Tá ein kirkja er bygd, stendur hon har, hon til ævigar tíðir er reist. Tað er líkasum ein gongd, ið vit venja okkum við og lata okkum lynda, at hon er har, sum teknarar, myndugleikar og pengaveitarar hava samtykt og játtað. Í hesum ofta drúgva tíðarskeiði venja vit okkum við nýggja sýnið í landslagnum og samanhangskraftina við teir bygningar, sum longu eru har, og nýbygda kirkjan leggur seg upp at í bygda- ella býarrúminum.
Tá tú
hendinga ferð kemur á hesar leiðir, kanst tú saman við grannum og
kirkjugangarum grunda yvir, um hon økir um estetiska trivnaðin, funktiónina og
upplivingina í avmálda økinum, ella er hon bara potensierandi í nýggja innsetta
rúminum?
Í Havn er
til dømis hálvtrýss ára gamla Vesturkirkjan, ið greitt sæst sum eitt monumentalt
seglskip, slupp, hvar tú so sært hana frá. Hon økir um fatanina av býnum,
eisini tá fremmandafólkið skoðar úr hotellvindeyganum við Oyggjarvegin. Ein
farri av somu tankum, strembandi segl við havið, síggjast í ætlaðu kirkjuni,
sum nú skal byggjast í Sydhavnen í Keypmannahavn.
Annarleiðis er við kirkjum, sum hóast tær eru greiðar á tekniborðinum, sum omanfyri, semja kortini ikki er um at byggja.
Júst í
Havn eru minni heppin harraboð uppá eina enn óbygda kirkju, har grannar hava
mótmælt í áravís, tí hon, umframt at fylla útsýnið, verður sett á eitt
definerað fríøki. Grammari
verða avvarandi at byggja júst hesa kirkjuna á hesum stað og onga aðrastaðni. Óansæð
hvat Matteus 18:20 sigur, so verður henda kirkjubygging potensierandi í eini
polariseringstíð.
Inni í Bíbliubeltinum við Skálafjørðin, har kirkjugarðurin er í beinari linju millum koyrivegin og fremstu vinnuna við havið, hevur ein tekning verið frammi í drúgva tíð, sum far meg at minnast gomlu donsku skúlabøkurnar hjá Jógvan læraranum í Felagsskúlanum í kristni og søgu, har muslimska kaba’in í Mekka var abstrakta evnið og ímyndin av pliktfyltari pílagrímsferð. Kaba’in í Mekka.
Nú er hon her.
Lend í Bíbliubeltinum. Abstrakta skapið av einum halgidómi.
Fyrst koma mær
til hugs rúmligu orðini í evangeliska sanginum hjá George Harrison Awaiting on
you All har hann brúkar Gudsnavnið í fleirtali: ”By chanting the names of the
Lord”. Í øðrum lagi fær tekningin meg at hugsa um Stanley Kubrick og monumentalu
byrjanina av filminum um rúmdarferðina í árinum 2001, og í triðja lagi um poetiskt
luftborna tekstin hjá Matteusi:
- Tí at hvar sum
tveir ella tríggir eru komnir saman í mínum navni, har eri eg mitt ímillum
teirra.
Góða eydnu, betri
enn hina á Argjum, verður ynskt tykkum við kirkjuni, tit nú fara at reisa í
felag á Glyvrum.



Comments