Foto Jacob Møller
Kjartan Hansen er
Suni í filminum "No Rest for the Wicked", ið verður sýndur í
Filmsfelagnum mikudagin 2. septembur. Dagin eftir, 3. septembur, verður almenn
frumsýning í Havnar Bio, sum sýnir filmin næstu dagarnar, og 8. septembur er
sýning í Løkshøll.
- Sum sjónleikari
veit eg, at tá vit spæla á okkara egna máli, og spæla nógv, tá mennast vit við
rúkandi ferð, sigur Kjartan undan sýningini.
- Tað var Anja
Phillip, castari, sum bjóðaði mær til upptøkuroynd í Keypmannahavn, í januar
2024. Meðan eg gekk
og bíðaði eftir svarinum, var eitt sindur av manereri, fyri at fáa tingini at
passa saman. Eg var í føstum starvi á Aarhus Teater og mátti hava orlov, fyri
at hava stundir at filma. Tað merkti, at siga farvæl til tveir óluksáliga
spennandi leiklutir á Aarhus Teater. Og tað er ikki bara at siga tað.
Annar var
Rogozjin í "Idioturin" eftir Dostojevskij. Hin var Alan í leikinum "Carnage"
- fleiri kenna kanska filmin frá 2011, har tað er Christoph Waltz í tí
leiklutinum.
Eg visti
at "Carnage" fór at vera mega festligur at gera, sum sjónleikur. Og
tað var saman við teimum allarbestu starvsfeløgunum á Aarhus Teater.
Men "No
Rest for the Wicked" var, fyri meg, eitt heilt nýtt slag av avbjóðing sum
sjónleikari. Suni er ein leiklutur, sum bæði drívur horror-elementið í
filminum, men eisini erotisku síðuni av søguni. Hartil lág tað øllum toyminum
sera nær at gera filmin so føroyskan, sum gjørligt - so tá alt kom til alt, var
tað ein no-brainer, sigur Kjartan.
- Tá ið
Kasper so ringdi, einaferð í marsmánað, rann eg upp á loft í íbúðini heima í
Aarhus. Eg setti meg á songina og hugdi út gjøgnum vindeyga, og fyrireikaði meg
uppá eitt nei. Eg veit ikki hví. Tað ger man bara onkuntíð. So tú kann ætla, at
eg bleiv glaður, tá hann bjóðaði mær at spæla Suni. Kasper var so fittur og
virkaði minst líka spentur sum eg. Og tað fekk meg veruliga at vilja henda
leiklutin frá fyrstu stund. Kasper er ein góður leikstjóri og ein fjálgur
persónur.
Síðan
gingu ikki nógvir minuttir, til ein sjampanjufløska bleiv opnað.
Hvussu
var at spæla á hesum settinum saman við Pilou Asbæk og so føroyingum, við Egor
Venned á odda?
- Fyrstu
ferð eg møtti Pilou var í 2012, og eg helt beinavegin hann var ein sera
fryntligur fýrur. So tað var stuttligt at møta honum aftur, nú sum
starvsfelagi. Hann er ein serstakliga góður sjónleikari, sum dugir at gera
arbeiði lætt fyri sínar viðleikarar. Tað er ein sjáldsamur eginleiki. Og so er
hann blíður og stuttligur at vera saman við. Egor er, á sama hátt sum Pilou,
ein ótrúliga fittur persónur, sum arbeiðir væl og miðvíst saman við øllum. Og
saman eru teir báðir ein góð leikaragreipa, sum megnar at vísa
heimsklassadygdir á løriftinum. Og so er tað jú bara gott at arbeiða, tá man
hevur tað stuttligt saman.
Eg
minnist tildømis eitt kvøldið, vit fýra Pilou, Egor, Jóhannes og eg vóru úti og
ótu aftaná upptøkur. Tá flentu vit eftir, at tað var sum at vera á einari
sýrutari dupultdate - man skal nokk hava sæð filmin fyri at halda tað er
stuttligt.
Hvussu upplivir tú Føroyar sum location og filmsland?
- Føroyar hava so nógv eftir at bjóða sum filmsland, og tá
hugsi eg ikki bara um náttúruna. Vit eiga so nógvar góðar søgur og nógv góð og
dugnalig fólk.
Eg minnist tá man segði at “nú megnar Ísland at gera eina
heila tv-seriu, bara við íslendarum á øllum postum”. Tá føldist tann veruleikin
fjarur frá okkum. Nú, harafturímóti, eru vit tætt við!
Sum sjónleikari veit eg, at tá vit spæla á okkara egna máli,
og spæla nógv, tá mennast vit við rúkandi ferð. Fáa sjónleikarar kilometrar í
beinini, so mennist bæði føroyskt sum filmmál og sjálvur spælistílurin av sær
sjálvum. Og í mínari verð, er tað júst tað, sum føroyski áskoðarin bíðar eftir
- so tað er einki við at fara úr arbeiðshandskunum nú, sigur Kjartan Hansen at
enda.
Framleiðari er SF Studios, hin størsti í Norðurlondum. Hinir
báðir framleiðararnir eru Outlier Projects í Føroyum og Truenorth í Íslandi.
Myndina av Kjartani Hansen, niðanfyri, tók Rasmus Sandø Hansen.


Comments