Skip to main content

Sissal er aftur á toppinum

Heimasíðan hjá Danmarks Radio og morgunsendingin hjá Kringvarpinum avdúkaðu í morgun, at við sanginum ”Infinity” er føroyska stjørnan, Sissal, aftur í ár við í heimsins størstu sangkapping, Eurovision Song Contest, sum verður hildið í Wien í Eysturríki tólvta, fjúrtanda og sekstanda mai í ár.

Danska kappingin, har Sissal og tilsamans átta sangarar dystast, verður hildin í Frederikshavn hin 14. februar. Tá ber til hjá øllum í Kongaríkinum at atkvøða, so ikki bara fakliga dómsnevndin, men eisini fólkið er við í atkvøðugreiðsluni.

Við sanginum ”Hallucination” fekk Sissal EBU-limalandið Danmark við í kappingina í fjør. Hetta varð fyrst ferð síðan 2019.

Sissal hevur sjálv skrivað nýggja sangin saman við Chris Chordz, Malte Johansen, Joy Deb, Linnea Deb og Jimmy Joker, sum serliga í Svøríki eru kendir komponistar í hesum høpi.

Um sangin sigur Sissal við heimasíðuna hjá Danmarks Radio í morgun:

- ”Infinity” er på en måde et lille magisk univers i sig selv. Den er vævet sammen af elementer fra pop og elektronisk musik, men også noget mere blidt og sårbart fra nordiske viser. 

Ert tú hugbundin av hesum slagi av sangi, sum líka so nógv er senusjov, eitt úttrykk, við hondføstum frásagnarelementum og smittandi styrki av senuni seta karmin um eitt sjampanjukvøld í fleirfólkafagnaði í stórbýnum, so er hetta akkurát til tín. 

Sjangran hevur síðan 1956 hepnast at flyta seg frá akustiskum dansivísum á norðurlendskum og counter culture sangum á sámiskum og íslendskum til ein miðsavnaðan kjarnustreym av evropeiskum elektropoppi har dragsjov sjálvdan er langt frá úttrykkinum. 

Men prísurin fyri hetta skiftið er, at tað evropeiska í máli og serskilda landamentan er horvið og alt er á enskum. Hetta er ein premissur vit fáa við í keypinum og mugu lata okkum lynda.

”Infinity” er innan sjangrukarmin av elektriskum evropoppi ein super sangur, beint til konseptið Eurovision. Blandið millum enskt, sum í høvuðsheitum byggir og ber sangin, riggar tó serliga væl í danska partinum, har Sissal briljerar sum sangarinna og ræddarekvilibristur. Hon megnar allar hæddir í hesum lagkøkusangi, sum traditionelt er lag om á lag. Røddin, ið er serstakliga rein og klár frá byrjan, forloysist í tekstinum við orðinum ecstasy, sum kundi verið plantað til kjarnulurtaraskaran, sum hevur medvirkað at útvikla hetta sjov til nakað heilt egið og litríkt festligt, og síðan í danska kórinum, sum lyftir svensktinspireraða sangin upp á nýggjar og higartil ókendar hæddir við hvørt strukturskifti. Framúr. Sangurin setir seg í oyruni og skapar tí góðar møguleikar at verða millum teir fremstu - og kanska vinna – í hvussu er í Danmark. Reina og sterka røddin er, eins og kórrøddirnar, berandi og sterkastu partar í nýggja sanginum hjá Sissal.

Myndirnar av Sissal eru tiknar á Vaglinum í Havn sunnudagin hin 27. juli í fjør.

Comments