Eftir glopraregn í seinastuni, er stilli og lág, men hækkandi sól í morgun. Hon strálar og kínir kampingplássinum yviri við Strond, har tjøld fóru á flog í gjárkvøldið. Nývaknaði morgunin ber okkum ferðamannaskipið Ambition, sum siglir inn á Runavík við 1200 ferðafólkum og eini manning, ið telur 670.
Hóast skip og kampingvognar kunnu tykjast fylla summarsýnið í føroysku morgunsólini, eru hetta smá tøl. Allarflestu ferðafólk, 80-90%, flúgva til Føroya, segði stjórin í Visit Faroe Islands í Breddanum, eini av heilt fáu, kanska einasta almenna greinandi kjaksending í Kringvarpinum, sum nú eisini fer í summarfrí, Breddin altso.
Drívmegin, tá umræður ferðamannaskip,
er inntøkur til kommunalu havnirnar, varð sagt í sendingini, har Sirið Stenberg og Gurðið Højgaard luttóku og Sigurjón Einarsson var góði verturin.
Hjá okkum føroyingum, at fara út í heim, gongur tó strilti, um tú ikki partú skalt til Kastrup ella Hirtshals og onga aðra staðni í verðini. Man ferðvinnan verða blivin størsta forðing fyri, at menna seg fram til ein altjóðagjørdan føroying, fyri ikki um at tala ein kosmopolitiskan globetrottara?
- Atlantic royndi seg við eini stuttari light versjón til New
York og Icelandair flýgur nú eisini fleiri ferðir um vikuna, segði Guðrið
Højgaard í somu sending, ið varpaði ljós á manglandi vøkstur í føroysku
ferðavinnuni, sum hóast stórar íløgur er steðgað og stadnað við 130.000
ferðafólkum, men tó hevur rakt eina milliard í útflutningi, uttan at greinað verður,
hvat tað merkir.
- Tað eru
vanlig menniskju, sum dáma at ferðast og vilja uppliva okkara náttúru og mentan,
segði Guðrið, og upplýsti, at nýtt hotell verður bygt í Klaksvík, Hafnia byggir
út í Havn og Spa verður bygt á Hotel Føroyum við Oyggjarvegin. - Føroyar eru
stuttligari at búgva í, takkað verið ferðavinnuni og teim fólkum, sum koma
higar. Man vil altíð hava meira, er semja um.
Flutningsvinnan og gistingarvinnan fær tað, sum ber til
burturúr. Kanska eru tey mettaði. Tí ferðafólkatølini standa sum nevnt í stað
og vaksa ikki. 130.000 ferðafólk koma higar um árið.
- Eg vil hava tilboð, heldur enn avgjøld sigur Sirið. At fáa
bygdirnar og fólkið við. Men okkurt fer at verða lagt á gistingar framyvir. Og
at taka ein ordiligan prís fyri tað. Og regulering av airbnb. Her eru vit
eisini farin at reglulera, so fólk ikki standa á gøtuni ein part av árinum. Hotellini
standa tóm stóran part av árinum, sigur Sirið.
Hví ikki koyra flóttar inn har, er ein tanki, tá ambisjónin
er at stýra uttan um sosialar avbjóðingar?
Ymsar reglur eru á bygd og í býi, tað má regulerast, sigur
Sirið. Vinnan er nýggj og skal hava góðar broytiligar karmar. Lóg um gongd í
haga er komin. Stutttíðarleiga og parkering eru tvær nýggjar avbjóðingar, sigur
Guðrið. Heimablídni verður nevnt og spurt verður, um nakað mark skal vera, so
tað ikki gognur út yvir matstovurnar. Vinnuferðavinna er eitt samstarv, serliga
við Tórshavnar kommunu, har trý fólk arbeiða við málinum, sum er at fáa fleiri
tiltøk og fundir higar.
