Sangarinnur blíva ikki gamlar. Í dag frættist úr Key West í Florida, at amerikanska disco drotningin Donna Summer er deyð, 63 ára gomul. Hon hevur í eina tíð drigist við herviligan krabba í lungum og brósti sigur Associated Press. Donna Summer var messo sopran og sang fyrst kór í kenda amerikanska bólkinum Three Dog Night. Fyrstu single plátuna, Sally Go Round the Roses , gav hon út undir gentunavninum Donna Gaines í Evropa 1971. Fyrstu ferð hon brúkti navnið Donna Summer var í 1974 á LP plátuni Lady of the Night í Munchen saman við italska Georgio Moroder, sum í dag er 72 ára gamal. Kendastu sangir, sum tey bæði gjørdu, vóru hin stunandi Love To Love You Babe (1976) og I Feel Love (1977). Donna Summer vann fimm Grammy Awards. Av gamla vinyl slagnum gav hon út ikki færri enn 89 singleplátur, seytjan LP plátur, tvær konsertplátur og 32 savnsplátur. Í Útvarpinum og á diskotekum kring landið var hon nógv at hoyra síðst í sjeyti og fyrst í áttatiárunum við sangum sum Hot Stuff , Bad