Skip to main content

At ferðast í Føroyum í juli

Tað er juli, hægsta feriutíð og veðrið er gott. Ja av tí besta, gloyma vit onkran regndag. Eftir at hava koyrt í bili úr Havn til øll tey landføstu støð, har flestu ferðafólk plaga at savnast, kann ikki sigast annað, enn at ferðavinnan órógvaði ikki okkum. Tvørturímóti tykist ferðavinnan vera drívmegin og orsøkin til, at vit hava so vakrar bygdir, sum var tað kongavitjan. Kanska er hon bara tosað niður, føroyska ferðavinnan, uttanfyri Havnina.

Við vinum og familju havi eg seinasti tvær vikurnar, fyrru helvt av juli, koyrt til Kirkjubøar, Saksunar, Gásadals, Sands, Skálavíkar, Tjørnuvíkar, Funnings, Gjáar - og Runavíkar. 

Alt er væl skipað, teir fáu bilar, sum síggjast vera úr útlondum, parkera har ásett er, og leigubilar koyra og parkera eins hampuliga. Øll fotografera, ofta við stórari útgerð, men øll og altíð á ein siðiligan hátt. Inni í Múrinum spyr ein italskur fotografur um okkurt, og vit tosa um Mamyia myndatól, sum hann brúkar, digital og analog. Eingin drona. Einasta, ið snurrar í Kirkjubø er ein motorsúkla. 

Flestu, vit møta, tosa føroyskt, tí tey ferðast í egnum landi, men innímillum eru eisini fremmand mál at hoyra, italskt er kanska tað snjallasta, sum hoyrist best, men eisini eldri amerikanarar, ið tú skalt geva eina longri lendingarbreyt, vilt tú koma á tal við tey. ”Oh my God are you local?” spyrja tey og hava kanska størsta upplivilsið á ferðini.

Serliga snøgt og vælskipað er nýggja túnið í søguliga Kirkjubø, har ferðafólk koma í egnum bili eftir smala koyrivegnum. Tey halda av og heilsa kurteisliga, og seta bilin frá sær í parkeringsbásunum, ið eru vælvaldir flísar við grasvøkstri ímillum. Henda heildin er óalmindiliga vøkur heilt oman til kaikantin og yvir í bátadráttin. Estetiskt og harmoniskt í ljósum litum. Ókeypis bussurin, sum havnarfólk skelda um, stendur tómur og tekur nógv pláss.

Í bussskýlinum, sum man vera tað mest luksuriøsa í landinum, eru vesi og bíðirúm við góðum uppsløgum til ferðafólk og okkum forvitnu at repetera lokalu søguna. Í Kirkjubø er einki ágangandi skelti um líkt og ólíkt, ið ikki er lógligt, og heldur eingin píkatráður. Sjálvt kirkjan er altíð opin. Og nú vit eru við almenna skelting, sum dyrkar ein seregnan estetikk, so má eg nevna uppsløgini umborð á skipunum hjá Strandferðsluni, har mint verður á at hava skógvarnar á dúrkinum og ikki á vegginum, samstundis sum ísboksir eru surraðar við ótrivaligum trossum. Tá tú kemur inn í eini sovorðnan djóragarð av virðisskeltum er greitt og skilligt, at tú uppførir teg sum djórini, har eru og koma. Tað, eg vil siga er, at sum tú skeltar, so fært tú svar. Virðiligt umhvørvi uttan ágangandi skelti skapa virðiliga atferð. Soleiðis síggi eg og havi altíð sæð Kirkjubø fyri mær. Tú kemur til staðin í bili, setir hann frá tær, og gongur ein túr, soleiðis sum tú ætlaði. 

Hesuferð út á Bø við floksfeløgunum Aref og Jákup Eyðun at síggja restirnar av skotska farmaskipinum, Barjama, sum fullfermd á veg til Vestmannar rendi á Bøboðarnar skamt frá landi í kavaroki hin 26. januar 1952, tí nýggi radarin riggaði ikki. Kristian Djurhuus úr Kollafirði yrkti ein tátt, Barjamutátturin, sum í 22 ørindum sigur minniligu søguna.

