Tað var ein opinbering av teim heilt sjáldsamu at síggja "Klokkaran frá Notre Dame" í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, har Gekkadagur er. Ja, Gekkadagur fyri April Fool's Day.
Leikarar eru teir
fimm konservatoriuútbúnu Bergur Fonsdal Johannesen sum maktfullkomni
kirkjumaðurin Frollo, Maria á Lakjuni Djurhuus sum vakra sigoynaragentan Esmeralda,
menninir hava hug á, Borgfríð Fonsdal Johannesen sum mishátti Quasimodo,
burturgoymdur og desimeraða ímyndin av útskúgvan uppi í klokkutorninum, Aksel Dánjalsson
Remmel sum rættskafni hernaðarleiðarin Phoebus og Ári Berghamar Danielsen sum frásøgumaðurin
og barnsins umbosmaður á palli, Clopin.
Ein samansjóðaður
bólkur, sum lýtalesur í sangi, tóna og leiki alla tað drúgvu tíðina,
sangleikurin vardi, kundi leverað pitch perfect í akrobatiskum og komiskum rørslum,
og ganga inn og út um gluggan, sum børnini syngja, framhaldandi og óbrotið, og
spæla uppá rullandi ljóðføri frá marimba og klaver til kontrabass og gittar, sum
bráddliga eru skótvápn, og syngja liggjandi, sum hin doyggjandi Esmaralda, ið
øll eru forelskaði í, í endanum.
Og á bakvegginum at
skapa sannførandi perspektiverandi kirkjudýpd, this is it - the buck stops
here, er høga pípu- og pumpuorglið við spegli, sum eg hugsi, at øll uppá skift
sita við. Tú mást fylgja væl við hesi tour de force økt at sanna, hvør akkurát
nú er hvør.
Jákup Veyhe, sum í 2015 fekk mentanarvirðisløn frá Tórshavnar Býráð fyri mentanaravrik, er leikstjóri. Hann er ein heilt egin søgusigari frá satiruni Pipar og Salt, útvarpssøguni úr Mórugøtu og nýliga við Listaleypabólkinum hettarher. Skúlin er hugsaður inn í tematikkin og boðskapin, sum aktuelli leikurin tekur upp og viðger, sum eg síggi og fati hann.
Birgit Remmel
hevur týtt til konsist og munnbart liberalt føroyskt, og litríku búnarnar, sum
alla tíðin eru lættir at skifta og representativt greiðir, serliga krossarnir hjá
Frollo, hevur Anna Kristin Bæk gjørt.
Rørslur og
svingandi akrobatikkur, ið onkuntíð er á markinum til at verða vandamikil, og heilt
vist júst tí ger tað stuttligt hjá skúlabørnum at síggja í einum suspens høpi, tryggjar
koreografurin Jakup Pesek.
At krevjandi ljóðið
samstundis er nærverandi og rætt transmittera - hetta er fremsta laiv kravið at
lúka frá medlivandi áskoðaranum - stendur Baldur Kampmann fyri.
Suni Joensen
skapar og gandar fram ljósið, og so má eg nevna, nú vit nema við eyguni og
visuella partin av ferðandi pakkakonseptinum, sum eg giti at leikurin er. At
fata hann og fysiskt taka hann inn í barnasinnið, hevur Sámal Blak gjørt risa
stórar flutningskassar, við pílum, sum stuðla upp undir sangtekstin og beint úr
logistisku flutningsvinnuni vísa við speditøráskrift, hvat er upp og niður. Men
hetta er ikki bert ein pakkaloysn til instrumentini, at verja tey í kassum og
savna tey í bólkar og senografiskt taka tey fram, lyfta og lýsa upp so hvørt,
sum í sjálvum sær er funktionelt væl frágingið. Men hetta er í mínum eygum
eisini ein estetisk siping til japanska leiklist av no-slagnum, sum eg ikki
havi sæð síðan amerikanski Benjamin Bagby og hansara fólk undir navninum
Sequentia framførdu "Edda" á sama gólvi á Listastevnu Føroya í 2003. Hetta,
hugsi eg, var besti senubygnaður og estetiska innramming av eini djúpt
humanistiskari verðinssøgu, sum vit nú skriva okkum inn í, síðan ta
framførsluna.
Persónliga, politiska
og religiøsa maktin yvir øðrum - júst sum vit í tíðindunum uppliva úr landstýri
og útnorðurráðnum beint nú - happing og útihýsan, sum polariseraða
nútíðarsamfelagið greitt leggur upp til, beint her hjá okkum, tað er
kjarnuevnið í leikinum.
