Onkuntíð tekur Dagur og Vika meg á bóli. Tað gjørdi redaktiónin í kvøld, nú tey høvdu funnið eina unga aktiva føroyska kvinnu, sum er farin til USA at arbeiða, ella í minsta lagi at reka, fyri Kamelu Harris.
Orsøkin er, at týsdagin er týdningarmesta val í einum landi, ið hevur sett seg á okkara tankar og hugmyndir, fyrst og fremst um persónligt frælsi, men eisini skapt polariserandi ræðumyndir um ta makt, pengar altíð hava. Eisini hjá okkum.
Tí er neyðugt at skapa líkindi fyri identifikatión.
Myndir, innsløg og tíðindabrot, har vit kunnu spegla okkum sjálvi, og harvið uppliva eitt vitborið innihald, sum gevur meining og brýtur einvegis hugsaðu polariseringina.
Úr okkara støddarmáti uppliva vit í fjarstøðu heimin gjøgnum amerikanskar brillur, tí gjøgnum søgu, bókmentir, film og tónleik er Amerika sloppið at seta seg á okkara heila og fatan. Ein svullur, sum kann verða góður, men eisini malign, óndur.
Neyvan hava tvey so ymisk valevni verið at velja ímillum. Tey eru sum tikin úr einum samtíðarfilmi ella undirhaldssjovi, sum er uttan enda á eini av amerikansku sjónvarpsrásunum. Munurin er bara at hetta er veruleiki og ikki soap.
Hevur tú ferðast nakað í USA og onkuntíð steðga á motellum á bygd, so fært tú millum bygda innlit í eitt misantropiskt narrativ, sum aldri hevur ætlað sær at verða í fremstu røð at byggja land. Tað er hetta segment, Trump tosar til.
Nýggjasta er hansara tala aftanfyri skottryggar glasrútar. Bara fyri at sleppa at siga, at hann heldur vil skjóta feyk njús og mæla øllum samhugaðum amerikanarum at gera tað sama. At gera seg sjálvan til miðdepul at skjóta feyknjús. Narsissisma í higartil ókendum formati og stigi. Sjálvur er hann aldrandi ríkmannasonur úr New York, so støðan er hin mest margháttliga, hugsast kann, fakta ella fiktión.
Frígerðandi valevnið, Kamela Harris, sum í the land of the free talar til persónligt frælsi í einum frísetandi høpi er í hinum borðinum. Tað eru mótsetningarnir, hon kvinna og litt, við eini eyðkendari rødd of restrain, so nasalt klanmælt, at hon kann støkka nær tað skal verða, røddin, ikki minst tá Trump brúkar hana sum skjótiskivu, sum var tað Saturday Night Live, ella okkurt annað amerikanskt uppistandssjov, har tú sum einsamallur enterteynari ert á pallinum og hvønn morgun velur tín egna ham og veruleika.
Fráfarnar miðlastjørnur vága sær onkuntíð at siga tað. Tú kanst siga, hvat tú vilt og sleppa væl frá tí. Fólk stóla uppá teg sum eina miðlastjørnu, ið einaferð hevði makt og undirhaldsvirði.
Um Trump stílin havi eg fyrr brúkt eitt heiti, sum eg havi tikið frá Otto Brandenburg, baggårdspuma, ein slotandi uppilagstur boksari, sum ikki hevur mist gongulagið and the jab og ikki er troyttari enn so, at millum vertshúsvitjanarnar er hann altíð klárur at sláa.
Tá er støðan hóttandi vandamikil, tí tú veitst ikki nær, hvar og hvussu hesin illa grundaði samfelagsfíggindi nummar eitt, sum í samtykki við tey ómælandi heldur seg bera hvítu amerikansku dreymasøguna á egnum herðum, fer at gera vart við seg.
Og hygg bara eftir klædninginum, hvussu herðabreiður hann vil tykjast.
Spenta støðan kemur fram, tí hann sáar so stórt mistreystið, at hann, millióningurin úr stórbýnum, er í synk, fullkomnum samljóði við lægstu løgini í hvíta samfelagnum, tey, sum búgva á bygd, eru arbeiðsleys, uttan útbúgving og búgva undir ivasomum viðurskiftum og so dánt kunnu sleppa at velja.
Var tað ikki fyri kirkjuna, har hvít samtrúgvandi møtast, innan tey flyta til næstu bygd, so var eingin orsøk at møtast í sjónliga rúminum. Uppá gott og ilt er kirkjan kittið í amerikanska samfelagnum, og staðið Trump altíð kann venda aftur til og fáa signing til dagin og vegin. Havi ikki sæð at Harris brúkar tað.
Var eg í USA og hevði skrivað meg upp at sleppa at velja, so er eyðsæð, at eg hevði valt hana.
Hinvegin er støðan herheima blivin soleiðis, at eg fari ikki at velja nakran av flokkunum, sum halda fram við handilsligum samstarvi við krígsáleyparan Russland.
Vit eru aftur í kalda krígnum, sum Louvin Brothers syngu bjart og klokkuklárt um í hálvtrýssunum og sum Blind Boys of Alabama endurtóku á Gøtusandi. Jesus Hits Like An Atom Bomb. Vit skulu aftur hartil. From Mother’s Arms to Korea og The Family Who Prays. Ótamd og einoygd vápnadubbing í parti við USA, meðan Danmark garterar um atgongd til Arktis, og meginøkið, Grønland, yvirhøvur ikki vil luttaka í regionala samstarvinum á Norðurkollinum.
Tiltakandi polariseringin er nú á so høgum støði, at ráðandi heimaflokkar eiga at ansa sær. Tað síggi eg úr køksvindeyganum, oftari enn nakrantíð. Kanska er tað tí, eg sjálvur sætti fari til Kuba á jólum. Livst so spyrst, og tøkk til Unu, sum er farin til USA at gera mun og Dag og Viku at geva okkum henda identifikatiónsfaktor. Ein brandur ert tú.