Skip to main content

Posts

Russisk vinarvitjan

Danska grundlógardagin og pápadagin kom russiska fýramastraða barkskipið Крузенштерн  ella Kruzenštern  á Havnina at vitja Faroe Ship. Ikki kann sigast annað, enn at vitjanin uppá dagin sementerar og endaliga staðfestir føroyskt-russiska vinarlagið, sum sjálvt høgravongurin í politisku skipanini og frambrúsandi vinnulívið tekur undir við, eingin nevndur eingin gloymdur. Vit lata myndina við russiska flagginum á barkhekkuni og Føroya fremsta og sterkasta brandi á russiska marknaðinum standa eina løtu, ikki minst fyri at arga danska ES-fólkatingið, og minna tey á, at vit duga eisini at skapa altjóða sambond, hóast onkur eru nakað skurvut, her út í Norðuratlantshavi. Stásiliga skipið, sum Pressarin  trýstir á pláss, er millum tey størstu, ið enn sigla og ikki eru eftirgjørdar krússkútur úr nýggjari marglætistíð. Tað varð bygt á Joh. C. Tecklenborg-skipasmiðjuni í Wesermünde, sum í dag er Bremerhaven, í 1926. Stápilavløbsdagur, sum tey enn siga á Skála, var 24. juni hetta árið.

Varðin við list og kritikki

Her er Dorit Hansen, ritstjóri á Varðanum, sum hon so dyggiliga hevur ført til nútíðina. Millum annað við eini týdningarmiklari grein um føroyskan mentajournalistikk við støði í ummælum hjá Onnu V. Ellingsgaard. Permuna á nýggja Varðanum hevur Edward Fuglø málað. Hon hevur heitið  Fish Egg  og er frá 2016. - List er kveikjandi, list er frígerandi, men skal ikki forklára seg sjálva, sigur Dorit í innganginum við støði í The Function of Critisism  (1957) hjá amerikanska bókmentafrøðinginum Northrop Frye. - Men um vit øll skulu hava gleði av listini, og um samfelagið veruliga skal hava gagn av frígerandi styrkini í listini, so mugu vit hava fólk, sum tosa, greiða frá, viðgera og kritisera, sigur rítstjórin í tíðindaskrivi í dag. Hon eftirlýsir ummælarar, granskarar og journalistar, sum vísa okkum, hvussu vit kunnu lata listina upp. - Hava vit ikki kritikkin, viðgerðina og miðlingina, so er stórur vandi fyri, at listin antin verður ov fólkslig og sjálvsøgd ella ov gátufør og ba

A Star is Born

Midnáttartíman á Mentanarnáttini í Havnar kirkju varð ein nýggj stjørna fødd í mínum huga. Tá hugsi eg ikki um triðju og nýggju upptøkuna við Lady Gaga av filmsklassikaranum frá 1937, sum eg í dag havi tikið bloggnavnið frá. Nei, tað er 27 ára gamli Trygvi Danielsen við listafólkanavninum Silvurdrongur. Saman við bólkinum Hettarher hevði Silvurdrongur valt sálm nummar 370, sum er hin kendi  Gakk tú tryggur  eftir Hans Andrias Djurhus við lagnum hjá Jógvani av Lakjuni. Men framførslan var ikki soleiðis beint fram, so sum vit kenna barnasangin úr gulbjarta morgunskúlanum, men eisini av ormafongda moldbakkanum, meðan borið verður. Ljóðsins ljós verður kastað í allar ættir og drigið inn úr øllum herðashornum. Løtan, sum vardi knappan tíma, var meditativ, fyrst sitandi við afturlatnum eygum, varisliga við kenda lagnum. Standandi fór Silvurdrongur so í stillføra resiterandi ringrás við úrvaldum orðum, orðasangi , sum undirheitið á nýkomna yrkingasavninum hjá Silvurdrong