Skip to main content

Posts

Stikkersvin í Føroya rætti

Danski rapparin Nairn við sanginum "Stikkersvin", sum varð granskaður í Føroya rætti í dag. (Mynd: YouTube) Í Sosialinum 31/3 2008 er frásøgn úr rættinum, har ein 21 ára gamal maður er ákærdur fyri drápsroynd. Undir yvirskriftini Ringdi eftir taxa verður skrivað soleiðis úr Føroya rætti: Karen Marie Olesen (fúti) legði stóran dent á, at ungfólkini høvdu lurtað eftir einum serligum slagi av rappi, og hon spældi enntá eitt av løgunum, sum nevnist »Stikkersvin« fyri dómarum og nevningum. Fútin spurdi ákærda, um hetta lagið hevði eggjað honum til at fremja gerðina seinni um náttina, og tað svaraði hann játtandi til. Hetta slagið av rappi er samfelagsrevsandi og mælir til hóttanir og morð. Ákærdi tosaði við hinar vinmenninar um at »knúsa órættaða sundur«, men hesum vildu teir ikki eftirlíka, so ákærdi gjørdi av sjálvur at gera nakað við málið. Hann visti ikki hvar órættaði búði, men tað fann hann út av við at ringja til nummarkall. Síðani ringdi hann eftir einum hýruvogni at koy

Fitna og Geert Wilders

Niðurlendski høgrapolitikarin við tí sjáldsama hárinum, Geert Wilders (f.1963), hevur nú roynt seg við filmiskum amboðum. Tað ger hann við stuttfilminum Fitna , sum lýsir og staðfestir muslimskan ágang í okkara tíð. Filmurin er lagdur á netið, so allur heimurin kann síggja boðskapin. Í so máta er Wilders effektivur sum eingin annar. Hóast betra borgarskapið og dannaði hampafólk annars muta í móti, so er og verður tað Wilders, ið setur skránna og fær seinasta orðið. Júst hetta er bæði veikleikin og styrkin í demokratinum. At kunna rúma øllum meiningum, staðfestingum og listarligum útsøgnum. Filmurin, ið varir 16 minuttir og onkustaðni er kliptur niður til 10 minuttir, varð lagdur á netstaðin Liveleak 27/3-2008. Øsingin varð so mikil, at tey strikaðu filmin. Men tá var hann longu farin um allan heim og goymdur í ymsum útgávum á YouTube , sum Google eigur. Skrivar tú teg inn her og váttar at tú ert 18, so ber til at síggja henda sjáldsama niðurlendska dokumentarfilmin um islam og Koranin

Listastevna Føroya endurstovnað?

Carl Jóhan Jensen (tv) í samrøðu við Ian Anderson úr Jethro Tull á Norðradalsskarði. Mitt fyri, við rygginum til, er Birgir Kruse og í baksýni trummusláarin. Undir heitinum "Innsig og útsig" hugleiðir rithøvundurin Carl Jóhan Jensen í Punktum.fo í Dimmalætting 19. mars 2008 um føroyskar bókmentir og hvussu føroysk mentan sæst aftur í altjóða høpi. At enda nevnir Carl Jóhan Listastevnu Føroya: Ein stjóri í Norðurlandahúsinum, sum framtak var í, tók fyri nøkrum árum síðani stig til eina altjóða listastevnu í Føroyum. Listastevnan var hildin í fimm ár á rað, seinastu ferð í 2005, og fekk góða undirtøku. Hvørt ár vóru í miðal eini átta túsund fólk til tey ymsu tiltøkini. Listastevnan fekst tó ikki í lag fyri einki, hon kravdi eina íløgu, sum togaði upp í móti hálvari fjórðu millión, brutto. Sum vituligt var vildi stýrið fyri Norðurlandahúsið ikki svara fíggjarliga fyri listastevnuna í allar ævir, aðrir partar máttu fáast uppí, eitt nú landið. Men føroyskir myndugleikar kendu ikki

Listastevnan setti Føroyar á globala mentanarkortið

Á trappuni í Gøtu kirkju peikar Sámal Ravnsfjall á nøkur álvarslig viðurskifti í føroyskari mentan, meðan Ian Anderson áhugaður lýður á. Á niðaru myndin fær Rani Nolsøe Ian Anderson at signera plátuhúsan "Benefit" (Myndir: Birgir Kruse) Í grein í Punktum.fo í Dimmalætting 19. mars 2008 vil Carl Jóhan Jensen verða við, at Listastevna Føroya skapti mentanarlig innsig og útsig. Listastevnan var hildin í fimm ár á rað, seinastu ferð í 2005, og fekk alla tíðina góða undirtøku. Hvørt ár vóru í miðal eini átta túsund fólk til tey ymsu tiltøkini. Men trupult var hjá Norðurlandahúsinum at vera einsamallur ábyrgdari. Næstseinasta árið, í 2004, vitjaðu Jethro Tull í Føroyum. Eftir útferð í Klaksvík høvdu teir útselda konsert í Norðurlandahúsinum. - Listastevnan fekk tó sannað (og tað so dyggiliga), at við mentanarlívinun er tað ikki øðrvísi enn við sundum og firðum. Har sum innsig er, har verður eisini útsig. Helst mundi listastevnan tey fimm árini, hon varð hildin, breiða meiri vitan

Hvussu nær kann mann sleppa?

