Skip to main content

Sofía Nolsøe Mikkelsen og Jegor Venned høvuðsleikarar í No Rest for the Wicked


- Eg gleði meg at fara í holt við hendan filmin. Tað er altíð fantastiskt at koma heim og spæla sjónleik á føroyskum, og so er hetta eitt ótrúliga spennandi projekt, sum eg eri sera fegin um, at vera ein partur av.

Tað sigur Sofía Nolsøe Mikkelsen, nú hon kemur til Føroya at spæla við í nýggjum filmi.

Tað er kærleiksfilmurin, No Rest for the Wicked, sum eisini er ein ræðufilmur, ið fer fram í Føroyum í 1870’unum. Rasmus Birch hevur skrivað handritið og Kasper Skovsbøll er leikstjóri.

Stóra felagið, SF Studios, sum hevur gjørt aktuellu sjónvarpsrøðirnar Oxen, Sygeplejeskolen og Badehotellet, og biograffilmar so sum Pagten, samstarvar við Kykmyndir um framleiðsluna. 

Kykmyndir stóðu handan fyrstu føroysku krimirøðina, TROM, og hugtakandi heimildarfilmin Heartist, sum hevur verið runt allan heim. Føroyska framleiðslufelagið boðar frá, at skjótt kemur nýggi filmurin hjá Sakarisi Stórá, Seinasta paradís á jørð í biografarnar eftir at hann hevur verið vístur á altjóða filmstevnum.

Undanframleiðslan er byrjað og upptøkurnar byrja 7. august. Enn verður leitað og samráðst um leikarar til No Rest for the Wicked. 

- Men longu nú kunnu vit avdúka, at tveir av trimum høvuðsleikarum eru føroyingar. Tey eru Jegor Venned og Sofía Nolsøe Mikkelsen, sigur Jón Hammer, og leggur afturat, at hin høvuðsleikluturin verður ein av størstu mannligu sjónleikarum í Danmark. - Hann verður kunngjørdur stutt undan at upptøkurnar byrja, sigur Jón.


Miðvingurin Jegor Venned flutti sum fimtan ára gamal av landinum, og fór at arbeiða sum modell. Í dag er hann búsitandi í USA. Seinastu árini hevur Jegor gingið til sjónleik, at fyrireika seg til røttu verkætlanina, sum vónandi fór at koma framvið. 

- Hann hugtók alt toymið, tá hann vísti eitt casting tape, og við No Rest for the Wicked fær hann fyrsta leiklutin, heima í Føroyum, har alt byrjaði, sigur Jón Hammer.

Sofía Nolsøe er útbúgvin leikari frá Statens Teaterskole. Síðan 2015 hevur hon verið fastur leikari á Aarhus Teater. Í Føroyum er hon kend fyri leiklutin Claudius í Hamlet, sum Det Ferösche Compagnie setti upp í 2019, og ikki minst fyri ræðufilmin Skuld hjá Heiðrikki á Heygum.

Í 2021 fekk Sofía Nolsøe gitna Teaterpokalen fyri leiklutirnar í Når vi døde vågner og A Clockwork Orange, báðir á Aarhus Teater. Í august er hon aktuell við danska filminum Mørkeland, sum Filmsfelagið tá fer at vísa, og komandi ár eisini við spælifilminum hjá føroyska Anton Petersen, Eitt sindur um, hvussu vit elska.

Í sambandi við filmin No Rest for the Wicked verður leitað eftir føroyskum lutum og pløggum, sigir Jón Hammer.

- Sámal Blak og Anna Kristin Bæk arbeiða við senografi og búnum til filmin og leita eftir gomlum lutum, sum fólk kanska hava liggjandi heima, í kjallarum og á loftum. Vit hugsa um lutir, ið kunnu hjálpa filmsfólkunum at lýsa lívið í eini føroyskari bygd árini 1850-1870, sigur Jón.

- Lutirnir kunnu vera borð, stólar, skamlar, stokkar, teppi, føt, skálir, lampur, kannur, gomul skinn, gomul amboð, knívar, hvalvákn og annað. Eisini skulu búnar virkast til eini hundrað statistar tilsamans, sigur føroyski framleiðarin. 

- Leitað verður eftir klæðum og pløggum; troyggjur, sjál, bundnaturriklæði, fyriklæði, hosur, kýsar, belti, jakkar, vestar bæði til vaksin og børn. Alt sum er gamalt og sær gamalt út, er gull vert fyri filmin. Vit vilja fegin lána og leiga, og alt verður skrásett og læst inni og ansað væl eftir, og latið aftur tá upptøkurnar eru av, vissar stjórin í Kykmyndum, øll áhugaði um.

Hava fólk tílíkar lutir, er at skriva til filmur@kykmyndir.fo

Sofía Nolsøe Mikkelsen, mynd: Kim Glud

Jegor Venned, mynd: Lennon Stella