Skip to main content

Posts

Verdandi og kvinnurnar, sum eftir sótu

Diane Schüssele, handritahøvundur, og Dagmar Knöpfel, leikstjóri, sum síggjast omanfyri, eru úr Týsklandi, og hava sett sær fyri at gera film úr søguni um Verdandi úr Heiðunum, sum ikki spurdist aftur, tá hon var undir Íslandi í 1944. Danska Valerie Saunders, sum er fødd í USA, og hevur arbeitt fyri Zentropa, er framleiðari. Fokus er á kvinnurnar, sum eftir sótu. Fyri fimm árum síðan vóru Diane og Dagmar fyrstu ferð í Føroyum. Tá møttu tær Óla Jacobsen, sum visti nøvnini á øllum, sum fórust við Verdandi. Hann visti eisini at siga teimum um ættirnar hjá teim, sum mistu. Diane og Dagmar pitcha søguna um Verdandi soleiðis á enskum máli: When the Faroese fishing boat Verðandi sinks in the waters of Iceland in 1944, the young Semona, mother to a daughter and pregnant with another, is left a widow. Too painful is the loss of her great love Sámal, too harsh the conditions to survive, to ever mention his name or fate again. The silence she bestows upon her daughters Barbara and Poula will sh

Innstilling nummar túsund

Hósdagin fóru upptøkurnar við krimirøðini Trom um eitt søguligt túsundamark. Filmsupptøkurnar verða gjørdar í Sjóvinnuhúsinum á Vestarubryggju, har Faroe Seafood var fyrr. Har er løgrelustøðin og alt upptøkuliðið. - Helst er hetta ein spurningur fyri Málteigin, tí vit samskifta á enskum og siga slate , fyri instilling, siga Rannvá og Jón.  - Vit í bransjuni eru bara fyri okkum sjálvi, so eingin rættar okkum málsliga. Vit samskifta á enskum. Men til ber at siga, at innstilling er ein vinkul. Senan verður býtt upp í innstillingar og kameravinklar. Vit noyðast at tosa internationalt, siga tey, tá eg spyrji, hví sjampanjupropparnir nú hoyrast úti í køkinum.  - Tað er tí at nú náddu vit innstilling nummar túsund! Eg takki fyri frágreiðingina í nýggjastu listagreinini í Føroyum, filmslistini, nú hon fór um hetta søguliga túsundahvarv. Til lukku og góða eydnu!

Biden velur Gifford

  Fyrrverandi amerikanski sendiharrin í Danmark, Rufus Gifford, 46, er nú endaliga kosin at verða Chief of Protocol hjá Joe Biden forseta. Hetta hevur verið uppá tal síðan í januar. Á egna Facebook profilinum skrivaði Gifford fríggjadagin: Honored and humbled today. President Biden has nominated me to be his Chief of Protocol with the rank of Ambassador. I’ve experienced firsthand the fundamental value of person-to-person American diplomacy and how investing in and building on human relationships can benefit all of us. If confirmed by the Senate I look forward to rolling up my sleeves and continuing this work. Happy Memorial Day weekend to all. Nú skrivar Washington Post, at Joe Biden, forseti, hevur sett Rufus Gifford í starv . Í aðrari grein skrivar sama blað, at júst Gifford er rætta reality stjørnan at broyta og bøta um skeiklaðu hugsanina um og fatanina av USA úti í heimi. Á ólavsøku í 2016, var Rufus Gifford eins og flestu føroyingar í Havn. Ørindini vóru at halda talu á Faroe Pr

Nú er danskt staðfest sum fremmandamál

Í dag verður søkt eftir ráðgeva í fremmandamáli til fólkaskúlan, í fyrsta lagi donskum. - Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi, verður sagt í lýsingini frá Námi í dag . Í fólkaskúlanum verður byrjað við donskum í triðja flokki. Lærugreinin er kravd til og við níggjunda flokk. Í tíggjunda flokki er lærugreinin valfrí.  Meðan fólkaskúlalógin ikki sigur nakað um fremmandamál yvirhøvur, uttan at nevna at “annað fremmandamál enn týskt kann veljast”, so verður vegleiðandi sagt í lesiætlanunum, sum eru komnar seinni, at fyrsta fremmandamál er danskt.  Í Heimastýrislógini, verður sagt í grein 11, at “Føroyskt verður viðurkent sum høvuðsmál, men danskt skal lærast væl og virðiliga, og danskt kann eins væl og føroyskt nýtast í almennum viðurskiftum. Við framløgu av appelmálum skal donsk umseting av øllum føroyskum skjølum fylgja við.” Í