Glen Campbell fangaður á palli í Hammersmith og Hank Marvin í Viborg (Mynd: Birgir Kruse) Ofta er bannað at taka myndir tá konsertir eru. Bert akkrediteraðir fotografar sleppa at taka myndir fyri ávís bløð, og bert tá konsertin byrjar. So skulu teir út. Tí er freistandi hjá fjepparum at finna markið, og royna at taka myndir allíkavæl og serliga at finna framm til, hvussu nær tú kanst sleppa stjørnunum, uttan at verða blakaður út. Einaferðina stóð eg bara fáar metrar frá Paul McCartney og sang kór til "Let it Be". Tað var stórt. Men einki kamera varð at goyma løtuna. Kendi meg sum tann, ið misti heimsins stórsta laks. Men ráð eru fyri tí. Í Viborg latst eg tosa í fartelefon og gekk mær heilt upp til pallin. Nonsjalant setti eg telefonina á kantin og við honum sum undirlagi, tók eg myndina av Hank Marvin. Óbetalilig í mínum savni. Tað var meðan Shadows høvdu teirra "Farwell Tour". Telefonin var ein Sony Ericson S710 1,3 MP. Í Hammersmith, London, nýtti eg eitt Panason

Tí tíma føroysk børn ikki at lesa

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð blaðar í Harry Potter, sum flestu føroysku børn lesa (Mynd: Birgir Kruse) Í áhugaverdari tíðargrein í Sosialinum skrivar Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð um hví føroysk børn ikki tíma at lesa. Arnbjørn trívir í ymsu kanningarnar, sum javnan eru frammi í miðlunum: "Tá ið útvarpið hjá Kringvarpinum nú ein dagin aftur visti at siga, at føroysk børn duga ikki nóg væl at lesa, og tá ið tey somu fólkini góvu tey somu svarini um, hví støðan er sum hon er, undraði tað meg enn eina ferð, at ongin spyr børnini." Við hesi spennandi vinkling byrjar tíðargreinin. Vinklingin, ella eygberingin, er ikki bara staðfestandi, men eisini atfinnandi mótvegis skúla, gransking og útgávupolitikki. Nógv bendir á, at vit koma ikki úr stað, men standa og tøva. Naggatódn er komin í. Fyri ikki at siga forstoppilsi. Arnbjørn endar tíðargreinina við hesum orðum: "Lat okkum fáa samtíðina inn í føroyska list, serstakliga inn í føroyskar bókmentir. Tá hevði áhugin hjá føroyskum, ungum

Reporters sans frontières

Tað var eitt umboð fyri felagsskapin Journalistar Uttan Landamørk (Reporters sans frontières), sum mótmælti, tá fest varð í olympiska kyndilin í Grikkalandi í dag. Kyndilin er nú á ferð kring knøttin og verður í Beijing 8. august. Heimspressan fylgur við og gott høvi er at gera vart við mannarættindaspurningar og viðurskifti annars, ið skerja persónliga frælsi í olympiska vertslandinum. Felagsskapurin Journalistar Uttan Landamørk kallar Kina heimsins stórsta journalistiska fangahús. Felagsskapurin Journalistar Uttan Landamørk heitir tí á heimsins fólk um stuðul. Hesin stuðul kann veitast við at skriva undir áheitan, ið verður send Liu Qi, forsetanum í Olympisku Nevndini í Beijing, sum eisini er skrivari í býráðnum. Her er slóð til áheitanina: http://www.rsf.org/article.php3?id_article=2293

Students for a Free Tibet

Eins og føroyingar stovnaðu Føroyingafelag og Studentafelag í útlegd, hava lesandi í Tibet gjørt tað sama. Í 1994 stovnaðu tibetansk lesandi Students For A Free Tibet. Heimstaður er New York og hvørja viku kunngera tey eina filmaða frágreiðing. Á hesum bloggi, niðast til høgru, ber til at klikkja seg inn á tænastuna og fylgja við, hvussu gongst í Tibet. Miðsjónin hjá Students for a Free Tibet eru soljóðandi: Students for a Free Tibet (SFT) works in solidarity with the Tibetan people in their struggle for freedom and independence. We are a chapter-based network of young people and activists around the world. Through education, grassroots organizing, and non-violent direct action, we campaign for Tibetans' fundamental right to political freedom. Our role is to empower and train youth as leaders in the worldwide movement for social justice. Bloggur hjá SFT sæst her: http://blog.studentsforafreetibet.org/