetta við at kalla dagin nátt, er helst tikið úr øðrum londum, har tey í Keypmannahavn hava kulturnat og í Reykjavík hava menningarnótt allan tann líðilanga dag.
Í Havn er bilurin týdningarmikil, eins og staðurin har vit seta hann heima, til arbeiðis og til handils. Í ár er verkfallið tó ein forðing fyri at koyra í bili, tí brennievni er uppi hjá teim flestu, og so er tað tað, at heglingur hevur verið hesar fyrstu junidagar, tá summarið skuldi verið byrjað. Hesar báðar forðingar eru í ár. Verkfall og kuldi. Hóast hesar avbjóðingar ynski eg øllum eina góða mentanarnátt!