Marknaðarføring er enn sum áður at bjóða journalistum til
Føroya at skriva um matupplivingar og náttúrupplivingar, adventure light, um
vit bera saman við Ísland, har atkoman er týdningarmikil, meðan okkara er
avmarkað, sigur Guðrið í Breddanum, ið eisini leggur dentin á, at ferðavinnuátøkini
skulu passa til alt landið.
- Mentanarlívið, siðaarvur, tað autentiska, maturin,
dansurin, listafólk eru ríkidømi, sum kann brúkast árið runt. Bygdasøvnini kundu
eisini verið bygd upp, UNESCO arbeiði eisini, ikki minst fyri okkum sjálvi.
- Stórir trendir, meining og at hugsavna seg, at kenna seg
sjálvan, er nýggja luksusið. Coolcation, har fólk flýggja frá heita
heimstaðinum og higar, at kenna heimablídni, vera við til stovukonsertir, sum
er roykstovan við einum modernaðum twisti, og tó altíð autentiskt. Tað er ein avbjóðing
at selja Føroyar alt árið. Ein størri part av árinum at fáa belegning, sigur
Gurið og upplýsir, at airbnb er nógv tað størsta gistingartilboðið í Føroyum í
dag. - Øll vilja hava fleiri gestir, men tað er ikki so lætt. Flestu koma bara
eina ferð higar. Tað stillar høg krøv til sølu og marknaðarføring.
Yvirskipað sigur Siri, at nú skulu ferðavinnuætlanirnar fáast
lidnar, tí her er stórt potentiali.
- Vit vilja fáa so nógv av teim røttu ferðafólkunum, heldur
enn bara at hugsa um nøgd. Vit mugu gerast realistisk. Ikki byggja á kenslur,
sum gjørt hevur verið seinastu árini, men á fakta, og finna fram til eina kapasitetsoptimering,
nú koronatíðin steðgaði so nógvum.
Harafturat kemur, at ferðavinnan er ein krosssektorvinna við
nógvum kvinnustørvum.
Men vinnan er á trimum hondum. Atlantic, við flogførum og
hotelli, Smyril Line við ferðamannaskipi, fraktskipum, hotellum og matstovum, og
so Gist og Vist við risastóra Hotel Føroyum og mest sum øllum matstovum í
landinum.
- Túsund ársverk tilsamans, nú vit hava rokkið eina milliard
í útflutningi. Og fyri 2030 seta vit okkum nú 1,5 milliard sum mál, verður sagt
í sendingini. Men vit hava ov fá ferðafólk inni í biksini, sigur Guðrið. Atkoman
um veturin er ov avmarkað. Tí hevur man so fá ferðafólk, og so fáar flúgvingar,
sigur hon, og konstaterar, at nú eru flestu føroyingar jalig til ferðavinnu. Bert
fá støð eru slitin vegna ferðavinnu, sigur Gurið.
- Men tað er dýrt, sigur spyrjarin og verturin í Útvarpinum.
- Ja, tað skal tað eisini vera, sigur Sirið, og Gurið bakkar
hana upp.
- Airbnb, heimablídni, landbúnaður og túsundtals fólk hava
eina inntøku av ferðavinnuni, og so er tað skattainntøkurnar, og at ferðavinnan
er ein kvinnuvinna, 70%, sum høvdu rýmt, um tað ikki var fyri ferðavinnuna, er
niðurstøðan teirra millum.
Í mínari fatan hevur føroyska ferðavinnan rakt eitt útsølumark, har ambisjónir, sum júst var navnið á skipinum í morgun, Ambition, halda uppat, tí alt, í størri mun enn eg minnist, tykist verða givið upp til skutils. Eingin játtan til avbjóðandi og mennandi marknaðarføring úti í heimi og innlendskt kríggj móti airbnb, so teir tríggir mastodontarnir kunnu halda skansan, og ferðavinnuumsetningurin ikki dryppar longur út í samfelagið, sum samgongan hevur skýrt samhaldsfast. Eg ivist í, um tann vígvøllurin verður spennandi at fylgja fram til 2030.
Starvsfelagin Jóhannus Ingolf Mikkelsen tók myndina av ferðamannaskipinum Ambition í Runavík.