Meðan filmstevnur hava verið antin stroymdar ella púra avlýstar, er 88 ára gamla filmstevnan í italska býnum Venezia í fullari gongd og endar í kvøld. Tá hava 66 filmar úr øllum heiminum verið sýndir á heimsins elstu filmstevnu. Forkvinna í dómsnevndini er avstralska stjørnan Cate Blanchett, og týski leikstjórin Christian Petzold, sum Filmsfelagið fleiri ferðir hevur havt á skrá, er eisini ein av teimum sjey dómsnevndarlimunum. Altjóða filmspressan vil vera við, at kvinnuliga umboðanin er sterkari enn nakrantíð, og at 39 ára gamla Mona Fastvold úr Noregi, sum er nummar tvey frá vinstru á maskumyndini omanfyri, stendur til at vinna Gyltu Levuna í Venezia í ár fyri filmin "The World To Come". Fastvold, sum fyrr var gift við sangaranum Sondre Lerche, fær bestu ummæli, m.a. í bretsku avísini The Guardian , IndieWire og í danska filmstíðarritinum Ekko fyri amerikanska filmin ”The World To Come”, ið er eitt lesbiskt drama í statinum New York í 1850’unum eftir søgu hjá Jim Shep