Nú vit spontant finna uppá henda stutta túr úr Havnini ein fríggjadag í juli er fremsta orsøkin góða veðrið. Umframt at njóta gongugóða túrin eftir vegnum út á Bø, har einki fólk er, eygleiða vit ferðafólk heima í bygdini, skifta orð við onkran, kjakast okkara millum um fyribrygdið ferðavinnu, meðan vit ganga fram við eini vælpakkaðari niðurlendskari BMW motorsúklu og einum høgum bussi úr Spania. Eftir ein instant kaffimunn gongur upp fyri okkum, at kvirra er besta søluvøran í føroyskari ferðavinnu. Kvirra er the uniqe selling point. Far from the madding crowd. Tjúgu minuttir úr høvuðsstaðnum. Tað er ikki mongum unt.

So fara vit vestur til Bíggjar og Gásadals. Havi altíð hildið, at tað man vera frá krígnum og teim tænastum, ið túsundtals hermenn tá høvdu í væntu frá teim lokalu, og afturímóti, hvussu búfólkið møtti teim fremmandu, sum hóast kríggj, vóru her í góðum ørindum. Tað er í hesum krossfelti at tænasta verður til. Ein resonering av, hvat partarnir vilja hvør øðrum. Í roynd og veru flutti bretska hersetingarvaldið okkum fram til nútíðina. Tað heysta tey enn fruktirnar av, har vesturi í Vágum.

Lítla tætta bygdin, Bøur, hevur altíð hugtikið meg við vøkru húsunum, um tey so eru nýbygd ella gomul, til permanent privatbrúk ella til leigu í stutta tíð. Verður gingið væl um, órógvar tað ongan, men skapar ein stabilan vinnuveg í lítla samfelagnum, har amerikanskir fotografar elska at koma og avmynda lítlu bryggjuna, sum eitt mannaskapt element út í skiftandi havið og aftast eru fjøllini, sum taka seg best út við trøllsligum skýggjum um tindarnar. Hetta myndaevni hevur verið sýnt fram á listasavni í Chicago.

Ávarandi frætta vit úr Spania, at í Málaga verða sjey av tíggju íbúðum bodnar til leigu av tí stutttíðarslagnum vit kenna sum AirBnB. Er tað eitt sovorið samfelag tit ynskja her í Norðuratlantshavi, spyr ein? Gamaní hugsi eg, tí tað nemur við summarhúskjakið og kjakið um at hús standa tóm, heldur enn at ganga inn í ein nýggjan lívssyklus, at koma fleiri fólkum til nyttu ta stuttu tíð vit ganga her á fold, og ta enn stytri tíð, tá vit sum eldri rímuliga frítt kunnu ferðast. Tað er ein hugsað og óítøkilig útreiðsla vit mugu liva við. Ræðudømið er, at hús í hópa tali púra óviljað standa tóm sum í eini ræðusøgu hjá Stephen King, og eru við til at avtofta bygdirnar, til tey einaferð verða rivin niður, tí eingin tók seg saman at gera nakað við tey, húsini. Vit mugu koma burtur frá, at bygdir gerast kulissur av tílíkum slag. Dánjal Højgaard, sum eg møti á eini gøtu norðuri við Gjógv, vísir mær á eina spennandi grein í Weekendavísini um júst summarhús, gamaní í Danmark, men har trýggjar typur av fólki verða umrøddar, forvalteren, ferieforbrugeren og innovatoren.


Her í Bø er tað ikki so. Mest spennandi átakið eg fyrr havi vitjað, er Pakkhúsið, og nú er tað norðasta húsið í bygdini, Fjósið, sum eg skilji at fleiri virkin bíggjarfólk hava umbygt frá fjósi og súrhoyggjabrunnum til ein spennandi mat- og savningarstað, har ein bátur hongur undir loftinum og kann lorast niður sum eitt serveringsborð við tí besta úr egnum haga, ella verða ein avmáldur framsýningarstaður, tá okkurt verður lagt fram, kanska ein staðbundin bók. Og aftur má eg sanna at føroysk vesi eru blivin tey flottastu, eg havi sæð. Her eru handverkaralutir endurbrúktir til vesiborð. Framúr, bæði í hugskoti og í lidnum handverki.

Vit koyra niðan í Dalin, Gásadal, har eg altíð havi hildið, at Gásadalsgarður hevur dugað so framúr væl at ganga inn í hetta krossfelt av tænastuvirksemi, sum er at møta tí fremmanda, men ongantíð at gloyma tað staðbundna og stuttflutta. Nú er løtan kanska komin, at serliga turra kjøtið og kjøtpylsan verða borðreidd eitt sindur meira fancy, so tey í størri mun poppa upp í eyguni, tá tey liggja á brettinum. Tá tú fært eina reyðbjór við heitinum Múlafossi afturvið, hevði júst tann paringin verið perfekt. Autentisitetur er lyklaorðið. Staðbundin autentisitetur. Ein spanskttalandi mamma, sum við ungu dótrini júst er komin við Icelandair úr California, stuðla uppundir tað sama. Tær búgva í Miðvági og leita eftir fiskamatstovum.

