Skip to main content

Jú tú, teir eru komnir aftur

U2 Carnaval de Luz (Island 2026)

Einaferð vóru teir stórir, U2 og alt teirra katalog, sangir um Van Diemen's Land, Amerika, blues, fátækadømi og trúgv. Kjarnin í míni fyrstu veruligu fatan av U2 vaks úr dupultu plátuni Rattle and Hum, sum eisini varð gjørd til film, sum Filmsfelagið vísti í biografinum hjá Paula, analogt á spola og gjøgnumskygdum lørifti. Og so komu allar hinar, sum bygdu undir og bóru fram reindyrkaðan og passioneraðan plátuskaldskap, ið serliga søguliga norska blaðið, Beat, helt fast um í øllum ummælum, heilt aftur til hina fyrstu plátuna, Boy, við I Will Follow, og fram til varandi klassikararnar Joshua Tree, Achtung Baby og Zooropa, og paraðu fotomyndirnar hjá Anton Corbijn, eg einaferð vildi hava higar at hava fotoskeið á Landsmiðstøðini við lærarum.

Eftir aldarskiftið, tá Listastevna Føroya hjá Helgu Hjörvar varð hildin í Norðurlandahúsinum og úti um landið, var eg eitt árið í Dublin og eitt annað í Sausalito, í báðum førum við skránni fyri Listastevnuna, Faroese Arts Festival, og ársheftinum frá Visit Faroe Islands og einum visittkorti í hondini. Reyði Dublinbygningurin hjá U2 við Liffeyánna var tolin, meðan vakturin í smølu trappunum hjá Emmylou Harris var annarleiðis knappur, og rópti: "Mister, you are not supposed to be here!" Men tá hevði eg gjørt ørindini burtur av mær. Men hvørki teir ella hon komu til Føroya. Heldur ikki Björk, Sting og Paul Simon. Men Jethro Tull, teir komu. Tað er dýrt at vera lítil.

Hálv øld er runnin og fimmogtjúginda septembur høvdu teir fýra Bono, The Edge, Adam Clayton og Larry Mullen Jr. hálvtrýss ára minniskonsert í Dublinskúlanum Mount Temple, har teir allir gingu, tá sekstan ára gamli trummusláarin, Mullen, sum nú er frískur og ferðugur aftur, skrivaði eini boð á talvuna í 1976, "musicians to form band", at hann vildi gera orkestur og leitaði eftir næmingum, at spæla saman við. Hvussu teir hava klárað seg uttan Kervið+ og Outlook mugu gudarnir vita. Men skúlin, sum gjørdist karmurin um U2, lýsir seg enn sum áður soleiðis á heimasíðuni:

Mount Temple Comprehensive School is a co-educational Church of Ireland comprehensive school serving a diverse community in north Dublin. While we continue to have a particular remit to serve the Protestant community of north Dublin and its environs, we balance this role with a long-standing commitment to the inclusion and welcome of all. Guided by our commitment to “all different, all equal”, we value universal, inclusive, high-quality teaching and learning that develops well-rounded, reflective members of our community. We are committed to the holistic flourishing and resilience of all, and through respectful relationships, open dialogue and fairness, we seek to ensure that every member of our community feels valued and has a strong sense of belonging.

Á plátuni steðgi eg við sangin If the World is at War We Better Not Be, tí eg hoyri at hann tekur um byrjanina í skúlagarðinum og fer, sum kanska bara Bono og teir duga, at reflektera um trúgv og sannføringar úr triviella gerandisdegnum. Sublimering, sum Hans Jacob segði, tá hann í fornaldarfrøði toygdi seg upp á tá, og við samanløgdum fingrasnippum undir grønu krittalvuni vildi peika á Ilionskvæði og ræðsluna fyri tí tóma.

Greitt varð longu í fýrsunum, at U2 var ein identifikatiónsfaktorur, kanska hin fremsti, hjá teim mongu, sum lurtaðu nógv eftir rokktónleiki og fingust við plátuskaldskap soleiðis kristnu megin allar demarkatiónslinjur. So varð tøgn, og eg hoyrdi einki til teir. Eftir nærum tíggju ára tøgn, eru teir nú aftur.

Sekstanda regulera studio LP plátan kallast Carnaval De Luz, Ljósfest, fyri at parafrasera vágbingar.