Not in my time

Hetta er útsýnið, tá tú kemur inn í býin frá rundkoyringini undir Skansanum, har pylsuvognurin og kaffivognurin nú eru lyftir upp og fylla munandi meir undir klettunum, enn vit fyrr hava sæð.  Hóast upprunaliga lítillátin, var talan um tvey mobil bygningsverk, sum á havnarlagnum mettaðu hin meira proletariseraða endan av nýkomna gastronomiska segmentinum í Havn. Við útbyggingini sæst, hvussu skjótt útsýnið, ikki bara kann, men veruliga verður tikið frá okkum, har fyrr var frítt fyri at síggja inn í Havnina, á Kongabrúnna og alla Eysturuvág, íroknað Reynið og Tinganes.  Hetta er eyðkenda Havnin, tá tú tekur teg inn í høvuðsstaðin, um tað so er í leigubili av flogvøllinum, av kampingplássinum, úr Eysturoyartunnlinum, ella av Norrönu, sum ivaleyst er galdani fyri tey flestu, sum koma hesa innfarðsleið til Føroya. Eftirsum bilisman hevur sett Tórshavnar býráði og høvuðsstaðarkommununi so stívrend krøv um parkering, ikki til børn men til bilar, so er ólukkuliga ímyndin av mentan, heiðurskrý

Right in your own backyard

Neyvan hevur nakar høvuðsstaður so ómakaleysa atgongd til hagan sum Havnin. Tað sæst, nú summarið nærkast og bara ein mánaður er eftir, til tað aftur gongur mót myrkari tíðum. Eftir lítlari løtu hevur tú lagt býin aftur um teg og ert mitt í haganum, gamaní á eini manngjørdari gøtu. Not in my backyard hevur verið sagt, tá fólk ikki vilja hava vindmyllur fyri gluggan, so tey missa útsiktina. Her er eingin, ið missir útsikt, tí her er vítt um fløtur. Eg møti borgarstjóranum, sum hevur verið ein 15 kilometur gongutúr. Minni kann eisini ger tað, tí gøturnar eru mangar. So mangar, at ansast má eftir, at náttúran ikki verður gjøgnumgatað, so sum tey hava gjørt fyri hundaeigarar við smølum brattgøtum í frílendisøkinum har úti við Boðanes.    Her uppi í Húsahaga ganga øll á sløttum og breiðum gøtum. Eitt rekreativt øki, sum fleiri seta prís uppá, tað er skilligt. Hóast kavin hómast norðanfyri er summarið í nánd. Heiðafuglar hoyrast, sólin skínur og fólk heilsast. Hugvekjandi, meðan sýnið yvir

Pastisjunnar háborg

Hyggasíggj. Italskur power glamrock frá 70’unum, við eini danskari Suzi Quatro á bass, vann á fronskum Piaf chanson við einum ternusnerti av belgiska Brel, sum aftur vann á artistiskum Elvis look alike, sum dyrkar Scott Walker í sveisisku alpunum, meðan Ukraina er farið út í hvønn heimakrók at finna geografiskt siðbundna fólkatónan við eini raddarkraft sum hjá karelskt-finsku Värttinä.  Einki er sum Grand Prix kappingin, sum nú eitir Eurovision Song Contest, Evrópska söngvakeppnin, sum málsliga stuttligu íslendingarnir siga, nú vit gera tað legalt at kappast um sang og tónleik úr øllum Evropa - og so hinum, sum eisini vilja verða við. Evropa er eitt rúmsátt hugtak. Og tað er praktfult, tá vit hugsa um heimliga krimprumpuveldið, sum sigur, at einki skal kappast um nakað, og brúkar tað sum umbering fyri einki at gera við nakað.  Eurovisionsjovið er briljant hugtakandi og fer langt fram um senukantin í hvørjum tí einasta sangi. Og so er tað ein konstantur cliff hanger, tá talt verður sama

Frá blogg til podd

Í vikuni gjørdi eg mítt fyrsta poddvarp á skeiði í Námi hjá Dorte Palle og Tor Arnbjørn, sum fyri tveimum árum síðan skrivaðu Podcastbogen , hina fyrstu í Danmark. Tað var ein evarska lítil bundin uppgáva í tveir minuttir, sum eg valdi at loysa við telefonini á gongubrúnni við Bukkevald í Havn eitt kvøldi við lítlum uppgangi.  Dorte hevur egið poddvarp, heimasíðu og Soundcloud, ið er ein ókeypis sýningargluggi, sigur hon. Bæði hava Rakkerpak Productions í Keypmannahavn, tey skipa fyri kveikjandi skeiðum, og við støði í kursistum, sum á okkara leiðum gera poddvarp, hava tey Nordic True Stories gangandi. Magni Høgnesen, sum situr við mína lið, hevur eitt greitt undirvísingarligt sikti, tá hann sigur, at skeiðið í Námi er ein góð samanrenning millum ástøði og uppgávur.  - Tað gjørdi, at eg bleiv noyddur at fyrihalda meg til innihaldið, og slapp at royna meg við tí verkliga. Tað eru ótrúliga nógvir møguleikar við poddvarpi, fyri meg í skúlanum. Tað vildi verið upplagt hjá okkum á Miðnámi á