Skip to main content

Posts

Trøllslig tokustrok

Í morgun koyrdu vit til Vestmanna at sigla undir Vestmannabjørgunum og út í Mykines. Kvøldið fyri høvdu vit bílagt pláss, og tá liðugt varð, var bara eitt pláss eftir, so stórur er áhugin at sigla við bátunum hjá Skúvadal og Lamhauge. Fekk ta fatan, at siglingin er samskipað millum feløgini. Tá vit hava fingið ferðaseðlarnar á ferðaskrivstovuni inni á Fjørð, verða vit víst til Silju Star , har Jákup Andrias situr við róðrið. Út eftir fjørðinum sigla vit fram við einum russiskum fari við navninum Sergjanev . Men bíða nú, tá eg kanni skiparegistarið á fartelefonini síggi eg, at hetta er handilsskip og at Luna í Gøtu er eigari, og at øll fjúrtan skipina hjá felagnum hava føroysk nøvn. So Sergjanev er neyvan ein russisk kaldkrígsspión í Vestmannasundi, men heldur eitt uttanveltað føroyskt fóðurskip. Tá farið verður undir Vestmannabjørgini dámar mær væl at hava yrkingasavnið hjá Williami Heinesen Panorama med regnbue (1972) í huga. Er søguligur hugur at fara enn longur á kav í k