So norður til Tjørnuvíkar. Longu við Fossá, sunnanfyri Haldórsvík, eru fólk, ið lata seg hugtaka av fossinum, sum í løgum kemur oman úr haganum og rennir seg undir vegin og út á sjógv. Ein sjáldsom søgn og sjón, ið tók seg fram á Instagram, og nú livir sítt egna lív sum eitt av fremstu føroysku myndaevnum. Múlafossur er ikki einsamallur. 

Og júst hetta við at javna út um alt landið, tá onkur ferðastøð verða meir vitjaði enn onnur og tí serliga trongd, hevur fyrimyndarligi forsætisráðharrin í Butan, Tshering Tobgay, í fjør umrøtt í einum útjavnandi manifesti, so øll sleppa framat, og at eitt hámark verður sett fyri ferðafólk. Ein skynsamur ferðafólkapolitikkur. 

Í niðurlendska býnum Amsterdam hava tey eisini sett eitt endaligt hamark fyri, hvussu nógv hotellkømur skulu, ella kunnu, byggjast í býnum.

Við øllum hesum útlendsku tankum um ferðavinnu er tað, at vit fara til Tjørnuvíkar, sum er í somu kommunu, ja hinumegin fjallarustina, sum Saksun, hagani bara illsinisglefs hoyrast í pressuni um ferðafólk. Meðan ávaringarskelti, banningarskelti og píkatráður eru sjónligastu samskiftisamboð at náa ferðafólkum har í bygdini, síggjast hesi ikki í grannabygdini fyri norðan. Alt andar sátt og semju. Ferðsluljós, reyð og grøn, virka enn sum áður og øll akta. Tað er bara hinumegin okkurt av fjøllunum í Norðuroyggum, at eg havi sæð bilar, ið ikki akta eitt reytt ferðsluljós.

Esbern floytar ein tóna, bjóðar vaflur og kaffi, hevur kanska hug at tríva i eini Kingo, men kanska eri tað eg sum yvirtulki. Fólk elska henda mann og hetta djúpt originala høvið at treffast. ”My God, are you one of the locals?” er stuttligasti spurningur tú kanska fáa, tá tú av óvart hevur flutt teg inn í krossfeltið, ið annars er definerað sum føroysk ferðavinna og hon aleina. Men her er nakað kollektivt við ferðavinnuni. Surfarunum og teirra brettum og húsinum eisini. Bara tú ikki koyrir yvir um brúnna og inn í bygdina. Tøku parkeringsplassini er heilt vist avbjóðingin, men í dag er tað líka sum, at alt gongur upp. 

Leygardagin koyra vit, Unn, Jógvan og eg, til Funnings og Gjáar. Steðga og ganga oman á støðna, framvið kirkjuni, sum tianverri ikki er opin, og hyggja eftir lítlu standmyndini av Grími Kamban, sum stendur undir risastóru grótmyndini hjá Hans Paula Olsen. Kanska ein rísandi sól, kanska ein springandi hvalur, men sæð frá brúnni omanfyri, tykist bakpartíið av standmyndini at vera dintilin á høvuðspersóninum í Watership Down. Mitt í hesum stendur Grímur Kamban. Lítil í teim stóru elementunum.

Á støðni er ein stór familja, sum grillar í summarhitanum. Og ein nærlagdur svenskur fotografur. Onnur ferðafólk síggjast ikki. Hóast bestu tíð til ferðafólk, sæst einki í bygdini. Sæla kvirran verður brotin av tiltakandi jarman, tí teir reka í haganum. Annars er kvirra við støðna.

Ert tú komin á trongd og skalt gera burtur av tær, er laga manni í Funningi. Aftur her má eg sanna at føroysku vesifasilitetirnir eru second to none. Ongastaðni, har eg havi ferðast, hava tey so góð og rein almenn vesi.

Framvið húsunum er málað á betonggarðarnar, so umhvørvið er litríkt og kommunukativt innbjóðandi eins og reyðu húsini.

