Síðan sonevnda fullskala innrásin, ella ótamda russiska álopskríggið, byrjaði í Ukraina fyri fýra árum síðan, hevur Facebook verið ein samskiftismiðil hjá fleiri einstøkum persónum og breiðum felagsskapum. Oleksandra Matviichuk, omanfyri, er ein teirra. Hon býr í Kyiv og er leiðari í Center for Civil Liberties, sum fekk Nobelvirðislønina í 2022.
Ovast á Facebookbreddanum hevur hon hesi orð: Pessimism is a luxury
we cannot afford. When strength runs out, character begins.
Á fýra ára degnum
fyri russisku innrásina skrivar hon soleiðis í dag:
- Tey spyrja, hvussu eg kenni meg á minningaradegnum fyri
fullskala innrásini, tá russiskar bumbur byrjaðu at falla á friðsamar býir, og
russiskar tankskolonnur fóru móti Kyiv. Sannleikin er, at eg kenni einki serligt. Enn ein dagur av krígnum, sum
er vorðin ein partur av lívinum hjá okkum. Nærri sagt, hevur hann oyðilagt alt
tað, ið vit rópa vanligt lív.
Kanska, tá Russland stilnar sum ein sápubløðra og hetta kríggið endiliga er liðugt, vil hesin dagur fáa ein serliga kensluligan týdning fyri meg. Men nú ger hann ikki tað. Skalt tú koma víðari, mást tú laga teg til tað nýggja normala. Hóast alt tað, vit uppliva, er langt frá tí normala.
Í dag leggja miðlar kring heimin fram mítt vetrar-essai á fleiri málum. Í tekstinum nevni eg vinkonuna, sum kríggið gav mær, og síðan tók frá mær og øllum teimum, ið elskaðu Victoriu Amelina. Eg veit, at so leingi vit minnast okkara deyðu, eru tey á lívi. Hennara bók, Looking at Women, Looking at War, sum ikki bleiv liðug, men lýsir kvinnur í krígnum, verður í ár givin út í Danmark og Niðurlondum. Sjálvt eftir deyðan heldur Vika fram at berjast fyri okkum.
Posthumt
fekk Victoria Amelina, Vika, í fjør Orwell virðislønina fyri politiska skriving.
Oleksandra
Matviichuk sigur í dag:
- Hin 24. februar
2022 skrivaði eg á Facebook: “Tað verður trupult, men vit standa fast. Móti
Putin er søgan á okkara síðu.” Fyrstu fýra árini eru liðin. Vit eru á røtta
síðu í søguni. Putin roynir at føra okkum aftur til fortíðina. Hann kann ikki
vinna á hermótinum, tí hansara høvuðsvápn er terror móti borgarum. Men
framtíðin kemur. Og tað slepst ikki undan.
Eitt enskt brot úr vetrar-tekstinum hjá Oleksandra Matviichuk
á fjórða ársdegnum fyri innrásina hjá Putin í Ukraina er soljóðandi:
- Freedom is not a given, it is a prerequisite for survival.
Ukrainians lived in the shadow of the Russian Empire for three centuries. We
would never have survived as a nation if we had not persistently sought freedom
throughout that time.
Fyrradagin høvdu Føroyingar fyri friði tiltak í Perluni í
miðbýnum í Havn, har minnisdagurin fyri russisku innrásina í Ukraina varð
hildin.

Comments