Skip to main content

Posts

Í nógvum hæddum

Edinburgh er ein høvuðsstaður í nógvum hæddum. Tað sæst ikki bara í flúgvandi sirkusinum, sum snarar í øllum vinklum upp móti Walter Scott minnismerkinum við Princes Street, men eisini í gøtunum í gamla býnum, har tú av eini brúgv kanst síggja niður í ein urtagarð, sum í veruleikanum er ein tekja. Her er alt í fleiri hæddum. Yvir gomlu húsunum á Grassmarket, sum flestu eru vertshús og matstovur, sæst slottið á heygnum. Til allar síður og í øllum kameravinklum eru søgur, ið minna okkum á aldurin á hesum samansetta býi, sum er í so nógvum hæddum og lagdum, Edinburgh. Eitt privat parkeringspláss sum hetta til Fordbilin hevði eg ikki havt petti ímóti. Úr sama øki er her aftur ein mynd, ið sýnir samanrenningina millum gamla søgu nýggjan funtionalitet mitt í gamla býnum. Í smølu brekkuni Candlemaker Row er Joyce Forsyth, sum er sniðgevi og tóvlistafólk. Hon bjóðar inn í handilin. Millum maskinur og tóvirki, nálir og stokkar, poserar hon í egnum verkum í eina horninum.

Banki verður til matstovu

Bank of Scotland helt til í hesum stásiligu hølum við George Street, sum er ein miðdepil í nýggja býnum Edinburgh. Men í 1997, tá bankin gavst her, kom ognarfyritøkan J D Wetherspoon, sum eigur útvið túsund bretskar barrir, inn í myndina. Ognarfelagið inrættaði bankahúsini til The Standing Order, sum er eitt ódýrt eldorado fyri svangar og tystar fótbóltsáskoðarar í skotska høvuðsstaðnum. Her skalt tú vera heppin at fáa pláss. Men gamla bankaskápið hjá Bank of Scotland, sum vigar 30 tons, orkaðu tey ikki at flyta. Kanska er The Standing Order ein fyrimynd og eitt hugskot at fáa lív í gamla bankabygningin í Steinatúni í Havn. Livst so spyrst. Her eru bakdyrnar.

Eina hvalastingaravísu fyri føroyingum

Tá sangarinnan Cathryn Hannaford legði til merkis, at føroyingar vóru millum áhoyrararnar á The Captains Bar í College Street í Edinburgh, bjóðaði hon út á trappuna. Her vildi hon syngja tvær longsilsfyltar hvalastingaravísurnar All the week a' the sea og My Donal '. The Captains Bar er eitt av fleiri góðum spælistøðum í Edinburgh. Tað er skiftandi, hvat er á skránni, men hetta vikuskiftið upplýsti The Gig Guide, at eisini Royal Mile Tavern og The Jazz Bar høvdu góðan livandi tónleik. Í The Captains Bar spældu fólk eftir klokkuni, sum sæst á myndunum niðanfyri. Fyrst duettin Ciarán McGhee og Rachel Walker, sum so víðkaðist til ferðandi fólk, sum høvdu verið á fólkatónleikarastevnu í grannalagnum. Niðast sæst fantastiska sangarinnan Cathryn Hannaford aftur. So vóru stundir til eina gylta Schiehallion, sum er navnið á skotska fjallatindinum og stóra oljuboriøkinum í gullhorninum beint sunnan fyri okkum. Í túninum er ein Fólkavognur við allari retroútgerð. K

Afternoon tea umborð á Britanniu

Sarah Telford bjóðar vælkomin til kongaligt afternoon tea , seinnapartsthe úr Sri Lanka og Kenja, og kongaliga køku,  Britannia's lemon drizzle cake, umborða á kongaskipinum Britannia, sum nú liggur í Leith, havnarbýnum í Edinburgh. - Fyrr var alt oyðið her á havnarlagnum. Men tá Britannia eftir 40 ár varð tikið úr raksturi í 1997 og kom at liggja her, er gongd komin í býarmenningina. Tripadvisor hevur kosið Britannia fremsta bretska ferðamál, og tað sæst aftur í handilsmiðstøðum, nýggjum bygningum og matstøðum her umkring, sigur Sarah. Britannia liggur við nýggju handilsmiðstøðina Ocean Terminal í havnarbýnum Leith, hagar bussar alla tíðina koyra úr Edinburgh. Til ber at vitja øll dekkini og síggja munin á høgum og lágum frá brúnni og niður. Til ber at síggja stórbæra døgurðaborðið, uppreiðingina hjá undirstættini, ein Rolls-Royce bil og einastu dupultsong, sum er umborð. Hana keypti Charles Prinsur til brúðleypsferðina við Dianu Prinsessu.

Vælkomin á Filmstevnu í Edinburgh!