Ein gamaní brandpolitisk,
men eisini samhugapoetisk forering til undirvísingarverkið at viðgera í
hóskandi eygnahædd saman við næmingunum í hesum ófriðarligu tíðum, ið júst var
heitið á leikinum hjá Kristin í Geil í 1908, sum viðgjørdi hendingar hundrað ár
fyri, ið sum einki er at meta í tíðarinnar wide screen alin, tá vit fara til
Victor Hugo og hansara visualisering av meginkirkjuni Notre Dame.
Øll søgubrotini kunnu uttanífrá tykjast stokkut, men hildin sum gjøgnumskygd tapet millum øldir, sum Jóanes sigur, er kjarnusøgan hin sama. Samhugi og at taka sær av teim veikastu, ið er beint móti teim sterkastu politisku signalum og útmeldingum, ofta framsettar í grunnum og barbariskt ómentaðum sinnismuni á talarstóli hins hægsta, her og aðrastaðni, meðan øll hyggja og hoyra, og eingin letst um vón. Tað er løgna tingið í dag.
Representantiva
valdið, sum vit velja á ting fjórða hvørt ár, er so langt frá fólkinum, at samhugavirðini
kámast og standa til at falla. Loysnin er, sum Dario Fo, segði, at ganga til sjónleik. Annars er
deyðin í durinum.
Við sama skálkabrosi
og blinkstri í eyganum er nýggi fimmmannabólkurin, sum ber
níggjustavilsisorðið, Fjøltáttaða Dramaverkstovan, lendur bent her og nú, sum
tey syngja. Heilt vist fer fyrsti flokkur at halda tað verða stuttligt at
klappa níggju ferðir eftir navninum heima í skúlastovuni.
Zooma vit inn, er tað maktkristindómur, sum í optikkinum stendur fyri skotum í hesum nýskapandi og út í odd og egg professionella føroyska sangleiki.
Við
sangum hjá Oscarvinnarunum Alan Menken og Stephen Schwartz, sum í hálva øld
hava vælsignað okkum við leikum, har hesin er millum teir álvarsamastu, tekur sangleikurin
- sum í veruleikanum er ein sniðfundig listakonsert við klappi og floytan, sum
millum hvønn sang skapar dynamiska interektión við fjøldina sum í Last Night of
the Proms - støðið í søguni hjá stóra evropeiska humanistinum, Victor Hugo (1802-1885),
"Notre-Dame de Paris. 1482", sum kom út í 1831.
Og so er tað
tað við resonansi, hvat vit longu kennast við og hvat nemur okkum, sleppa vit
ikki takinum undir nýggjum avbjóðingum, meðan vit ganga inn og út um gluggan.
Mariu á
Lakjuni Djurhuus kenni eg sum eina ekvilibristiska rødd, ið við perfektión,
valøri og klangstyrki kann lyfta allar uppgávur og røkka út í hvønn krók við ágangandi
styrki, men eisini teim mest fínføldu innvendu kenslum, alt eftir høvi, karmi
og ætlan.
Helst er
hetta tí, at mín resonansur ella klanggevandi lurtarabakgrund, er fyrst brøðrasamkoman
og síðan rokktónlekur, har Beatles og Beach Boys eru fremstir við konseptplátum
sum Sgt Pepper og Holland, og síðan Byrds sum skreytsukur omaná plátusavnið, ið
altíð letur upp fyri nýggjum harmoniskum lurtingum, Pet Sounds or not.
Soleiðis
eru føstu og hevdvunnu demarkatiónslinjurnar, sleppa tær ikki at brýnast, sum
við tílík kærkomin høvi. Har prædikað verður til onnur, enn kórið, so vit sleppa
burtur úr tí sjálvsagda.
Harafturat
havi eg øll míni arbeiðsár, so ella so, fingist við tilfar til skúlaøkið, sum er
hitt resonansumráðið, har tónleikur og myndlist ofta verður brúkt sum andstøða upp
móti orðasterku mest sum monolitisku bókstavamentanini at finna, sanna, friðhalda
og friðhalga 'identitetsmæssige søgebevægelser' sum lærdi lærarin, hann var
kvinna, á Danmarks Pædagogiske Universitet segði, tá skúlanæmingar sleppa at
boltara sær í tónleiki frá Spice Girls og Beach Boys.
Tí var
tað ein opinbering av teim heilt sjáldsamu, sum bráddliga gav hesum gamla
gnagandi skúlatanka um stoisku bókstavatrúnna, at hoyra Berg Fonsdal Johannesen
opna munnin, og langleittur sum kliptur úr Alman Brothers á motorsúklu í
hálvfjerðsunum við krúllaðum yvirskeggi, teatralskt spælandi eygnakúpum og
anarkistiskum kropsmáli millum komikk og tað strangt seriøsa - sum tað eftir librettobókini
eyðkennir eina operaariu - rulla seg út á pallinum, so eg við fyrsta andadrag
hoyri fyrst ómiskenniligt eysturoyarmál, ikki norðarlaga, men syðri, og innlagt
í málførið, eftir einum millisekundi hoyri ein spælandi, kanska argandi, religiøsan
tóna við passandi luft á stemmuni, og so í tekstinum, sum í triða lagi er akkurát
prestaskapur, ovast á bunkanum úr fílabeinstorninum á Notre Dame kirkjuni, ferðamálinum
í París, so vit ferðabúgvin í lívsins dannilsi standa millum kitsj og álvara,
skúla og kirkju, forvitin, tí hetta havi eg ongantíð sæð fyrr.