Niðan gjøgnum siksakvegin við Slættaratindi sum bakveggi, koyra vit fram við hestum og fjallmonnum. Komin um Skarðið og oman til Gjáar, síggja vit mesta talið av ferðafólki uppá eingang. Og tey eru ikki nógv. Tyrpast ikki í nøkrum túnið. Men eru javnt spjadd yvir alla bygdina. Helst er tað uppskriftin. At sleppa undan nøkrum slag av tronga. Tað duga tey fyrimyndarliga væl við Gjógv. Men eins og í Funningi er kirkjan ikki opin. Tað sakni eg stóriliga. At síggja søguligu altartalvuna hjá langabbabeiggja, sum bíbilsk leitar út í Djúpini, beint fyri vindeyganum.

Uppi við Slættaratind er heldur eingin trunki av ferðafólki. Gøtan er greið og klár at ganga. Pláss er eisini til bilarnar.

So ringja vit til meistarakokkin Sveinbjørn at spyrja um pláss er á nýggju matstovuni Rist úti í Runavík. Jú, tað er gamaní. Eg fái mær ribeye við bernaise sós, sum eg hoyri kokkarnar røra úti í køkinum. Hetta er so gott og forkunnugt, ikki bara sum ljóð, men eisini sum matuppliving her í tí gastronomiskt ókenda, at ein bloggfunderað royndarsmakking má verða við eitt annað høvi.

Við avgreiðsludiskin í Rist í Runavik eru avmyndað frá høgru Signar Nielsen, stjóri, Sveinbjørn Kvilt Sigurðson, kokkur, Suni Kvilt Sigurðson, kokkur, og Ása Jensen, tænari.

Kvirran er eitt aktiv, vit eiga at set prís uppá í føroyska summarinum og sum fremsta tilboð fyri fremmanda ferðafólkið, sum aloftast kemur úr einum stórbýi. Mest larmandi bilarnir at hoyra av vegnum har Yvir við Strond og niðan á terassuna í Tórsbyrgi, eru ein hvítur føroyskur bussur og ein umbygdur týskur MAN lastbilur, sum nú er militergrønur húsvognur við allari útgerð. Teir larma illa, tá teir fara framvið.

Við hugtakinum kvirru í oyrunum letur Magnus, sølumaðurin hjá Wenzel, meg henda dagin royna ein elbil, Volvo EX30. Tá eg skilji at bilurin er í gongd, hóast einki hoyrist, eri eg so imponeraður, at eg næstan keypti. Men enn eri eg ikki komin yvir um gjónna at keypa elbil. Kanska er tað eisini markleysa flytføri, mobility, sum eg eri vanur við, tá tað snýr seg um gamaldags bil. Eg koyri sum veðrið er. Ikki eftir løðistøðum. Flytføri fram um alt. Søguliga er bilurin the ultimative freedom machine. Í mínum hugaheimi er elbilurin ikki har enn. Men kvirran, hann skapar og tekur seg fram við, hon er góð.

Í trimum førum verður ferðavinna umrødd í teim seytjan heimsmálunum hjá ST fyri burðardygd. Í áttanda heimsmáli, sum er um sømiligt arbeiði og búskaparvøkstur, verður sagt, at ”Ein loysn, sum kann hjálpa til við at uppfylla heimsmálið, er burðardygg ferðavinna. Ferðavinna er ein umráðandi inntøkukelda í nógvum londum og í veruleikannum er 10.hvørt starv í heiminum tengt at ferðavinnu. Um burðardygga ferðavinnan verður styrkt, fer tað at hjálpa til við at ansa betur eftir okkara náttúru, skapa arbeiði og styrkja burðardygga økismenning. Fyri 2030 skulu politikkir orðast og setast í verk at fremja burðardygga ferðavinnu, ið skapar arbeiðspláss og fremur mentan og vørur á staðnum.”

Tólvta Heimsmál, sum er um at tryggja burðardygga nýtslu og framleiðslumynstur, sigur, at vit skulu ”Menna og seta í verk amboð at hava eftirlit við, hvussu burðardygg menning ávirkar burðardygga ferðavinnu, sum skapar størv og fremur mentan og vørur í landinum.”

Fjúrtanda Heimsmál, sigur, at fyri 2030 skulu vit økja búskaparligu fyrimunirnir til smá oyggjaríki í menning og tey minst mentu londini frá burðardyggari nýtslu av havfeingi, millum annað við burðardyggari umsiting av fiskivinnu, alivinnu og ferðavinnu.

Gott ferðavinnusummar!