Diane Henderson, sum er yrkisfotogarfur og hevur lisið foto á Napier Universitetinum, er leiðari, deputy artistic director, fyri altjóða filmsstevnuni í Edinburgh, sum næsta ár verður hildið á 70. sinni. Diane hevur kuraterað framsýningar á Edinburgh College of Art og hevur atkvøðurætt til BAFTA virðislønina og hevur sitið í dómsnevndum á fleiri altjóða filmfestivalum. - Tað var eftir kríggið, at fólk í Edinburgh tóku seg saman um mentanarligar stevnur í býnum, sum ikki var so krígsraktur sum býir aðrastaðni í landinum. At fagna lívinum og møtast í ymiskleikanum, hevur verið kjarnin tá eins og nú. Tað bleiv til ein International Festival, sum er kurateraður, The Fringe Festival, har øll sleppa við, og so Altjóða Filmfestivalin, sum av fyrstan tíð savnaði seg um heimildarfilm, men nú eisini vísir stuttfilm og nýggjan spælifilm í øllum biografunum í býnum. Og her skulu føroyingar, ið eg veit gera góðan og virðisløntan stuttfilm, verða serliga vælkomnir, uttan avgreiðslu- og tilmeldi

Kom á heimsins størsta festival!

- Hann er í Edinburgh, heimsins størsti festivalur. Tað sigur Kath M. Mainland, sum er stjóri í The Fringe Society , á tekjuni á St Giles' kirkjuni. Í næsta bygningi á High Street hevur hon skrivstovu. Kath, sum er úr bygdini Dounby í Orknoyum, greiðir mær frá um orðið fringe , sum merkir í útryðjuni, ella eitthvørt, sum ikki er í miðdeplinum. - Upprunaliga hevur tað verið fólkslig misnøgd við hin kurateraða og fína Inernational festival her í býnum í 1947. Nú hava vit yvirhálað alt, og tosa um edfringe, defying the norm since 47 , nakað, sum í Edinburgh er so fantastiskt og eksplosivt smittandi, at tað bara má upplivast á hvørjum ári, sigur Kath og blaðar upp í hagtølunum fyri stevnuna í ár. - Í ár vóru tilsamans 50.459 framførslur av 3.314 skrásettum tiltøkum úr 49 londum á 313 ymsum pallum í Edinburgh. Av hesum vóru 1778 frumframførslur. Komediur, comedy, fyltu 34% av skránni, sjónleikur 27%, tónleikur 14%, barnasjónleikur 5% og sangleikur og opera 3%. Her er rúm fyri ø

Í køldum morgunljósi

Ervaljósið er kalt í morgun. Tað sæst av R.C. Effersøesgøtu, har grønar ferðsluoyggjar eru millum vegirnar. Enn er jólakavin ikki komin, hóast hitamátarin í bilinum sigur tvey stig og fyri fyrstu ferð blunkar við ávarandi frostrósuni. Sløkkiliðsbilurin er komin á Vaglið við jólabýnum hjá Tórshavnar kommunu, sum nú verður skvisaður inn undir trøðini í Sparikassagarðinum, sum nú kanska eitir Eikigarðurin, G-punktið, Løgtingsgarðurin ella Gongugøtusmogan. Ella bara við kioskina hjá Astu. Kanska er tað mest sigandi staðarnavnið á hesum leiðum. Við kioskina hjá Astu. Á Áarvegnum er ljósdeildin hjá Tórshavnar kommunu eisini farin at hanga jólini upp at hugna okkum um býin. Hesa køldu men hugnaligu jólamyndina tók eg í Vágsbotni í fjør, eftir at jólatræið varð tendrað. Og næstseinasta jólamyndin í dag er úr marsipanhúsinum Niederegger á Breiðugøtu í Lübeck fyri tveimum vikum síðani. Seinasta jólamyndin er við 24 køldum frá Føroya Bjór. - 24 lúkur eru at lata upp í

Botnerligur sjálvútleverandi avdúkingarjournalistikkur

Tað krevur ein góðan interviewara, við góðum sosialum evnum at koma heilt inn í privatu stovuna hjá týðandi fólki, og ein ikki minni góðan fotograf, at fáa eitt so gott innslag frá hondini, sum tað úr reiðarastovuni hjá Mortani Johannesen í kvøld. Nærri og nærri. Sansaliga nærverandi. Tað var sum at síggja ein film hjá Almodóvar, at verða boðin innar í hesa fjálgu og litríku bestaborgarastovuna hjá reiðaranum, sum elegant grásprongdur í flottari skjúrtu við høgari flippu kundi siga okkum akkurát hvussu, og hvar, skapið skuldi standa. Íð hvussu er sambært einum uppblástum einaveldisharra. Tí tað var tað, sum innslagið arbeiddi seg upp ímóti og endaliga avdúkaði. Ótamda einaveldisharran. Uttan at interviewarin hevur sagt nakað illavorðið. Bara sjálvt evnið, interviewofrið, er í miðdeplinum í samrøðuni, tað er hann, sum øll eru møtt at hoyra siga frá, og sum eftir 64 árum í tøgn, nú fer út í allar Føroya stovur undan jólum. Vit hava konfliktjournalistikk, vit hava gravan