Tó so, fyrr í ár kom ein holocaustsangur, The Tears of Things, sum teatralskt vísir at teir enn hava áhuga, vilja og førleika at siga okkum nakað avgerandi í sjangruni plátuskaldskapur. Eisini í American Obituary um Renée Good, har Bono í støðum ljóðar sum Mick Jagger. Hóast knapt so aldrandi, men helst eins múgvandi menn, hava teir í nógv størri mun enn Rolling Stones nakað sjónliga sannførandi og intellektuelt rokkpoetiskt uppá hjartað, og ikki bara heiladeyðan rørslurokk sum hjá Stones frá hálsinum og niður. Báðir sangirnir eru á stytru útgávum, sum komu fyrr í ár, Easter Lily og Days of Ash, og eru við á víðkaðu de lux útgávuni.

So er tað The Greatest Show on Earth, sangurin hjá teim fýra, sum ikki petti aldurstyngdir føra okkum upp á pallin at uppliva eitt sjov saman við Eno frá Roxy Music. Aftur ein perspektivering um átrúnað, Gud og kærleika, og so øll tey himnasøkjandi gittarriffini, avmáld, einføld og næstan natin, men innblást av kraft, sum skræddarseymað til eina konserthymnu onkustaðni ikki ov langt burturi. Greatest Show On Earth er sentrali sangurin við øllum U2 eyðkennum gjøgnum árini, serliga klingandi gittarinum, ið liggur fremstur og ovastur í ljóðmyndini.

Gjøgnumskygda samanspælið í Street of Dreams leiðir bæði í heiti og gittarspæli til Where the Streets Have No Name, sum fær eina góða sangkrúllu. Mirror Maker hevur so dynamisk gittarriff, at tað er klárt ein roynd, at vita um gamla stereoanleggið kann bera dynamikkin frá ljóðkeldu til háttalarar.

Glorify hugtekur meg eisini, ikki í sjálvum sær, men sum gamal U2 lurtari, eitt sindur av gerandisliga fagnaðarsanginum, Beautiful Day, men eisini av somu leiting og sannføring um, at nakað er størri enn tú sjálvur, sum í I Still Haven’t Found What I’m Looking For.

Men øll lurting er sum áður nevnt ein spurningur um resonans og hvat nemur teg í givnu støðuni. Tað er essensurin, kjarnin, í góðum tónleiki, har U2 hava ligið ovastir og fremstir, ta tíð teir vóru frammi, og sum alt bendir á at teir nú aftur eru og fara at vera.

Í endanum er duettsangurin millum Bono og Dolly Parton, Torn, ein nýklassikari, sum leitar aftur til eina sjangrublanding við country, eins og tá Johnny Cash varð boðin við á Zooropa at syngja The Wanderer, har presturin í eini post apokalyptiskari søgu tekur saman um mentanarsøgu, nú alt er farið fyri bakka. Boðaskapurin í Dolly Parton duettini fer meira í krovið á The Louvin Brothers, sum í fimtiárunum vóru fremstu eksponentar fyri hvíta missións kristindóminum meðan Koreakríggið tók seg upp, og heittu á fólk um at biðja, sum í The Family Who Prays og From Mother's Arms to Korea, men her á ein dagførdan og aftur munin meira sublima mátan úr innastu stovu hjá lurtaranum:

Hands that used to hold you clenched in fists
Words that used to soothe you cut you into bits
Are you your brother's keeper now?
Or know what you're fighting for?
Nothing hurts a mother more than a family at war

Nærri kanst tú ikki koma hjartanum og kjarnanum í einum ektaðum countrysangi.

Í sambandi við túsundárahaldið hjá føroysku kirkjuni um aldarskiftið helt Petur Pólson, lærari, tónleikari og yrkjari, fyrilestur fyri næmingum í tíggjunda flokki í Eysturskúlanum um tónleikin hjá U2. Høvuðsdenturin varð lagdur á kristiligar og bíbilskar endurspeglingar í tekstum teirra. Her er slóð til greinina, sum undir yvirskriftini Eg dugi ikki at syngja - men eg havi sál! stóð í Sosialinum 3. novembur 2000. 

Góðan lesnað og ikki minst góða lurting, til dømis á Spotify, nú U2 aftur eru frammi og minna okkum á orðini hjá landskvinnuni, Sinead O'Connor, tá hon sang Peter Gabriel, Don't Give Up - tí aldurdómur er góður. Heilt góður. Í hvussu er ein fríggjadag hin trettanda, tá U2 geva út nýggja lívgandi plátu.

Comments