Samvirkandi
aktørar og upployst markamót á hægsta støði. Tað er tað nýggja. The New Black. I'm
speechless. Málleysur. Og tað er gott tað sama, tí á pallinum hava tey øll fimm
málið og ætlanina í varðveitslu, okkara vegna, hesa lívsfrísku fragdarløtu eitt
fríggjakvøld við frumframførslu í Havn.
Statt so.
Neyvan hevði henda samanrenning verið møgulig, leita vit aftur móti
aldarskiftinum, sigur ein í steðginum. Eg kann bara nikka.
Ein
ynskisøga at eygleiða og njóta, og kanska eisini viðgera í professionellum
arbeiði eftir føroysku frumframførsluna í Norðurlandahúsinum. Ynskisøgan verður
tá ein ynskistøða, tí hon viðger so stór og grundleggjandi viðurskifti í okkara
søgu og mentan.
Nú er
leikurin við teim fimm, ið spæla út sum eitt, at síggja og uppliva í høllini í
Norðurlandahúsinum, fyri stór og smá, kanska við børnum í triðja flokki sum
yngsta marki, vildi eg mett, men tað velst, hvussu lærarar á staðnum kunnu
fyrireika hesa uppliving, sum øll eiga at fáa í boði.
Leikurin er
drúgvur, varir hálvt annað hundrað minuttir íroknað ein steðg, har kaféin í
forhøllini er opin. Tað er sjálvsagt, at størsta mentanarhúsið hevur opna og tænastusinnaða
kafé við málrættaðum úrvali, so vitjandi kring mentanaraktivitetir og tiltøk í
friði og náðum kunnu seta seg at skifta orð um tað upplivaða. Júst tað er
mangulvøra, fullkomin manko, sum bókhaldarar siga, á teim støðum eg vanliga
frekventeri niðri í miðbýnum. Tað er ikki nóg gott fyri mentabýin Tórshavn.
Hóast tað
er drúgt og leingi, keddi eg meg ikki eitt sekund. Tað, sum er gott, verður væl
betri, tá góð fólk koma saman, at lurta eftir tí, sum longu í fyrndarføðingini
varð gott og greitt, og síðan væl hugsað og enn betri eksekverað. Tá rakar tú
ikki ein einasta skeivan tóna. Soleiðis søgdu míni oyru.
Síðan Notre
Dame kirkjan brendi eru helst fleiri, ið halda leikin vera enn aktuellari og
týdningarmiklan at taka fram og seta á pall. Eg eri avgjørt ikki ósamdur. Tí
polariseringin millum ilt og gott, vakurt og ljótt, djeuvul og eingil, okkum her
og hini uttan úr heimi, er aldri aktuellari enn beint nú.
Danska
forlagið Gyldendal gav í 2007 út "Børnenes Ænsyklopædi" við barnavendum
uppsløgum eftir bókstavaraðnum um eingil og djevul, og "Aschehougs
Biografiske Leksikon" kom fyrstu ferð út fyri aldarskiftið at lýsa hundraðvís
av alment kendum persónum, sum aldri hava livað, teirra millum Quasimodo í eini
vaksnamannayrking eftir Peter Langdal, um at varða sær, hvat kann koma úr kúluni
á rygginum, tá Gekkadagur er.
Hetta er framførðsla,
konsert og leikur av aktións slagnum, aktiverandi aktións teatur, beint
framaná, hóast bundið at einum tí sterkasta umsorganar bókaverkinum í øldir.
Hetta varð mín resonerandi
opinbering úr torninum.
Hvat er títt torn,
og hvør varð tín opinbering?
Tað er dannandi
avbjóðingin eftir at hava sæð henda leikin. Sterkari og innihaldsríkari kann tað valla verða.
Takk fyri ómakin,
óhoyrt høga listarliga støðið og pallsetingina, sum í mínum føri resoneraði
perfekt og tí skapti eina sjáldsama hugvekjandi løtu í Norðurlandahúsinum, sum
fer at liggja leingi á, í hvussu alt hetta valskeiðið.
Allir góðir
einglar fylgið tykkum í framhaldandi virkseminum.
Myndirnar tók Gwenaël Akira Helmsdal Carré.







Comments