Í bestu harutíð sat eg í dag í bilsessinum framman, høgrumegin føraran, vestur á flogvøllin. Ístaðin fyri byrsu at skjóta haru við, hevði eg gjørt meg út við myndatólinum at skjóta kavamyndir soleiðis beint út eftir tí, sum fyri er í kalda góðveðrið. Yvirskipaðu ørindini vóru at møta Jógvani, sum seinrapartin kom við Atlantsflogi úr Danmark. Her hómast bláur himmal og seinastu sólstrálurnar á hvíttklæddu fjallarøðirnar norðanfyri, innan alt ber upp fyri, so vit bara síggja næstu líðirnar í Kaldbaksbotni. Nú missa vit bláa loftið og fjara sýnið, so alt er næstan svart og hvítt, og ber upp fyri øllum tí fjara. Í Kollfjarðardali er ein bilur farin út av vegnum og er bóltaður runt í morgunhálkuni. Nú er saltað og gott at koyra, men allir litir eru burtur. Eftir Leynatunnulin er trøllsliga grátt yvir bláa vatnið og fram við vegnum, har brúnguli heystarhagin hevur hug at troðka seg upp úr tí litleysa lendinum. Eftir at flogfarið er lent henda sjáldsama góðveðursdag, v