Skip to main content

Rættara landið

 
CoPilot gjørdi myndina við støði í tekstinum


Á aðru síðuni

mandigir menn

í ljósareyðum skóm

sum fáa reytt  

á vátgrønum vølli

tá heimlandstrygdin

og appilsinfrunturin

í casa blanca

vrakar og havnar

so blankskallavinurin

infantint

kann takkla

eitt bil

og dribla

á ranguni

til útselt er

í fifa

forfanin

hóast einki nyttar

at snýta

ain't that just like

Belgium

meðan deyðin framkallar Bill

og minnið um tiknar myndir

av føroyskum lendingum

á Hahnemühle pappír

í Cross Village

tosa um synir

og spurningin

um eg nakrantíð

aftur

sleppi at kenna

rættara landið

sum horvið er

Comments