Amerikansku Lara Chebotarev, Bryn Mortenson og Brookie Xia,
sum saman við spanska læraranum Rodrigo Antonio Rieiro Diaz, eru í Havn at
granska arkitektin Gunnar Hoydal.
Í Tórsbyrgi, sum Gunnar Hoydal (1941-2021) teknaði, og fyrstu fólk fluttu inn í í 1976, eru í dag listalesandi Lara, sum hevur foreldur úr Sarajevo og Moskva, og tær báðar arkitekalesandi Bryn, sum er av skandinaviskari ætt, men býr í Pennsylvania, og Brookie, sum býr í California, men hevur foreldur úr Kina, komin á vitjan.
Brookie hevur frá læraranum Rodrigo fingið til uppgávu at kanna Tórsbyrgi, Bryn Berjabrekku og Lara
inni á Gøtu.
Tær eru frá Danish Institute for Study Abroad, stytt DIS, ið er ein almannagagnligur grunnur til lestur uttanlands, stovnaður í
1959, sum bjóðar semestur-, lestrarár- og summarútbúgvingar, har
undirvísingin er á enskum, í býunum Keypmannahavn og Stockholm. Seinastu tvey árini
hevur spanski arkitektinum, Rodrigo Antonio Rieiro Diaz, undirvíst hjá DIS, og
er nú í Føroyum við teimum trimum at kanna arkitekturin hjá Gunnari Hoydal.
Frammanundan hevur Brooke skrivað í telduposti at “My name is Brooke, and I'm a research assistant working on analyzing Gunnar Hoydal's housing projects, specifically Tórsbyrgi…I've actually read your blog when I was researching Tórsbyrgi, it was very helpful to understand a bit of the everyday life that occurs there.”
Nú er hon her saman við lærara og lestrarfeløgum. Afturvið
kaffi í køkinum tosa vit fyrst um góðu útsiktina yvir Nólsoyarfjørð, skiftandi ljósið,
sólargangin, hvussu nógv búgva í býlinginum, og um at byggja um, uppí og uppá,
og tolsemi við estetiskum broytingum hjá grannum, vit síggja higani vit standa,
nú húsini verða hálvthundrað ára gomul og treingja til ábøtur. Vit tosa eisini
um bacalao og føroyskan saltfiskaútflutning til katólsku londini í føstu.
Lærarin, sum er katolikkur, er, eins og eg, upptikin av gamla spanska
rockbólkinum Héroes del Silencio.
Yvirskriftin
fyri lestarvitjanina er at spora aftur felagsrættaðu bústaðarroyndirnar hjá
Gunnari Hoydal í Føroyum, Retracing the Community-Oriented Housing Experiments
of Gunnar Hoydal in the Faroe Islands.
Biðja vit vitlíki umseta torskilda enska teksin hjá teim
lesandi, fáa vit hesa frágreiðingina:
Hetta er partur av norðurlendskum samanlívsformum, Nordic
Forms of Living Together. Føroyar liggja í norðara parti av Atlantshavinum og
eru sjálvstýrandi øki innan fyri danska kongaríkið. Millum norðurlendska formin
at liva saman, hava ávís dømi framvegis tørv á samtíðarviðgerð, meðan onnur
hava fingið lutfalsliga lítið vísindaligt uppmerksemi – serliga á altjóða
økinum. Tær felags bústaðarverkætlanir, sum Gunnar Hoydal stýrdi í síni tíð sum
býararkitektur í føroyska høvuðsstaðnum, Tórshavn, hava sum heild staðið í
skugganum av hansara leikluti sum tjóðskaparskald og rithøvundur. Sera lítil
gransking og dokumentatión er gjørd av einastandandi byggimálum sum Tórsbyrgi
(1977), eitt langvarandi dømi um sambúgvandi meginreglur í einum
samfelagsmentanarligum og búskaparligum høpi sera annarleiðis enn onnur búøki,
Berjabrekka og millum Gilja, tvær luttakandi lágbygdar og tættar
bústaðarbyggingar frá 1980’unum, ella inni á Gøtu (1990), eru sjáldsom dømi um eina
bústaðarskipan í Útnorði, sum Rodrigo kallar ”a support-plus-infill housing
scheme.”
Víðari verður sagt um verkætlanina, at ætlanin er at gera
umfatandi forkanningar av hesum gloymdu lokalu tulkingunum av samtíðarglobala
arkitektoniska kjakinum, við tí endamáli, at skapa og deila upplýsingar, innan
og uttan fyri Føroyar. Tann avbyrgdi karmurin gevur eina virðismikla keldu til
upplýsingar um langtíðarmenningina av hesum bústaðarskipanum, og gransking av
teimum gevur møguleika at kanna ókend sambond tvørtur um Norðuratlantshav
millum Føroyar, danska stórbýin, Amerika og víðari.
Verkætlanin fer fram yvir fleiri semestur, har
granskingarhjálparar, research assistants, fáa ávísar uppgávur fyri semestrið. Møguleiki
er fyri, at granskingarhjálparar sleppa at ferðast til Føroya á rannsóknarferð,
alt eftir hvørja lestrarhálvu talan er um. Alla tíðina gjøgnum verkætlanina fáa
granskingarhjálpararnir djúptøkna vitan og granskingarførleikar, sum eru í tráð
við verkætlanina, og sum fevna frá fysisku karmunum (ella “harða”
undirstøðukervinum) til málini og reglurnar (tað “mjúka” undirstøðukervið) í
kanningarmálunum, og fara framvið dreymaheimum og teimum paradigmum, sum skapa
teir. Liður í verkætlanini er at granskingarhjálparar fáa eina umfatandi fatan
av staðsettum granskingarháttum, alt frá trupulleikaformulering og
granskingarsniðgeving til námsfrøðiliga greining og skriving, sum er serlig
fyri arkitektoniska gransking.
Mælt verður teim luttakandi at lesa ”A Story of Connections. An intergenerational communityin The Faroe Islands based on shared living” (2019) eftir føroysku Chanette Jørundsdóttir Hansen, og “Make yourself at home. A critical retracing of thelegacy of the housing utopias built in the Nordic countries in the seventies”(2023), sum er doktararitgerð hjá Rodrigo Antonio Rieiro Diaz í Madrid.
Í
ritgerðini nevnir Rodrigo húsabygging í Barcelona, Kuba, Noregi og í Tórsbyrgi,
ið kunnu hava arkitektoniskar bústaðarlíkleikar. Rodrigo sigur:
Comments