Skip to main content

Posts

Fínkað smakkvísi

Eftir eitt fríggjakvøld í Barbara Fish House við Fruites de Mer , havsins fruktum, má eg í orðabókina at finna eitt orð fyri raffinement . Har stendur henda beinraknað frágreiðing í donsk-føroysku orðabókini, sum hevur fýrstúsund orð og meir enn tríggjar milliónir leitingar: "tað at eitt er raffinerað, fínt, snilt, smart el. snøgt, tað at eitt er smakkgott; smakkvísi; tað at eitt er snildisliga gjørt, fínkan" Eins og orðabøkur, sangbøkur og bíbliutýðingar eru vit vælsignað við skeljum, skeljafiski - og kokkum, vertum og tænarum, sum ikki bara savnast um tað góðað orðið, men eisini um tað góða borðið. Franska siðvenjan er vorðin heimlig og føroysk, tí matstovuvinnan í Havn hevur ment seg so mikið, at umframt tað siðbundna, er eisini rúm fyri nýggjum gastronomiskum royndum, ið týðuliga hava fólksliga undirtøku. Útselt og fult hús er at fagna havsins skeljafruktum. At  borðreiða og eta skeljamat er nýtt á okkara leiðum. Her hevur goggan verið brúkt til agn og ei

Grammofonplátustættin talar

Vit liva í einum stættarsamfelag. Ikki bara í Føroyum, men í allari verðini. Ikki bara samfelagsbúskaparliga, men eisini bókmentanarliga og á øllum øðrum listaligum pallum og økjum við. Alt títt lív skalt tú verja tað, ið tú fatar sum tína stætt, grammofonplátustættina , móti álopum frá øðrum listafólkastættum. Soleiðis eru treytirnar í stættarsamfelagnum, og hava verið tað síðan fyrsti tóni varð sligin, helst við einum gassa í heysin á einum øðrum krúpandi cro-magnon menniskja, so tað sang eftir í. Síðan hava vit sungið - og roksað. Mest tað seinna. Framleiða roks um rokk og annað fjas, sum Mick Jagger segði verða stóru misskiljingina, tá tú byrjaði at tosa um rokk omanfyri hálsvølin. Tí hann er bara niðanfyri, helt hann, frummenniskjan, Jagger. Har eri eg so ikki samdur í hansara ómentaða rokkroksi. Men sumt er bara betri og virðislønarverdari enn annað. Tað kemst ikki uttan um. Til dømis Bob Dylan og hansara samlaða ritverk, sum lærarin kallaði tað, pláturnar, sum ritverk, ið far

Av Norðhavinum beint á borðið í Hafnia

Jóhan Joensen, kokkur, bjóðar í kvøld nýggja matskrá á Hotel Hafnia. Toskurin, sum er høvuðsrættur, er hin feskasti, hvítasti og linasti eg havi smakkað. - Fiskurin er frá trolbátinum Jens Leon og veiddur á Norðhavinum í gjár, sigur Jóhan. Hann spyr, um tað er kul, at eg seti meg hjá hot. Tað er gamaní. Perfekt timing og eitt orð ella tvey, so er lagt í pottin, og alt er deiligt, ikki minst nú Bob Dylan fekk virðisløn Nobels í bókmentum á middegi. Smakkleykirnir eru giraðir og tjúnaðir. Fyrst fáa vit eitt glas av spanskari cava av pinot noir drúvuni, og so eina skifurplátu við turrari grind og smáskornum spiki, turrum kjøti og sterkum leitiskjøti, italskari parmaskinku og chutney úr kálrót. Afturvið er saltað breyð og eitt glas av Rinkusteini. So  kemur ein sjeyrættað matskrá, har kokkurin undir heitinum Heyst Rák  fyrst bjóðar hummara, súrepladip og royktan laks. Grafiskt er skráin sett á ein wake me up lepa, sum vit kenna frá hotellvirksemi. Fjórða s

Bob Dylan revisited

Nú eitt av størstu plátunøvnum er góðkent sum virðislønarvert skald í fullgildum bókmentum, seta vit henda blogg frá mai í ár innaftur: Svenska Akademiið skrivar soleiðis á enskum um grundgevingina: "For having created new poetic expressions within the great American song tradition". Svenska brævið er soljóðandi:”som skapat nya poetiska uttryck inom den stora amerikanska sångtraditionen”.

Bob Dylan bókmentavirðisløn Nobels í 2016

"For having created new poetic expressions within the great American song tradition".

Perversa pressan í Perugia

Netflix hevur gjørt tað aftur. Tey hava bílagt ein observerandi heimildarfilm, Amanda Knox, at stroyma inn í hvørja stovu. Leikstjórar eru amerikansku Brian McGinn og Rod Blackhurst, og danska Plus Pictures við Mette Heide á odda hevur framleitt. Eg sá filmin á Netflix í kvøld. Hann er um ungu gentuna úr nýggja heiminum, Seattle, sum anarkistisk og forvitin fer til gamla mentaða heimin at verða skiftisnæmingur í Perugia. Har er hon í fimm dagar saman við italska teldunørdinum Rafaelle Sollecito, sum helst ikki veit av konufólki áður. Bráddliga eru tey í eini morðgátu, ið fær pressuna at skriva um dýriskt sex, heidnar ofringar og blóðigar perversitetir. Bretska Meredith Kercher er funnin myrd í húsunum, har báðar búgva.  Bretski Daily Mail journalisturin, Nick Pisa, sum nú skrivar fyri The Sun, og annars er Guds gáva til óskammaðan boulevardjournalistikk, dugir at føra seg fram á italskum, so løgreglan og dómsvaldið í býnum eru so ovurfegin, at tey bera honum líkt og ólí

Ledgard í Norðurlandahúsinum

Mikudagin 19. oktober kl 17:30 fer aktuelli Wenders høvundurin J.M. Ledgard at halda almennan og ókeypis fyrilestur undir heitinum Our Warp Speed Planet í Norðurlandahúsinum. Tað er Visit Faroe Islands, ið hevur boðið hetlendska Ledgaard higar, eins og tey í summar fingu í lag at upptøkuliðið hjá Wenders, sum taldi 28 fólk, kom higar at filma við altjóða stjørnum. Størri altjóða filmisk hending er neyvan sædd her á landi áður. Filmiska sambandið millum filmsleikstjóran Wenders og rithøvundan Ledgard er, at hin seinni hevur skrivað skaldsøguna Submergence (2011), sum nýggi og samnevndi filmurin hjá Wim Wenders byggir á. Í samrøðu á Hotel Føroyum í august, segði Wenders, at kompositoriskt hugsaði hann filmin sum ein málning, og var farin at sakna ein grønan, friðfyltan miðblett, ið bant søguna saman sum seinasta paradís á jørð. "Grøna blettin og seinasta paradísið fann eg í Føroyum," segði Wenders. "Grøni bletturin verður settur inn millum brúnturru oyðim